Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 9 - 14. januar 2008 Sexologurin Ígjøgnum nakrar vikur hev­ ur ein sexologur havt inni­ vist í vikuskiftisblaðnum hjá Dimmalætting (Punktum.fo). Í hesum blað hevur sexologurin á ein virðiligan og sakligan hátt varpa ljós á evnir av sexuellari náttúr, samstudis sum spurningar av hesum sama slag eru svaraðir. Og í einum landi sum Føroy­ um ­ har sexual frálæra enn ikki er sligin í gjøgnum í fólkaskúlanum, og har sex annars ikki er nakað man tosar opið um ­ var hesin sexologur eitt frískt lot, sum varpaði ljós á nøkur evni, sum ongin annars hevur áræði at viðgerða. Nú eru Føroyar ikki bara eitt land, har sex ikki er nakað man tosar opið um. Føroyar eru eisini eitt land, har ein sjónleikur sum ”Liva tikarar í Kongo” ikki má vísast í ávísum støðum, orsaka av sínum innihaldi. Føroyar eru eisini eitt land, har tinglimir í álvara royna at minka um játtanina til mentanarbólkar, tí hesir hava ditta sær at framføra ein sjónleik nevndan ”Ginusøgur”. So í ljósinum av hesum kann tað ikki undra nakran, at tað eisini finnast føroyingar, sum fáa ilt eitt ávíst stað, tí Dimma nú opið hevur viðgjørt eitt evni sum sex. Eg skrivi hetta í tátíð, tí leiðslan á Dimmu hevur valt at steðga við hesum góða sexologi. Tað letur til, at Føroyar framhaldandi eru eitt land, har tað mest náttúrliga millum menn­ iskju ikki er nakað, sum man má festa orð á. Eg vænti, at Miðflokkurin fegnast um, at tað finnast føroyskt bløð, sum av sín­ um eintingum taka undir við teirra mentanarpoli­ tikki... Tey kristnu Øssur Berghamar skrivar í lesarabrævi dagfest 28/12: ”Punktum.fo hevur fingið ein sexolog, og nú skal eitt forkvaklað kynslív útpensl­ ast í grovum greinum og tekningum, sum eru uttan fyri øll mørk”. Svenning á Lofti er beint í hølunum á honum við m.a. hesari við­ merking ”Vit hava roynt at uppala okkara børn í teim­ um natúrligu viðurskiftu­ num millum mann og konu á ein sømiligan hátt, men hetta er beinleiðis perverst og spýggiligt og sømir ikki Dimmu sum blað”. Tað er gleðiligt, at vit føroyingar hava menn sum Øssur og Svenning, sum kunnu fortelja okkum hvat vit hava gott av at lesa og ikki. Tað er eisini at fegn­ ast um, at hesir menn hava tikið tað á sín kappa, at stríðast ímóti ”øllum per­ versitet og útpensling av forkvaklaðum kynslívi” í føroyskum bløðum. Í sam­ band við eina tílíka herferð er tað upplagt at leggja eftir tí størstu útpensling av perversiteti og forkvaklað­ um kynslívi nakrantíð festa á blað við føroyskari skrift. Her hugsi eg ikki um tað, ið sexologurin hevur skriva í Dimmalætting, men held­ ur um okkara góðu bíbliu. Tað er ein sannroynd, at hendan góða bók inni­ heldur meira óhumsku og skenskheit enn nakað ann­ að nakrantíð skrivað við føroyskum stavum. Hendan óhumska hevur verið útbreidd á føroyskum í nærum 200 ár, og tað er so sanniliga upp á tíðina, at onkur steðgar hesum. Tað var tískil við gleði at eg las lesarabrøvini hjá Øssuri og Svenning, tí eg veit, at um nakar føroyingur kann megna eina tílíka uppgávu, so eru tað menn sum teir. Bíblian Nøkur dømi: 1) Lot og døtrarnar Søgan um Lot og døtrar hansara er vælkend, men kann tó ikki forteljast nóg ofta fyri at vísa á tann ómoral, sum bíblian diskar upp við. Aftaná at einglar­ nir vóru komnir til Lot, og tann rættvísi (!) Lot hevði bjóða monnunum í Sodoma, at teir kunnu hóp­ neyðtaka døtur hansara ­ sum enn vóru jomfrýr ­ verður býurin lagdur í oyði. Lot og døtrarnar eru einastu íbúgvar, sum yvir­ liva. Døtrar Lots velja síð­ an at drekka pápa sín skít, og meðan hann ikki varar av nøkrum, hava tær sam­ legu saman við honum, so at tær báðar blíva uppá vegin (1. Mósebók 19) Her er veruliga talan um eina ”útpensling av einum forkvaklaðum, perversum og spýggiligum kynslívi”. Eigur tílíkt ikki eisini at forbjóðast í Føroyum? Ella eigur tað at tolast tí tað stendur í okkara bíbliu? 