Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Í fýra ár hava vit ligið í mentanarligum stjórnar­ loysi. Eitt eitið av einum landsstýrismanni er drigin kring um manesjuna, ímeð­ an fleiri sjefdomptørar hava togað hann hendan og handan vegin. Ongin nevndur ongin gloymdur. Tað, sum stendur eftir í myndini, er ein miðnáms­ skúli í Hovi, ið kom at kosta tvífalt tað, sum hann hevði kostað í Vági, 40 milliónir almennar krónur á øskudungan, samanklams­ ingin av maritimu skúlu­ num, flaggskipunum í før­ oyska skúlaverkinum og ditto av útvarpi og sjón­ varpi. Politiska nepotisman í starvssetanum er bara kranavatn í mun til allar hinar ólukkurnar Jógvan á Lakjuni hevur sett á lunn­ arnar hesi myrku ár hjá føroysku tjóðini. Eina viku fyri val sigur hesin sami maðurin, sum ikki hevur megnað at svara einum einasta spurningi, hvørki í miðlum ella á tingi, at nú er nokk snakkað. Kringvarp Føroya er, ella átti at verið, mentanarligi flogberin í føroyskum mentanarlívi. Hann er farin at leka, hann drekkur sjógv, og ongi útlit eru til, at nakar ætlar at bjarga hon­ um. Hvørjir rationaliser­ ingsekspertarnir handan Lakjumannin eru, vita vit ikki. Í førinum við Kring­ varpinum megnaðu teir í hvussu er at royta alt upp við rót, og at byrja niður­ bræðingina av stovni, sum so fyrimyndarliga er bygd­ ur upp eftir serføroyskum leisti, ikki minst stjórunum ígjøgnum hálva øld fyri at takka. Eftir at samanleggingin var lanserað, valdu vit at vera partur av henni, mest fyri at tryggja stovninum eitt lív í politisku skipan­ ini, serliga við tí ávirkan vit harvið kundu fáa á gongdina. Trupulleikin gjørdist bara, at landsstýris­ maðurin onga ætlan hevði við samanklamsingini. Tvey slagskip vóru sjóvað saman til ein flogbera, men sveisingarnar hildu ikki. Dokkarbeiðararnir høvdu ongar tekningar at arbeiða eftir, og í sínum ráðaloysi helt ministarin, at vinning­ urin einans skuldi vera, at lúka burtur nakrar skriv­ stovudámur. Fíggjarliga grundarlagið var ikki styrkt, og tað var ikki so frætt, at stovnurin varð kompenseraður fyri hækk­ andi lønir, avráddar á almenna arbeiðsmarknað­ inum. Stjórin hevði ikki ein kjans. Hann hevði øll odds og landsstýrismannin ímóti sær. Viljað ella óvilj­ að. Hann mynstraði av og táið Dunga Jákup og Kristi­ an Martin bóðu hann verða skipsstjóra á einum lættari flótandi vinnuligum flogbera, tók hann av. Samanumtikið vóru stovnarnir lagdir saman uttan mið ella mál. Fíggjar­ liga grundarlagið viknaði, og tað sum var ætlað av víðkan í fysiska karminum uppi í Sortudíki, kom held­ ur ikki. Í fyrstu atløgu slapp Jógvan ikki at leggja uppskotið um tilbygging fram fyri sínum egna flokki. Upp á kvamsvís kom hann hóast tað niðan í tingi við eini verkætlan, sum bara snúði seg um at selja sjónvarpshúsini, so­ leiðis, at kringvarpið kundi byggja fyri realiseraða ágóðan. Ein jánkasligur atburður sum prógvar, at ongin verulig ætlan var búgvin í høvdinum á lands­ stýrismanninum tíansheld­ ur í hansara hopleyst niðurundirkomna ráði. Vit skulu hava eina dygga public service rás, lat ongan iva vera um tað. Áneyðirnar hava kanska ongantíð verið størri enn tað sama, nú táið so nógvar rásir og miðlar fylla rúmið, og vit ikki vita hvørji áhugamálini handan tíð­ indaflutningin eru. Tey mega natúrliga vera hand­ ilslig av einhvørjum slag, tað er í hvussu er ein risikofaktor, tí hesir miðlar hava ongi almenn gøgn at súpa sítt inntøkugrundarlag burturúr. Vit mega hava eina objektiva beinagrind í skipanini, ein mentanar­ bera, ið kann liggja sum ein flogberi í konvoyuni. Ein nýggj samgonga má bera skjótt at í hesum máli­ num, áðrenn tann heilt stóri skaðin hendir. Saman­ leggingin má eftirmetast. Saman við nýggja stýri­ num, sum nú liggur úti á berajólum, slept upp á fjall av einum visiónsleysum landsstýrismanni. Metast má um allar møguleikar, eisini um tað yvirhøvur var rætta leiðin, at leggja tveir so ymiskar