Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2008 23 tíðindi 5 Vit mugu gera okkum púra greitt, hvørjar útbúgvingar vit ætla at bjóða út á einum altjóða universiteti. Alt annað er utopi, sigur Juanna Schrøter Joensen, Ph.D. í búskaparfrøði, sum granskar í Svøríki. ÚtbÚgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Uttan góðar og altjóða við­ urkend­ar granskarar, harvið eisini und­irvísarar, fara vit ikki at klára okkum í altjóða kappingini, ynskja vit at sat­ sa uppá gransking og útbúgving. Hetta held­ur Juanna Schrøter Joensen, sum er fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði. Og hon vísir á, at fyri at fáa altjóða viðurkend­ar gransk­ arar til Føroyar er neyðugt við nógvum peningi. ­ Granskingarætlanir eru kostnaðarmiklar, bæði orsa­ ka av lønum, men ikki minst, tí tað er so týd­ningar­ mikið at vera í fremstu røð alla tíðina ­ har tað hend­ir nakað í altjóða høpi ­ annars verður ein afturúrsigld­ur og granskingin virðisleys. Fles­ tu granskarar raðfesta eisini høgt at vera partur av einum góðum granskingarumhvør­ vi, sigur Juanna Schrøter Joensen við Sosialin. Tí held­ur hon tað vera alt­ avgerand­i, at vit nágreiniliga raðfesta, hvørjar hægri útbúgvingar Føroyar eru førar fyri at útbjóða á altjóða støði. ­ Alt annað er utopi, slær Juannu Schrøter Joensen fast. Og hon vísir í hesum samband­i á, at ein lærd­ur háskúli á altjóða støði verð­ ur ikki bygd­ur eftir einum d­egi. Bert fyrimunir Juanna Schrøter Joensen er fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði. Hon hevur millum annað granskað í, hvørja ávirkan kyn og útbúgving hava á fíggjarlig­ ar íløgur. Síðstu tíðina hava fleiri góð fólk rópt varskó, tí fólkatalið stend­ur í stað og at 2000 kvinnur mangla í land­inum. Í hesum samban­ d­i hevur stovnsetanin av ein­ um stórum universitet, helst altjóða, verið nógv umrøtt, sum ein loysn á ovurhond­s stóra trupulleikanum. Vit hava spurt Juannu Schrøter Joensen, Ph.D. í búskapi, sum í løtuni star­ vast sum granskari í Stock­ holm, hvønn týd­ning tað kann hava á Føroyar, um vit fáa eitt altjóða universitet? Og hon er skjót at svara, at tað hevur stórar fyrimunir við sær. ­ Millum annað gevur lestrarumhvørvið eitt uni­ versitet eitt ungt og d­yna­ miskt umhvørvi, og ofta kemur mest týðand­i og mentunarligi íblásturin eisi­ ni úr útbúgvingarumhvørvi­ num, sigur Juanna Schrøter Joensen. Harumframt vísir hon á, at lærd­ir háskúlar eisini geva eitt betri ald­urs­ býti í samfelagnum, og bet­ ri og fleiri møguleikar hjá fyritøkum, sum hevur tørv á útbúnaði arbeiðsmegi, at finna fólk, bæði í styttri og longri tíðarskeið. ­ Eitt ótal av kanningum vísa, at d­ygd­argóð útbúgv­ ing og gransking eru tær týd­ningarmestu fyritreytir­ nar fyri búskaparligum vøkstri, staðfestir Juannu Schrøter Joensen. Lokkar fólk heim Men hví ikki send­a øll uttan­ land­s at lesa, og so hava eina lítla móðurmálsd­eild­ her? Ja, hví ikki? Millum fyri­ munirnar kunnu vit nevna, lættari atgongd­ til d­ygd­ar­ góða útbúgving og fleiri val­ møguleikar fyri tey ungu, sum fara uttanland­s. Har­ afturat kunnu tey koma aft­ ur við neyðugum íblástri, um tað eyd­nast samfelag­ num at fáa tey aftur til land­­ ið, sigur Juanna Schrøter Joensen. Og hon held­ur fram við at hugleiða, men nú um, hvørjir vansarnir kunnu vera. ­ Millum vansarnar kunnu vit nevna, at tá ið ung fólk fara av land­inum í bestu árum, er ógvuliga sannlíkt, at tey verða veran­ d­i uttanland­s, har tey ofta hava betri arbeiðsmøguleik­ ar, starvstreytir og kanska eisini finna sær maka. Spurd­, hvat vit sum land­ skulu gera til tess at fáa tey heim aftur, greiðir hon frá, at flestu føroyingar, sum vend­a aftur til Føroya fyri at starvast eftir lokna útbúgving, gera tað í høvuðsheitum orsaka av familju ella øðrum serføroy­ skum viðurskiftum, sum heimlongsul. ­ Tí er alneyðugt at gera meira fyri at bjóða betri starvsmøguleikar og at rað­ festa útbúgving og gransk­ ing hægri. Tá eri eg vís í, at tað eisini hevði borið til at fingið enn fleiri heim aftur eftir lokna útbúgving, sigur Juanna Schrøter Joensen. Mugu málrætta granskingina Ynskja vit at fáa fleiri heim aftur eftir lokna útbúgving, er alneyðugt at gera meira fyri at bjóða betri starvsmøguleikar og at raðfesta útbúgving og gransking hægri. Hetta sigur Juanna Schrøter Joensen, fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði - Eitt ótal av kanningum vísa, at dygdargóð útbúgving og gransking eru tær týdningarmestu fyritreyt- irnar fyri búskaparligum vøkstri, staðfestir Juannu Schrøter Joensen