Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 24 Floksblaðið – Valið 2008 Hvat er munurin á Sjálvstýrisflokkinum og hinum flokkunum? Kári P. Højgaard Formaður Sjálvstýrisfloksins kph@kallnet.fo mobil 512494 ella 254833 www.sjalvstyri.fo • Umhvørvi: Umboð Sjálv­ stýrisfloksins hevur á Løgtingi og í Norðurlandaráðnum arbeitt fyri at fingið ásett, at rein umhvørvisvinarlig orka verður nýtt í allari almennari bygging. • Sjálvstýrisflokkurin sum tann einasti, gekk áheitanini og ynskinum frá bygdaráðnum í Leirvík á møti og legði lógar­ uppskot fyri Løgtingið um veg oman fyri bygdina. • Sjálvstýrisflokkurin sum ein­ asti flokkur, atkvøddi ímóti uppskotinum at byrja arbeiðið við at gera undirsjóvartunnil til Sandoyar 1. November 2009, við einans 1% av íløguni á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008. Skal talan verða um raðfesting, má flokkurin tora at vísa á hvat er ynskiligt, neyðugt og bráneyðugt. Sjálv­ stýrisflokkurin heldur at tað er alneyðugt komandi valskeiði at raðfesta útbúgving í fremstu røð, ikki minst møguleikan fyri at taka partar av víðariút­ búgvingini í Føroyum. At skeivleikin í kynsbýtinum er 2000 færri kvinnur ella 8­9%, má takast í størsta álvara. • Búnaðarlóggávan endur­ skoðast. Sjálvstýrisflokkurin havt lógaruppskot um matrik­ ulering og rættindini til traðir. • Sjálvstýrisflokkurin vil broyta pensjónsiskoytisskipanina, so føroyingar, ið flyta av landinum verða javnstillaðir við norð­ urlendingar og ikki sum nú missa útgjaldið úr Samhalds­ fasta, um teir flyta av landi­ num. • Einasti flokkur sum hevur í stevnuskrá síni, at løgmaður skal veljast beinleiðis av fólki­ num. • Fyrsti flokkurin til løgtings­ valið 2008, ið sendi valskrá út í hvørt hús í landinum, har tygum síggja, hvat flokkurin ætlar at fremja i verki komandi fýra árini. • Fyrsti flokkur, sum í verki visir gjøgnumskygni og hevur almannakunngjørt floksstuðul og valútreiðslur. Eysturoyggin hevur seinastu árini verið háborg Sjálvstýris­ floksins. Velji gjøgnumskygni, tryggleikan og flokkin, har valevnini fylkjast undir slag­ orðinum Lið um lið, stig fyri stig. X við lista D Nakrir tankar um heilsuverkið og annað Kristianna MicHelsen Valevni fyri Miðflokkin á lista H Er yvirbygningurin í sjúkrahús­ verkinum ikki vorðin ov stór­ ur? Tað er sera umráðandi, at størsti parturin av peninginum, ið verður játtaður til heilsu­ verkið, endar har, ið viðgerðin av tí sjúka gongur fyri seg. At sjúk fólk verða stúvað saman á trongum stovum uttan wc og brúsu eigur ikki at koma fyri í einum framkomnum sjúkrahúsverki. At fólk verða so skjótt útskrivaði ger, at tað tekur longri tíð at fáa førleikan aftur. Tað eigur ikki at verða spart innan reingerðing, men heldur eiga fólt at verða útbúgvin innan hetta økið, ið hevur al­ stóran týdning fyri at fyribyrgja infektiónir á einum sjúkrahúsi. Vit eiga at vera ajour innan bestu viðgerðina ella at senda okkara sjúklingar, har besta viðgerðin er at fáa. Eitt týðandi mál innan sjúkrahúsverkið má vera, at uppvenjingin av fólki, ið hava fingið blóðtøpp ella bløðing í heilan, verður raðfest høgt. Týðandi er eisini, tá viðgerðin á sjúkrahúsinum er liðug, at ein framhaldandi uppvenjing fer fram innan aðrar karmar. Ambulatoriið fyri allar neu­ rologiskar sjúkur, so sum Par­ kinsson og Parkinsson líknandi sjúkur, epilepsi, sclerosu, blóð­ tøppar ella bløðingar, alz­­ heimer, demens o.s.fr, eigur at verða sett á stovn. Fleiri neurologar eiga at fáast til landið, eins og tað eisini mugu útbúgvast fleiri sjúkrarøktar­ frøðingar innan neurologiska økið, so at tey ið líða av hesum