mánadagur 14. januar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Januar 2008
30
Floksblaðið – Valið 2008
Fyrst og fremst Eysturoyggin
Ein fótbóltshøll í Eysturoynni eigur at hava fremsta prioritet, um
føroyskur fótbóltur skal mennast. Samstundis verður skaptur ein
risa síðuvinningur til mentanarlívið
Jákup Mørk
Ítróttaskrivari
Tað eru nærum tvey ár síðani,
at Fótbóltssambandið gjørdi
av, at ætlaða hallarprojektið,
sum FSF fer at stuðla við á leið
12 mió kr., skuldi verða tað í
Skálabotni.
At verulig gongd ikki er
komin á projektið enn, kunnu
tað helst verða nógvar orsøkir
til. Men tað eigur at seta
gongd á allar alarmklokkur, tá
boðini nú eru, at tað mest
sannlíkt ikki verður talan um
leingja freistina til samtakið
handan høllina. Freistina at
framleggja alt skjalatilfar, har
tað í løtuni verður sagt, at tað
er bert eitt svar um fíggjarpartin
hjá landinum, sum nú restar í.
Men har mentamálaráðharrin
samstundis hevur givið til
kennar, at verður sera trupult
at finna neyðuga peningin
innan fíggjarligu karmar hans
ara.
Havnin fær sítt
Eitt er, at tað er spell, at ein
slík ætlan møguliga dettur
niðurfyri.
Annað er – og tað er í mín
um hugaheimi nógv vanda
miklari – at avleiðingin kann
vera, at FSF avlýsir ætlanirnar
um at nýta UEFAmilliónirnar
til eina fótbóltshøll, men
heldur til annað endamál.
Nakað sum møguliga er í ferð
við at henda.
Av nátturugivnum ávum ber
illa til at venja og spæla fót
bólt alt árið í Føroyum. Tí
hevur ein fótbóltshøll í fleiri ár
staðið ovast á ynskilistanum
hjá teimum, sum arbeiða við
menning av føroyskum fót
bólti.
Hóast
havnarmaður
við
stórum H – um enn røtur eisini
eru av eystara armi av
Skálafjørðinum – so var eg
millum teirra, sum fegnaðust
um, at avgerð varð tikin um at
stuðla eini høll í Eysturoynni.
Sjálvur helt eg kanska, at við
teimum íløgum, sum longu eru
gjørdar í infrakervi og stad
ionumhvørvi annars, so var
Svangaskarð kanska bíligari
møguleikin her, men sakkunn
leikin í FSF valdi høllina í
Skálabotni framum, og tað
hava tey helst eisini havt sínar
orsøkir til.
Men fyri meg var altavger
andi spurningurin í hesum, at
høllin lá uttan fyri høvuðsstaðin.
Við einum komandi Skála
fjarðartunli verður ferðatíðin
úr Havnini kortini ikki longur,
enn hon er til arbeiðis hjá
teimum, sum skulu úr eitt nú
Hoyvík oman í býin. So tann
parturin í sjálvum sær verður
neyvan nakar trupulleiki.
Men fremst av øllum, so er
tað púrasta logiskt, at ein høll
kortini kemur fyrr ella seinni í
Havn. Og sum tað vísir seg, nú
Stóratjørn er ávegis, so helst
fyrr. Og eins logiskt er tað, at
tað neyvan verður talan um
nakra høll aðra staðni í
landinum, kemur tann í Havnini
fyrst. Og tað vildi verið stórt
spell fyri fótbóltin, um talan í
allar ævir bert verður um tí
einu høllina.
So boðskapurin er klokku
klárur. Er Skálabotnur besta
loysnin, so gerið høllina har. Er
tað ikki møguligt, kanni so,
um tað møguligt á Svanga
skarði!
Ikki bert til fótbólt
Og so kann bara leggjast
afturat, at tað als ikki bert
verður fótbólturin, sum kemur
at fáa gleði av einum somikið
stórum projekti, sum eitt
innandura fótbóltsstadion er.
Á Svangaskarði kundi ein slík
verið tann perfekti karmurin
um mongu legurnar og sam
komurnar, sum eru har um
summarið. Bæði sum alternativ
hýsing, tá føroyska veðurlagið
argar, ella sum ein møguleiki
at havt líknandi tiltøk nógv
størri part av árinum. Og
hvussu kundi tað ikki ment
Fjarðafestivalin,
um
høllin
ístaðin lá í Skálabotni.
Framvegis verður hetta ikki
sagt fyri at taka nakað stað
framum. Men bert fyri at vísa á
nakrar fáar av teimum óteljandi
mentunarligu møguleikunum,
sum ein slík høll vildi borið við
sær. Møguleikan at skipa fyri
eini rimmarkonsert við stórum
útlendskum nøvnum, uttan at
fyrireikararnir í mánaðir skulu
ganga hjartkiptir av ræðslu, tí
hvat nú, um veðrið verður
vánaligt. Snøgt sagt ein møgu
leiki at leingja árstíðina til at
fevna um alt árið fyri ein stóran
part av føroyska upplivingar
búskapinum.
Og tá talan samstundis er
um íløgu, sum við vanligum og
skilagóðum viðlíkahaldi helst
røkkur hálva øld fram í tíðina.
So skuldu allar góðar orsøkir
verið til at finna saman um
bestu loysnina og føra hana
fram á mál.