2) Dávid kongur er samkyndur Í 1. Samuelsbók lesa vit um tað serliga forhold, sum Dávid og Jónatan hava. Jónatan dámar væl at vera nakin frammanfyri Dávid (18:2­4) kanska tí hann var ógvuliga góður við hann (19:1). Teir báðir hava held­ ur onki ímóti at kyssast frammanfyri øðrum (20:41), og tá Dávid frættir um deyða Jónatans syrgir hann hann við hesum orð­ um: ”Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undur­ fullur, meiri enn kvinnu­ kærleiki.” (2. Sám 1:26). Vit, ið lesa ein tílíkan tekst í dag, eru ikki í iva um, at hesir báðir menn vóru meira enn bara van­ liga vinsamir. Teir hava allarhelst gjørt ”hitt tit vita”, sum hóttir føroyska samfelagið bæði tá tað kemur til fiskin á Lands­ grunninum og oljuna í undirgrundini. Er tíðin ikki langt síðan komin til at for­ bjóða eini tílíkari útpenslan av ónáttúrligum levnaði, sum hesari vit finna í bíbli­ uni? 3) Rangsnúgvandi ”leiðbeiningum” Øssur Berghamar harm­ ast um, at hesin góði sexo­ logur hevur ”fóðra føroy­ ingar við rangsnúgvandi “leiðbeiningum”, har ólevnaður á lægsta stigi verður settur í hásæti.”. Nú er bíblian sjálv ikki so langt aftanfyri, tá tað kem­ ur til tílíkar leiðbeiningar. Í 5. Mósebók kapitul 22 lesa vit, at tað einasta eitt mann­ fólk skal gera, fyri at fáa hendur á eini kvinnu hann hevur hug á, er at neyðtaka hana. ”Revsingin” fyri neyðtøku er nemliga tann, at maðurin skal gifta seg við kvinnuni, umframt at betala pápanum ein viðbót. Hetta var guds leiðbeining til jødarnar í oyðimørkini. Í 5. Mósebók kapitul 21 leið­ beinir guð jødarnar, hvussu teir skullu bera seg at í eini krígsstøðu: Um so er, at teir fáa eygu á onkra vakra kvinnu ímillum krígsfang­ arnar, so stendur tað teim­ um frítt at taka hana til sín, og gera við hana sum teim­ um lystir. Nú veit eg ikki hvussu við tykkum, men eg sjálvur hava sjálvdan sæð verri ”rangsnúgvandi leiðbein­ ingar, har ólevnaður á lægsta stigi verður settur í hásæti”. Og tað er gud sjálvur, sum kemur við teimum. Eru hesar leiðbein­ ingar ikki nógv verri enn nakað av tí, sum sexolog­ urin hevur skrivað í Dimmu? So einhvør kann síggja, at okkara kæra bíblia er langt frammanfyri alt annað, tá tað kemur til óhumsku festa á blað. Tað er tískil mín inniliga vón, at tit áhaldandi fara at stríðast fyri at fyribeina hesum ”perversitetum, spýggiligheitum og for­ kvaklaðum útpensligum av kynslívi”, sum bíblian leggur fyri dagin, og vón­ andi helma tit ikki í, fyrr­ enn vit hava fingið sett eitt 18 ára aldursmark á hesa perversu bók ­ okkara ungdómi og samfelag til frama! Góða eyðnu! Bíblian og sexologurin Århus Eivind Ortind SimOnSEn Siti og bíði eftir at valsend­ ingin byrjar í SvF. Hóast tað sum vant stendur á skíggjanum, at sendingin byrjar kl. 19.15, er fram­ vegis einki í eygsjón – annað enn eyðkennisljóð og búmerkið – hóast farið er nærum 10 minuttir yvir skrásettu tíðina. Hví kann Kringvarpið ikki læra at byrja rættstundis? Tað er mær ein gáta, hví so er, men einki røkist fyri, at stovnurin vinnur á hesum trupulleika. Tá er lættast at sappa til aðrar rásir, men tað kann ikki vera ætlanin hjá hesum stovni, ella hvussu? Valstríðið hevur higartil ikki verið tað mest upp­ skakandi, hóast allir flokkar royna at berjast fyri sínum sjónarmiðum. Kanska hava hugsjónirnar ikki fingið eins nógva rúmd, men heldur tað, at øll siga seg vilja tað sama. Tað kann tykjast, sum siga valevnini bert tað, sum tey halda fólk vilja hoyra. Øll vilja veljarunum tað besta – og kanska er góðviljaði andin yvir øllum, fyri at fáa atgongd til lovaða landið Føroya Løgting. Sum nú er flýtur alt í “hunangi og mjólk”. Tað fær veljaran at kenna seg ótryggan um, hvat spyrst burtur úr. Í huganum stendur kort­ ini, eftir hesa fyrstu veru­ liga stríðsvikuna í sjón­ varpinum ­ múrurin av mannligu politikararunum, sum troka seg fram um kvinnuligu valevnini . Hóast alt tos og vælvild at geva konufólkunum pláss í fremstu røð, eru tær sum lundi á jólanátt. “Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál”, syngur