Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2008 Hóast ikki færri enn tveir landsstýrismenn eru búsitandi í Streymnesi, er ikki serliga stórur áhugi fyri politikki manna millum í økinum. Tá er nógv størri áhugi fyri EB/Streymi!! Valfepur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Streymnes: - Ja, tað er vist. Tá vit tosa um fótbólt, tá eru øll við. Tað er tað, sum hava vit áhuga fyri, siga fólk á gøtuni. Í góðveðrinum hósdagin í farnu viku var valbussurin hjá Sosialinum og Rás 2 á vitjan í Streymnesi. Her er rættiliga stórur spenningur er um valið, nú Heðin Zachariassen og Magni Laksáfoss eru valevni til løgtingsvalið. Tann fyrri er eitt kent and- lit í kommunalpolitikki og landspolitikki, meðan hin ikki kom á tann politiska leikpallin, fyrrenn í fjør tá nýggjur maður skuldi finnast at stýra búskapinum og fíggjarstøðuni í landi- num. Hinvegin kann staðfestast, at fólk ikki til fulnar geva sær far um alla mongdina av valpropaganda sum floymir oman yvir tey í hes- um døgum. Høvuðsvalevnini í bygd- ini hava tí eitt stórt arbeiði at fara undir, at gera fólkini tilvitað um politikk og um at júst tey eiga at atkvøða fyri sær. - Jú, vit hava báðir eitt arbeiði at gera, siga Magni Laksáfoss og Heðin Zacha- riasen sum búgva bert eitt hanagleiv frá hvørjum øðr- um á Streymnesi. Við valið fyri fýra árum síðani var Fólkaflokkurin størsti flokkur í Hvalvík við 115, meðan Sambandsflokk- urin fekk næstflestar at- kvøður men helvtina færri, nevniliga 57. Við hetta valið hevði Fólkaflokkurin eina framgongd uppá sløk 12 %, meðan Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd uppá sløk 10%. Men við seinasta fólka- tingsval var munurin minni millum flokkarnar. Tá fekk listi A 86 og listi B 49 at- kvøður. Fótbólt – ikki politikk Ein vitjan í hesi lítlu bygdini við sínum 205 íbúgvum vís- ir bert, at áhugin fyri tí polit- iska orðaskiftinum kundi verið munandi størri. Fólk vita sjálvandi at løg- tingsval er í hondum, men annars er áhugin fyri tí millum lítil og eingin. At tosa og kjakast um politikk tykist heldur vera nakað fyri tey útvaldu, og ikki fyri Palleba og Marsannu í Streymnesi. - Noy, vit tosa um nakað heilt annað – fótbóltsfelagið EB/Streymur. Teir hava vant spakuliga í vetur, men mánadagin – tað er: í dag – byrja teir av álvara at venja uttandura. - TAÐ er meiri handgrípi- ligt og TAÐ hava vit áhuga fyri. Ikki politikkinum, siga fólk á gøtuni. Hinvegin kann staðfestast, at tá val er so gera fólk kort- ini sína skyldu og møta upp við valstaðið: Í 2002 vóru 90,1 % av veljarunum á vali, men tá valið var í 2004 var talið hækkað heilt upp í 92,2. Hetta var 0,1 % hægri enn miðaltalið kring land- ið. Tveir landsstýris­ menn Av røttum áttu fólk í økinum at havt stóran áhuga fyri tí politiska orðaskiftinum. Ikki færri enn tvey valevni eru úr Streymnesi, enntá tveir landsstýrismenn. Hetta er fyrstu ferð nakran- tíð at tveir landsstýrismenn eru úr hesi bygdini. Talan er um fíggjarmála- ráðharran Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og sum er uppstillaður í Suður- streymoy og innlendismála- ráðharrin, Heðin Zacharia- sen sum er uppstillaður fyri fólkaflokkin í Norðstreym- oy. Tað serstaka við hesum er, at sambært veljarakann- ingini, ið varð almanna- kunngjørd í Sosialinum um vikuskiftið, so hava báðir ein sess í nýggja løgtingi- num. Við valið í 2004 fekk Heðin 111 av 115 atkvøðum í Hvalvík, meðan Magni Laksáfoss fekk 80 atkvøður í Norðoyggjum, og var í roynd og veru bert nr. 3 á listanum. Stuttligt orðaskifti Arbeiðsfólkið hjá Norðsetur í Hvalvík hava úr at gera við at nøkta tørvin hjá fólki, ið ynskja hús frá teimum. Men tey skulu sjálvandi hava matarsteðg við millum- bilum, og er hetta ein løta sum menn gleða seg til. Gott er at fáa ein bita og haraftrat er sera stuttligt at lurta eftir teimum tilkomnu monnunum, sum hava góða hylling á politikki. Serliga tveir teirra plaga at vera sera ídnir í tjakinum um politisk viðurskifti. So- leiðis hevur verið, og tað er ikki vorðið stórt frægari, nú tað av álvara er farið at stunda til val. - Teir duga sera væl at tjakast og duga eisini sera væl at øsa hvønn annan upp. Tú kanst ætla, at tá ein tjóðveldismaður og ein sam- bandsmaður tjakast um poli- tikk, tá eru teir ikki heilt samdir um alt. - Teir duga sera væl at taka til, og vit aðrir sita bara í skellilátri at teimum. Teir eru fínir, sigur eitt av ar- beiðsfólkunum á virkinum. Eitt annað av starvsfólk- unum á Norðsetur er 19 ára gamli Torfinn Djurhuus úr Hvalvík. Hann var fyrstu ferð á vali í november, tá fólkatingsvalið var, og skal nú á fyrsta sinni greiða atkvøðu til løgtingsvalið. Sjálvur hevur hann fylgt nakað við orðaskiftinum í bløðum og fjølmiðlum, men saknar at valevnini Gev okkum fótbólt – ikki Hansina Johannesen heldur, at sjúkrahúsverkið eigur at raðfestast høgt ” Tú kanst ætla, at tá ein tjóðveldismaður og ein sambandsmaður tjakast, tá eru teir ikki heilt samdir um alt (Starvsfólk á Norðsetur) Enn eitt nám í Grønlandi Avstralska námsfelagið Rimbal Pty Ltd. hevur gjørt av at fara undir námsvinnu í Suðurgrønlandi. Talan er um at vinna evnið eudialyt, sum verður brúkt á virkjum, sum gera prýðislutir. Evnið er funnið í einum øki nærhendis býunum Qaqortoq og Narsaq, sigur KNR. Á einum kunnandi fundi í síðstu viku greiddi avstralska felagið frá, at tað skal hava minst 80 fólk til arbeiðis, og at námið ætlandi fer undir vanligan rakstur um tvey ár. Lækkið mvg’ið á gerandisvørum Samtak mælir til at lækka mvg’ið á mjólk, breyði, mjøli, frukt, grønmeti og øðrum neyðugum húsarhaldsvørum fyri at lætta um í føroysku húsarhaldunum. Henda lækkingin hevði verið tann besti skattalættin, og hetta stig rakar eisini sosialt rætt. Samtak sigur í tíðindaskrivi, at um mvg’ið hevði lækkað til 10% á neyðugum húsarhaldsvørum, so skuldi forbrúkarin einans rinda 10 kr omaná hvørjar 100 kr í mun til 25 kr, sum tað er í dag, og hetta hevði gjørt alstóran mun í gerandisdegnum. Tað ber ikki til at gera nakað við altjóða prísirnar á eitt nú korni og olju, men landið hevur kortini møguleika at ávirka prísirnar á gerandisvørum umvegis mvg skipanina