sjúkum, kunnu fáa neyva og góða viðgerð, uttan at vera noydd at fara av landinum at fáa sær heilsuhjálp fyri egnan kostna. Uppvenjingardepil fyri neu­ rologiskar og rheumatiskar (gigta) sjúkur má setast á stovn. Ásannast má, at Føroyar eru ov lítið samfelag til fleiri uppvenjingarstøð. Ein felags uppvenjingardepil hevði gjørt stórt gagn, tá tað er sera um­ ráðandi fyri allar neurologiskar sjúkur og gigtasjúkur, at ein fær fysiurgiska og ergotera­ peutiska venjing. Ein tílíkur depil kundi eisini gagnað øðr­ um eldri sum yngri við tørvi. Jólatoskur – fiskidagaskipanin sonni joHansen Valevni hjá Tjóðveldinum Eru toskarnir væl nøgdir við fiskidagar, ella vilja teir heldur svimja frítt runt og ikki vera ein hóttur stovnur? Hvussu við útróðrarmonn­ unum? Sera lítið av toski er at fáa, eingin várróður, slettis eingin gýting í fleiri ár. Við hýsuni er sama skilið, tú fært bert smáa hýsu og lítið er til. Um fiskidagaskipanin er gjørd fyri at verja stovnarnar, so riggar hon ikki. Hvat hava vit so eina slíka skipan til? Løtt at umsita, sera fáir skipabólkar verða raktir av avmarkingum, næstan allir eru sera væl nøgdir, frítt fiskarí. Ein bólkur, sum hevur verið størri, enn hann er í dag, er ikki væl fyri. Tað eru fiska­ stovnarnir. Tað eru fleiri ár síðani, at ávaringarklokkurnar fóru at ringja. Toskur, hýsa og upsi rópa um hjálp. Nøgdin, sum kemur uppá land, minkar, og tað, sum er eitt greitt dømi um, at ein stovnur er alt ov hart troyttur, er, at støddin á fiskinum minkar, men eingin uttan fiskifrøðingarnir latast um vón. Politikarar blíva samdir at minka veiðutrýstið 1%, so koyrir tað víðari, sjálvt um allir, sum fiska, vita, hvønn veg tað ber. Gýtingarstovnurin av toski er næstan heilt burtur og hevur verið tað í fleiri ár. Um vit klára at fiska tann seinasta toskin, ivist eg í, men um vit blíva við at taka meir av toskastovninum, verður ringt hjá honum at koma fyri seg aftur. Eg havi verið við, tá alt gekk galið, tað er ikki ein ynskistøða at koma í. At fáa hjálp frá einum ís­ lendskum filosoffi og skúgva okkara fiskifrøðingar burtur, sigur nógv um støðuna. Fiski­ vinnupolitikkurin verður førdur eftir lummafilosofi­hugsjónini. Tað skulu heilt aðrir tankar til. Vit mugu seta okkum heilt onnur mál. Er hetta verðsins besta skipan? Verður eingin jólatoskur? Eru vit teir størstu toskarnir? Vinjard joHansen Valevni hjá Miðflokkinum Herfyri upplivdi eg sjálvur at koma suður á Landssjúkrahús­ ið og at verða vendur í hurðini. Læknin kundi ikki hjálpa okk­ um, sjálvt um dótturin, sum er gott 10 mánaðar gomul, hevði 40,4 í febri. Tey flestu hava hoyrt um hendan tilburð í Útvarpi Før­ oya. Støðan var als ikki góð, men tíbetur gekk tað væl, hóast alt, og dótturin er nú komin heim og hevur tað gott. Um jóltíðir hava vit eisini hoyrt, hvussu avvarðandi hava verið noydd at tikið sær av sjúkum fólki, tí heilsuverkið ikki kundi nøkta tann tørvin, ið var. Hetta kunnu vit ikki liva við í einum framkomnum sam­ felagi. Her eigur okkurt at verða gjørt skjótast gjørligt. Tað er sera umráðandi, at vit hava eitt heilsuverk, ið virkar. Okkara heilsuverk er skipað í tvær skipanir, læknaskipanin og heilsuverkið, men best hevði verið at tað var ein og sama skipan, alt undir heilsuverkinum. Eg fari at arbeiða fyri at fáa hetta at virka, um eg komi inn á løgting eftir valið 19. januar. Set X við lista H Heilsuverkið og læknaskipanin skulu endurskoðast Eftir nógva umrøðu hesa seinastu tíðina kann staðfestast, at læknaskipanin og heilsuverkið als ikki virka. Hesar skipanir mugu broytast skjótast gjørligt, áðrenn tað fær ov nógvar fylgir