Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 23 Floksblaðið – Valið 2008 Góðu eysturoyingar Jógvan á LakJuni landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins Tey seinastu knøppu 10 árini havi eg havt tann framíhjárætt at umboða Eysturoynna á tingi og í landsstýri – fyrst nærum seks ár sum tingmaður og nú tey síðstu fýra árini sum landsstýrismaður. Hetta hevur verið eitt spennandi tíðarskeið við stórari framgongd á nærum øllum økjum í samfelagnum. Vinnulívið Vit kunnu fegnast um, at tað hevur gingið vinnulívinum væl, og eru sjálvandi errin av, at vit framvegis kunnu kalla Eystur­ oynna krumtappin í tí føroyska samfelagnum. Tað, sum fram­ haldandi hevur týdning, er, at vinnan hevur so góðar um­ støður sum møguligt, so hon kann vera kappingarfør og lønandi og á tann hátt koma oynni og øllum samfelagnum til góðar. Samferðslukervið Fyri Eysturoynna hevur sam­ ferðslukervið, sum bindur oynna saman, alt at siga, og vit fegnast um tær íløgur, sum eru gjørdar tey seinastu árini – ikki minst vegin út á Strendur og umvælingina av Norðskála­ tunlinum. Stórar broytingar eru farnar fram á samferðslu­ økinum, nú norðoyatunnilin er komin, og fyri framman standa veldigar broytingar, nú skjótt verður farið undir tunnils­ samband til Havnar. Her er týdningarmikið, at øll Eystur­ oyggin er við. Økismenning Fólkaflokkurin gongur inn fyri at leggja enn fleiri uppgávur út til kommunurnar at umsita. Hetta fer at menna økini og fáa fleiri almenn arbeiðspláss út í bygdasamfeløgini – eisini í Eysturoynni. Tað hevur stóran týdning, at fólk, ið hava fingið sær hægri útbúgvingar, ikki øll enda í høvuðsstaðnum. Vit í Eysturoynni hava brúk fyri hesum fólkunum, sum kunnu vera við til at menna bygda­ samfeløgini á øllum økjum – ikki minst innan mentan, ítrótt, kirkju­ og samkomulív. Góðu oyggjarfólk Eg havi latið meg stillað upp aftur hesaferð og fari enn einaferð at bjóða meg fram at umboða Eysturoynna og sjálvandi alt landið á tingi. Umframt hetta, ið nevnt er omanfyri, vil eg m.a. fegin leggja dent á hesi mál: • at vit halda fram á sjálvstýris­ og sjálvbjargniskós • at skattatrýstið ikki økist, og at ognarskattur ikki kemur upp á tal • at familjan, sum er kjarnin í samfelagnum, verður fjálgað • at tey gomlu, veiku og sjúku skulu hava mannsømilig kor • at menningartarnað hava góð kor – eisini tá ið tey vaksa til og eldast • at rørslutarnað kunnu luttaka í samfelagnum sum allir aðrir borgarar • at strammað verður upp í fólkaskúlanum • at lógir ikki verða gjørdar, sum stríða ímóti kristnari siðalæru Marian P. gerðaLíð Valevni hjá Fólkaflokkinum Familjan At peningur verður settur av á fíggjarlógini til fyribyrgjandi skeið í parsamskifti. At barsilsfarloyvið verður longt til 52 vikur At stakir uppihaldarar fáa betri sømdir. Eldri At fleiri tilhald verða gjørd, har eldri kunnu koma um dagin. At møguleiki verður fyri fyribyrgjandi venjing fyri eldri runt í landinum, t.d. í bólkum. At fleiri eldraíbúðir verða gjørdar. Serligur tørvur At stovnar sum t.d. Reiðri á Saltnesi fáa betri umstøður. At tilboð vera til øll við serligum tørvi ­ tað veri seg børn ella vaksin. At tað skal vera koyrandi við koyristóli runt í føroyskum bygdum. Endurmenning (rehabilitering) At uppvenjingar/ endurmenningar miðstøð verður sett á stovn. At tilboð skal vera um uppvenjing til allar aldursbólkar. Skúlin At næmingar skulu fáa undirvísingartilboð til tað støði, teir