mánadagur 14. januar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 9 - 14. januar 2008
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Fangalegan í Guantanamo hevur givið USA eitt so ringt
umdømi, at vit eiga at lata hana aftur
(Micheal Mullen generalur)
útlond
Stutt Sagt
Bók um Clin
tonhjúnini
Rithøvundurin Tina Brown,
sum skrivaði ævisøguna hjá
Dianu prinsessu, er nú í
ferð við at skriva eina bók
um Bill og Hillary Clinton.
Fleiri bøkur eru skrivaðar
um Clinton-hjúnini, men
Tina Brown sigur, at henn-
ara bók fer at viðgera teirra
politiska og samfelagsliga
virksemi heldur enn ymisk
persónlig viðurskifti, soleið-
is sum summir aðrir høv-
undar hava gjørt. Ævisøg-
an, sum Tina Brown skriv-
aði um Dianu prinsessu, og
sum kom út í fjør, fekk sera
góða móttøku og er seld í
meiri enn 300.000 eintøk-
um, skrivar blaðið The New
Yorker, sum Tina Brown
fyrr hevur arbeitt hjá.
Deyðadóm
ur úr gildi
Í Týsklandi hava myndug-
leikarnir ógildað deyðadóm-
in, sum tann 24 ára gamli
niðurlendingurin Marinus
van de Lubbe fekk fyri at
hava selt eld á Ríkisdagin í
Berlin tann 27. februar í
1933. Adolf Hitler var vorð-
in ríkiskanslari stutt framm-
anundan, og hann brúkti
eldsbrunan sum umbering
fyri lógum, sum millum
annað settu tali- og pressu-
frælsið úr gildi. Marinus
van der Lubbe bleiv háls-
høgdur í Leipzig tann 10.
januar í 1934. Í 1967 gjørdu
týsku myndugleikarnir av
at broyta dómin til átta ára
fongsul. Nú er revsingin so
ógildað við teirri grundgev-
ing, at rættarmálið fór ikki
rætt fram, og at Marinus
van der Lubbe bleiv dømd-
ur eftir einari lóg, um bleiv
sett í gildi við afturvirkandi
gildi.
Flogferð til
pólin
Eitt felag í Avstralia er farið
undir ferðafólkaflúgving til
Antarktis.
Upprunaliga
skuldi flogfarið flyta vís-
indafólk aftur og fram, men
nú fáa onnur høvi til at vitja
íslandið. Tann fyrsti túrurin
var um vikuskiftið. Tað er
umráðandi at hugsa um
umstøðurnar, tí tá flogfarið
fór úr Avstralia, vóru 30
hitastig har, og tá tað lendi á
Antarktis, vóru 17 kulda-
stig.
Russarim Vitalij
Kalojev misti konu
og børn í einari
flogvanlukku. Sum
hevnd myrdi hann
flúgvileiðaran. Nú er
hann vorðin ráðharri
Í 2002 stoyttu eitt russiskt
ferðamannaflogfar og eitt
týskt flutningsflogfar saman
11 kilometrar uppi yvir Bod-
en-vatninum á markinum
millum Týskland og Sveis.
Í vanlukkuni misti russar-
in Vitalij Kalojev konuna og
báðar døturnar, sum vóru
fýra og ellivu ára gamlar.
Hann gjørdist frá sær sjálv-
um og fór til Sveis, har hann
myrdi danska flúgvileiðaran
Peter Nielsen, sum hevði
havt vakt í eftirlitstorninum,
tá vanlukkan hendi.
Vitalij Kalojev fekk átta
ára fongsul, men seinni varð
revsingin broytt, og í heyst
slapp hann leysur. Í Moskva
fekk hann eina stórfingna
móttøku, og í heimlandinum
Norður Ossetia bleiv hann
mettur sum hetja. Nú er hann
tilnevndur
vararáðharri
í
byggimálum, skrivar svenska
Aftonbladet.
Clara Rojas fekk
ein son við einum
av sínum burtur
flytarum, meðan
hon sat fangi í frum
skóginum. Í gjár sá
hon sonin aftur
Í síðstu viku sluppu Clara
Rojas og Consuelo Gonza-
lez frá sínum burturflytarum
í Kolumbia, og í gjár slapp
Clara at síggja sín trý ára
gamla son, sum hon ikki
hevði sæð í meiri enn tvey
ár.
Clara fekk sonin saman
við einum av sínum burtur-
flytarum. Tá hann var átta
mánaðir, tóku burturflytar-
arnir hann frá henni, og hon
sá hann ikki aftur. Ikki fyrr
enn á nýggjárinum fekk
hon at vita, at sonurin var á
lívi. Tað vísti seg, at burtur-
flytararnir høvdu latið eini
bóndahjún fostra drongin,
men at hann var vorðin so
sjúkur, at hjúnini høvdu
verið á einum sjúkrahúsi
við honum. Tá hann var
vorðin frískur, tók almenna
barnaverndin sær av hon-
um.
Í gjár var Clara Rojas á
barnaheiminum í Bogotá,
og har sá hon sonin aftur.
Myndugleikarnir
hava
sagt henni, at hon fær sonin,
men at hann fyrst skal læra
seg at kenna mammu sína
og tær nýggju umstøð-
urnar.
Aftur saman við Emmanuel
Clara Rojas og Emmanuel,
sum hon ikki hevði sæð,
síðani hann var átta mánaðir
(Mynd: Polfoto)
Í eina viku hava
bjargingarlið leitað
eftir teirri 26 ára
gomlu Francisku
Rogne í fjøllunum
í Kashmir, men til
fánýtis
Í gjár leitaðu bjargingar-
menn við servandum hund-
um, men heldur ikki teir
kundu finna ta 26 ára
gomlu kvinnuna.
Franciska Rogne fór eina
skíferð niðan í fjøllini í
Gulmarg í Kashmir sein-
asta týsdag, men hon kom
ikki
omanaftur.
Síðani
hava bjargingarlið leitað
eftir henni, men higartil
utan úrslit. Í gjár søgdu ind-
isku myndugleikarnir, at
teir hava smáar vónir um at
finna kvinnuna aftur á lívi.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at leitað verður eftir Fran-
cisku Rogne. Í fjør tók eitt
skalvalop hana og tvey vin-
fólk hennara, og ikki fyrr
enn seks dagar seinni
vórðu tey funnin aftur.
Norsk kvinna
í Kashmir
Franciska Rogne er horvin í Kashmir-fjøllunum
(Mynd: Aftenposten)
Drápsmaður vorðin
ráðharri
Vitalij Kalojev gjørdist hetja eftir at hava myrt danska flúgvileiðaran Peter Nielsen, og nú er
hann vorðin ráðharri
(Mynd: Polfoto)