mánadagur 14. januar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Januar 2008
28
Floksblaðið – Valið 2008
Besta boðið
Jógvan á LakJuni
landsstýrismaður og
valevni Fólkafloksins
Vit kunnu vera ósamd um
nógv. Men tá ið vit seta okkara
umstøður í perspektiv og sam
anbera tær við ta neyð og
elendigheit og tann harðskap,
sum er mangastaðni í heimi
num, so hava vit føroyingar
tað ómetaliga gott – og í tí
ljósinum fær mangt av tí, sum
vit kjakast um í einum valstríði,
eitt annað skin.
Men her skal stýrast, og
sjálvandi ger tað ikki tað sama,
hvussu stýrt verður, og hvørja
politiska skipan, vit hava!
Vit í Fólkaflokkinum bjóða
okkum fram og halda sjálvandi,
at vit hava besta boðið upp á
hetta!
Í bókini, »Men lívið lær«,
lýsir Heðin Brú tað klassabýtta
føroyska samfelagið síðst í
átjandu øld, har lógirnar
bundu fólkið niður. Høvuðs
persónurin í bókini er ein
kvinna, Durita, og hon verður
lýst sum ein hetja, ið við sínum
virkisfýsni fær endurreist stór
ar partar av bygdini og meira
aftrat, tí hon situr ikki og ivast
í hvussu og hvat, men uttan at
drála ger hon tað, hon veit, er
rætt – og hon berjist fyri, at
føroyingurin skal fáa manna
rættindi í egnum landi.
Í hesi bókini lýsir Heðin Brú,
hvussu stóran týdning kvinnan
altíð hevur havt í tí føroyska
samfelagnum,
men
eisini
hvussu ómetaligan týdning
bara eitt menniskja kann hava
fyri sítt umhvørvi og sítt land.
Og vit vita øll, hvussu týdn
ingarmikið tað er, at fólk, sum
hava hugsjónir, vilja og áræði
– tað veri seg í vinnulívi, innan
mentan ella ítrótt – sleppa
framat at virka, og tað er so
týdningarmikið, at vit, sum
bjóða okkum fram sum polit
ikarar, gera alt fyri at skapa
karmar, soleiðis at tey fólkini,
sum vilja nakað, sleppa framat
at virka.
Hesum politikki stendur
Fólkaflokkurin fyri. Vit vilja, at
tann einstaki borgarin skal
hava frælsi til sjálvur at leggja
egin viðurskifti til rættis eftir
evnum, vilja og undir ábyrgd
fyri sær sjálvum og sínum.
Men samstundis er tað so
týðandi, at vit ikki gloyma tey,
sum ikki eru ment at klára seg
sjálv í samfelagnum – tey
menningartarnaðu, tey rørslu
tarnaðu og onnur, sum bera
brek. Her hava vit sum pol
itikarar eina av okkara størstu
skyldum: at taka okkum av
okkara veikastu borgarum og
hjálpa foreldrum og familju,
sum ofta sita so einsamøll við
trupulleikunum.
Menningin av skúlaverkinum
kristina Berg
Tjóðveldi
Í einum altjóðagjørdum heimi,
har fólk so væl sum vørur og
framleiðsla flyta ímillum lond,
alt eftir hvar tað er mest áhuga
vert ella gevandi at vera, eru
krøvini stór til, hvat eitt land
hevur at bjóða tí einstaka.
Framleiðslu, tøkni og tæn
astuvinnur leita til tey støð,
har tey fáa sum mest burturúr
íløgunum. Lønarlagið í Føroy
um er ov høgt til, at vit eru
áhugaverd fyri hópframleiðslu
av ymsum slag, og tað eru
helst fá, ið eru áhugaði í einari
lægri miðalløn í Føroyum. Tí
verður í einum framtíðar fríum
Føroyum alneyðugt at hava
vitandi fólk til serframleiðslu,
tøkni og ymsar tænastur.
Vit mugu leggja dent á
lærdóm og vitan, á evnini at
greina og lýsa og á sjálvstøð
uga hugsan. Fremsta uppgávan
hjá skúlanum er at birta
uppundir áhugan hjá børnum
fyri ymiskum fyribrigdum og at
finna sær fram vitan.
