Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 18 Floksblaðið – Valið 2008 Føroyar eittans valdømi -og hvat so? Torfinn SmiTh Eftir miklan tvídrátt um tað var rætt ella skeivt at skipa Føroyar sum eittans valdømi, er veru­ leikin nú, at Føroya Land nú er eitt og sama valdømi. Tí er spurningurin ikki, um tað var rætt ella skeivt, men vit mugu bert halda okkum til henda sanna veruleika. Spurningurin er, hvørjar avleiðingar hetta fær, í mun til gomlu skipanina við sjey valdømum. Tað var hildið at vera stór dygd hjá valevnum at tekkjast veljarum í heimligum bygdar­ umhvørvi. Lítillætna agitatión­ in fór fram niðri í mølini ella undir neystavegginum. Menn prátaðu saman um tað, ger­ andisdagurin beyð bygdar­ fólkinum, um veður og vind, og tað sum fekst úr haga ella sjónum. Fólkið valdi bygdar­ mannin, alt eftir hansara skili og viti, og hvat rørdi seg í teirra umhvørvi. Sanniliga vórðu grundleggjandi politisk sjónarmið væl og virðiliga viðgjørd, og tí vistu fólk eisini, hvat hann ella hon stóð fyri politiskt hugsjónarliga. Sjálv­ stýrismaður ella sambands­ maður, borgarligur ella sosia­ listur. Her var tikið atlit bæði fyri, hvat tænti bygdini ella oynni best, og ikki minni hvat best tænti heildini. Her var talan um nærdemo­ krati. Her var talan um, at fólk tóku eitt valevni til sín, sum tey hildu kundu tala sína søk, lokalt og hugsjónarliga. Agitatiónin undir neysta­ vegginum er fánað burtur. Nærdemokratiið er horvið. Bygdarmaðurin, sum fólk áður hildu seg til, er í dag ikki hin sami, tí fjarstøðan millum tey, vit kalla vanliga fólkið og hini, sum veljast skulu, er munandi økt. Nú eru Føroyar eittans val­ dømi, og føroysu politiklararnir eru knappliga vorðnir lands­ politikarar. Ella skulu látast at vera tað. Kann væl vera, at vit sleppa undan einum parti av trong­ skygdum lokalum áhuga­ málum, men spurningurin er, hvat vit hava fingið í staðin. Tað, vit síggja í dag, í mun til fyri bert nøkrum fáum árum síðani, er, at vit hava fingið amerikanskar tilstandir. Allir flokkar nálgast miðjuni, og áður høgt mettu idiologisk virði og mørk kámast. Flokspolitkkurin má lúta fyri persónligari valdsgreði. Fá eru tey valevni, sum longur siga, frá hvat flokkur hansara ella hennara stendur fyri. Nú ræður um at profilera seg sjálvan. Vit drukna í meira ella minni fjákutum persónsmyndum, sum eitt ivasamt prýði fjala heilar húsafasadur, heldur enn partapolitiskum boðskapum. Neyvan er rætt at geva nýggju valskipanini skyldina fyri alla broytingina, men lítið er at ivast í, at hon meðvirkar til at skunda undir nýggja rákið. Rákið, har hvassir al­ bógvar avloysa politiskar hug­ sjónir. Uttan mun til hvørja valskipan vit hava, mugu vit í dag ásanna, at tað eru ikki politikararnir, men í nógv størri mun lýsingarstovurnar, sum seta dagskránna. Tað skal tí vera mín vón, at fólk ikki lata seg ørkymla av glantrileikinum, men lata sítt egna vit og skil ráða og atkvøða eftir bestu ideologisku sannføring. Gott val. R.T.S. CONTRACTORS - Trailarar - Lastbilar - Beltmaskinur - Maskinur frá 12t - 25t. - Borivognur - Spreingiarbeiði FO-627 Lamba / Tel 448895 / Tel 588800 / 588801 / rts@kallnet.fo Eingin uppgáva ov lítil og eingin ov stór