eru á, so at skúlin veruligani er fyri øll. At teldutøkt undirvísingartilfar verður, sum er egnað til næmingar, sum t. d. bert samskifta ígjøgnum teldu. Mál og mentan At stuðul verður veittur til at gera føroysk mennandi telduspøl til børn undir skúlaaldur. At fleiri føroyskar barnasendingar við mennandi tilfari verða gjørdar. Hjálpartólamiðstøðin At Hjálpartólamiðstøðin kann fáa møguleika at hjálpa øllum føroyingum ­ uttan mun til, um man býr á stovni ella heima. At Hjálpartólamiðstøðin fær betri hølisviðurskiftir. Nøkur av málunum, sum Mariann Poulsen Garðalíð, Skála, valevni Fólkafloksins, ætlar at arbeiða fyri Familjan og skúlin í fremstu røð Tóri HøJgaard Form, Ung fyri Miðflokkin Valevni Miðflokksins Herfyri var kunngjørt, at Før­ oyar enn einaferð høvdu fingið eitt sera vánaligt úrslit í PISA kanningini – og hesu­ ferð var tað ikki bara ein undankanning. Tann nú so ófrættakenda PISA kanningin hevur elvt til mikið kjak her á landi, og fólk eru sera ymisk á máli um, hvussu vit skulu betrað um førleikarnar hjá næm­ ingunum í føroysku skúlu­ num. Læraraútbúgvingin Sum flest øllum kunnugt er ­ og hevur tað síðani 1870 verið – gjørligt at lesa til lærara í Føroyum. Læraraút­ búgvingin í Føroyum er at javnmeta við tí í Danmark. Eg meti, at tað er eitt gott hugskot at broyta verandi skipan, so at læraraútbúgv­ ingin verður meira lík einari Bachelor útbúgving, har lesandi leggja meira dent á eina ávísa lærugrein t.d. enskt, føroyskt ella stødd­ frøði. Umframt hetta hevði so sjálvandi komið tann meira pedagogiski parturin av lesnaðinum. Hetta hevði givið tí læraralesandi møgu­ leika fyri at ogna sær nógv størri førleikar í tí einstaka fakinum og hevði tískil ført til, at viðkomandi sum lærari betur var førur fyri at undirvísa í hesum sama faki. Hetta mynstrið síggja vit í m.a Finnlandi, ið varð tað landið, ið kláraði best í PISA kanningini. Undirvísingin Í dagsins fólkaskúla verður fyri ein stóran part undirvíst heilum flokkum, har allir næmingar – uttan mun til bókligan førleika ­ fáa somu undirvísing. Um man hugsar um hetta eina lítla løtu, so sigur tað seg sjálvt, at tað er púra ógjørligt hjá einum lærara at undirvísa uml. 20 næmingum á ymiskum støði í senn. Lærarin er heilt einfalt ikki førur fyri at geva eina frálæru, har allir næmingar kunnu fylgja við. Hetta má sjálvandi enda við, at sum oftast verður undirvísingin tillaga miðal næminginum. Tað vil siga, at bæði tann næmingurin, ið er yvir miðal, og tann, ið er undir miðal í bókligum førleika, detta burtur ímillum. Sjálvur haldi eg tað vera eitt gott hugskot at býtt næmingarnar upp eftir, hvussu væl fyri teir vóru. Hetta hevði gjørt, at teir, ið vóru oman fyri miðal, fingu ta eyka avbjóðingina, ið teimun tørvaði, samstundis sum teir, ið høvdu torført við tí bókliga, fingu undirvísingina á tí støði, ið teir vóru á. Havi tosað við fleiri lærarar, ið eftirlýsa einari tílíkari loysn, við tað at verandi støða als ikki er nøktandi. PISA og framtíðin hjá Fólkaskúlanum Tó at summi hava hug at kveistra hesa kanning til viks sum verandi ósakliga og óviðkomandi, so haldi eg, at vit áttu um ikki annað at sæð hesa kanning sum eitt høvi til eitt sindur av sjálvs­ rannsakan. Hvat vilja vit við fólkaskúlanum? Og vilja vit gjalda tað, ið tað kostar at hava ein góðan skúla? Hetta at betra um fólka­ skúlan verður eitt av mínum fremstu málum, um eg verið valdur á ting tann 19 jan. PiSa