Martin Joen­ sen, skaldið. Hvar er tað sterka svørðið í okkara valstríði, tá bert annað kynið tekur sær framíhjá­ rætt.? Rætt skal vera rætt – tað hava eisini verið konufólk frammi í miðlunum. Tær virka sum eitt frískligt lot mótvegis ofta reypandi framløgunum frá mann­ ligu politikarunum, sum oftani tosa um, hvat teir hava gjørt og sagt í farna valskeiði, o.s.fr.. Ein fyrrapart í farnu viku var valsending í Rás 2, har kvinnulig valevni fyri fleiri flokkar vóru á skránni. Tað var ein áhuga­ verd og øðrvísi sending, enn eg havi hoyrt higartil. Bert spell at vit ikki hoyra meira um fjølbroytni, sum veruliga er til staðar í før­ oyskum politikki. Fyri okkum sum halda, at menn og konur skulu arbeiða á jøvnum føti, hevur tað verið eitt vón­ brot, at veitin millum kynini hevur verið so stór. Vit seta spurnartekin við, um vit kunnu samanbera okkum við onnur fram­ komin lond, tá vit á hesum øki eru eftirbátar í so stóran mun, og hava hug at missa mótið. Tað bøtti kortini um nú ein dagin eftir fólkatings­ valið herfyri, tá eg las um gongdina hjá konufólkum í Danmark gjøgnum tíðirnar. Í 1915 fingu konufólkini valrætt og rætt til at stilla upp í Fólkatinginum. Í 1918 vóru fýra kvinnur valdar í Fólkatingið, men har gekk eins striltið og hjá okkum. Í 1943 vóru bert tvær kvinnur í Fólkatingi­ num. Í Danmark hevur tað sostatt tikið fleiri ættarlið, áðrenn konufólkini sluppu framat. Til samanberingar, so sita í dag 66 kvinnur og 113 menn í Fólkatinginum, so tað er kortini vón fyri framman hjá okkum. Tað er kortini treytað av, at veljarin gevur konufólku­ num ein kjans at sleppa inn á ting og prógva, at tær eru eins dugnaligur og menn. Tað átti ikki at verið so torført. Í vikuni var politiskur val­ fundur fundur í høllini í Trongisvági, har flokkar­ nir, sum stilla upp til løg­ tingsvalið skuldu m. a. svara spurningum frá veljarnum. Millum teirra, sum fekk ein spurning var javnaðarmaðurin Kristian Magnusen. Sjálvur fekk eg bara endan við, og í endanum av fundinum sigur Kristian millum annað, at sonevnda ABC­ samgongan megnaði tað, ið fullveldissamgongan ikki megnaði, nevnliga at byggja tveir nýggjar miðnámsskúlar í ávíka­ vist í Hovi og í Vest­ manna, eins og Tekniski Skúlin í Klaksvík verður útbýgdur. Minnist meg rætt so nevndi Magnus ein fjórða skúla, men minnist ikki hvør tann skúlin var. Eftir at Magnus nevndi hesar skúlarnar gav hann ABC­samgonguni æruna av, at skúlarnir vóru bygd­ ir og víðkaðir/umbygdir. Eg skal geva Magnusi rætt, byggingin av hesum er farin fram í hesi sam­ gongu, men Magnus skal ikki geva hesari sam­ gongu æruna av, at hesir skúlarnir eru undir bygg­ ing. Tað er Fullveldis­ samgonguni at takka, at hesir skúlarnir verða gjørdir og víðkaðir. Tað, sum Magnus ikki hevur hugsað um er, at slík byggitiltøk skulu hava eina politiska viðgerð, har ein samtykt verður gjørd í síðsta enda. Tað er henda samtykt, sum Fullveldissamgongan tók, og við heusm samtyktum, so kann ABC­samgongan taka æruna av, at skúlar­ nir eru bygdir og víðkað­ ir. Eg haldi, at tað er ótrúligt, at ein so lutfals­ liga royndur politikari sum Kristian Magnusen gevur teim pørtum, sum ikki skulu hava nakra æru fyri hetta virksemi, alla æru fyri at tað bleiv byrj­ að at byggja. Men hetta er bara vanligt, at slíkt hendir. So Kristian, nú er Sand­ oyartunnilin er samtyktur av ABC­samgonguni, tí samgongu, sum tú er partur av, so kemur tað landsstýri, sum hevur henda tunnil lati bygd tekur sær æruna av, at hesin tunnil er bygdur. Tá er ikki at koma afturum aftur og siga, at ABC­ samgongan hevur alla æruna av tunnlinum, tí ger tú tað, so skal tú geva Fullveldissamgonguni somu æru, sum tú tá gevur ABC­samgonguni. Og minst til eitt, fullveldissamgongan prioriteraði útbúgving. Annars kundu tit ikki latið skúlarnar byggja. HanS Pauli J. HEntzE Fullveldissamgongan prioriteraði útbúgving Hugleiðing um valstríðið: Viljin er sterkasta svørðið dagny JOEnSEn viðmerkingar