Bæði næmingar
og lærarar
Vit mugu tískil menna føroyska
skúlaverkið frá fyrsta skúladegi
til Fróðskaparsetrið. Vit mugu
tryggja okkum, at fólkaskúlin
hevur neyðugu fíggjarligu og
rúmligu karmarnar til at bjóða
fram mennandi skúlagongd
fyri allar næmingar.
Men vit mugu eisini tryggja
eitt gott, áhugavert og menn
andi arbeiðsumhvørvi fyri lær
ararnar, har hesir trívast og
ynskja at vera verandi heldur
enn at ynskja seg burtur til eitt
annað, betri lønt starv t.d. í
privatu vinnuni.
Trivnaðurin skal vera í há
sæti, bæði fyri lærarar og næm
ingar.
Happing eigur ongantíð
vera góðtikin, men manglandi
áhugi fyri skúlanum eigur at
vera átalaður, bæði tá tað snýr
seg um lærarar og næmingar.
Grundarlagið hjá teimum
einstøku næminginum, tá tey
er liðug við fólkaskúlan, eigur
at vera so gott, at tey uttan
stórvegis trupulleikar kunnu
fara víðari á miðnámsskúla,
um áhugi er fyri tí, antin í
Føroyum ella uttanlands.
Okkara næmingar mugu
kunnu standa seg í kappingini
við næmingar úr øðrum fram
komnum londum. Ein og hvør
næmingur eigur at hava møgu
leika at velja sær eina víðari
leið eftir egnum áhuga, innan
handil, list, tónleik, tekniska
útbúgving ella studentaskúla,
umframt víðari lestur av yms
um slag.
Førleikan til hetta valið eigur
næmingurin at hava fingið í
føroyska fólkaskúlanum. Men
eisini miðnámsskúlarnir í Før
oyum mugu kunna standa seg
í kapping við aðrar miðnáms
skúlar, eins og Læraraskúlin og
Fróðskaparsetrið skulu vera
kappingarfør.
Hesir útbúgvingarstovnar
mugu hava góðar karmar at
virka undir og eina nútíðar
hóskandi undirvísingarætlan,
sum bæði byggir á altjóða
krøv, men eisini á tað, sum er
serstakt her á landi.
Vinnan og skúlin
Eisini vinnan hevur áhuga í og
fær ágóðan av einum væl út
búnum fólki. Tí skal vinnan
eisini vera virkin við at vera
opin fyri, at næmingar á yms
um skúlum og ymsum skúla
stigum kunnu hava møguleika
fyri í eitt styttri ella longri
tíðarskeið at arbeiða aftaná
skúlatíð ella sum liður í út
búgvingini, í starvsvenjing ella
í tíðaravmarkaðum verkætlan
um.
Næmingar, sum hava royndir
innan ymsar vinnugreinar, hava
størri møguleika fyri at velja ta
røttu útbúgvingina og kunnu
skapa sær eitt týdningarmikið
netverk at byggja eina víðari
yrkisleið á.
Um lesandi uttanlands hava
góða kontakt við arbeiðspláss
í Føroyum, er áhugin størri fyri
at venda heim aftur og harvið
geva nýggjan íblástur uttanífrá.
Framburður er ikki nakað, ið
kemur av sær sjálvum, men er
nakað, vit sjálvi skapa við
miðvísum íløgum, framskygdari
hugsan, skapanaráhuga og
nýhugsan. Hetta eru eisini
lyklaorð í tí nógv nýtta hug
takinum íverksetan. Íverkset
anarmentanin í Føroyum má
mennast, og hetta kunnu bæði
vinnan og skúlaverkið stuðla
undir við at eggja til skapanar
huga og nýhugsan.
Tjóðveldi vil arbeiða fyri, at
føroyska skúlaverkið alt livir
upp til altjóða, nútímans krøv
við virðing fyri tí einstaka og
umhugsan fyri fjøldini, og vit
stuðla tí ríka skapandi virk
seminum, sum vit hava her á
landi. Hervið styrkja vit um
okkara samleika og støðu sum
serstøk tjóð úti í heimi.
Við tjóðveldiskvøðu,
Kristina Berg,
Handilsskúla- og
Studentaskúlalærari,
Fuglafjørður