mánadagur 14. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2008
29
tíðindi
- Tað hevur eydnast Hans Paula Strøm at koma niðan í tingið við nøkrum kladdum, sum hann
ikki hevur fingið ígjøgnum, segði Bill Justinussen úr Miðflokkinum
»Bleytu virðini skapa hørðu úrslitini«, er slagorðið hjá nýggja valevninum hjá Tjóðveldi,
Bergtóru Høgnadóttir, og fríggjakvøldið helt hon fram við at profilera seg sum ein politikari við
greiðum fokusi á teimum bleytu virðunum
Kampanjan hjá Sambandsflokkinum fyri teimum bleytu virðunum eyðkendi retorikkin hjá
nýggja valevni Sambandsfloksins, Georg L. Petersen. Hann tyktist tó merkiliga fráverandi í
Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið
- Tríggir fjórðingar av ársins fíggjarlóg verða nýttir til tey bleytu virðini, og tí er tað heilt einfalt
skeivt, at vit bara raðfesta tunlar og hørð virði, segði Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri
- Vit skulu yvirtaka útlendingaøkið ongantíð ov skjótt og gera okkara egnu fleksiblu
útlendingalóg, so vit kunnu taka útlendingar til Føroya alt eftir, hvat arbeiðsmarknaðurin og
samfelagið hevur tørv á. Í staðin sita vit í dag við eini lóg, sum Pia Kjærsgaard hevur skrivað,
segði Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum
- Samgongan hevur økt um játtanina til »bleyt virði« við 700 milliónum seinastu fýra árini,
segði Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum. Hon segði eisini, at Javnaðarflokkurin ikki fer
at ganga við til ein skattalætta í eini komandi samgongu