kulturar saman. Útvarpið, sum Niels Juel og hansara menn høvdu skapt til ein drang í ment­ anarliga rúminum, má og skal bjargast. Fíggjarligi politikkurin mótvegis sam­ anlagda stovninum ger enda á útvarpinum, tað vita øll, sum bara hava minstu vitan um, hvussu tung sjón­ varpsframleiðsla er, eisini í mun til útvarpsframleiðslu. Nú er stundin eisini komin hartil, at politiska skipanin má gera upp við seg sjálva, hvat hon ætlar við einum føroyskum sjónvarpi. Fræga arbeiði, sum Mál­ stevnunevndin hevur latið úr hondum, prógvar í hvussu er, at her skal ger­ ast nakað álvarsligt, skal føroyski samleikin ikki skeiklast úr lið. Alternativt fara heilt úr lagi. Sum sagt, vit skulu hava eina ella tvær almennar public service rásir. Sum støðan er nú, tykist tað sum, at kostirnir eru tvinn­ ir. Hin fyrri, at halda fast um samanleggingina, geva samtakinum eina visión og lata hesum neyðugu fys­ isku karmarnar í Sortu­ díki, og at finna eitt fíggjar­ ligt grundstøði sum heldur, eisini táið dýrtíð og lønarhækkingar ávirka stovnin. Kringvarpsgjaldið, sum Annlis Bjarkhamar lanseraði á sinni kundi ver­ ið ein møguleiki. Annar møguleikin er, at løgtings­ fíggjarlógin ber kostnaðin av pørtum, ið bara hava við yvirskipaða føroyska ment­ an at gera. Hin seinri møguleikin er, at stovnurin verður tikin sundur aftur. Útvarpið heldur fram eftir gamla leistinum, tó við einum haldbarum fíggjar­ støði, og at avgerð verður tikin um hvat vit vilja við sjónvarpinum. Fíggjarrúm tess verður skipað sam­ svarandi, skulu vit standa kurl mótvegis loftsnældu­ num, sum varpa alskins undirhald niður í hvørja stovu í hesum landinum allan sólarringin á tamb. Tað kann væl vera, at tær almennu Føroyar, mega spíla seg út, fyri at gera hendan visuella partin av public service hugtakinum nóg sterkan til at møta framtíðini. Tað verður ein vanlukka fyri føroyska mentan og mál, um ráða­ loysið hesi 4 seinastu árini sleppur at halda fram. Tí er alneyðugt við einum polit­ iskum siðaskifti og einum nýggjum kopernikuslátri. Pengar eru ikki alt... heldur ikki í almanna og heilsuverkinum! Nógvu døpru yvirskriftirnar í bløðunum um føroyska almanna og heilsuverkið, siga ikki allan sannleikan. Men tær áttu at sagt okkum somikið, at pengar eru ikki alt, sum skal til. Í longdini vinnur føroyska samfelagið við at leggja seg eftir at stýra, heldur enn bert at brúka. Brúka og keypa, heldur enn at stýra. Sitandi samgonga hevur roynt at marknaðarført seg við, at hon hevur brúkt eina hálva milliard meiri til almanna og heilsumál. Og rætt er tað. Men hvat sigur tað okkum um politiska avrikið. Kanska sigur tað okkum at politiski myndugleikin bara hevur valt at geva eftir, í hvørjum einstøkum truplum máli, heldur enn at loysa trupulleikan frá rótini. Málið um stovnin á Argjum, fullteggjaður av starvsfólki, men við ongum brúkara, er dømi um hvussu tú lendur, tá málið bert er at brúka og keypa, heldur enn at tilrættisleggja og stýra. 9 av 10 nøgd? Nøgdsemiskanningin segði okkum, at 9 av 10 vóru nøgd. Men er tað nú rætt! Ein lítil helvt, hevði ikki svarað spurningunum. Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tey sum ikki svaraðu, eru tey stak ónøgdu, ella í versta føri, tey sum doyðu í føroyska heilsuverkinum. Tað er tí týdningarmikið, um slíkar kanningar skulu hava trúvirði, at ætlanin við teimum, ikki bert er at vaska politisku skipanina reina, men ein læra um dygdina í heilsuverkinum, og at betra um heilsutrygdina hjá okkara fólki. Menningarætlan Tað varð undanfarna samgonga, sum saman við kommununum, legði til brots í einari veruligari menningarætlan á eldra­, og heilsuøkinum. Aftaná eitt tíðarskeið við ongari ellis og røktarheimsbygging í 12 ár, vóru lunnar lagdir undir 123 røktarheims og sambýlispláss. Tey standa øll uppi í dag. Men tað var í tøkum tíma, tí vit kunnu bara ímynda okkum trýstið á heimarøktina og nýggja landssjúkrahúsið, sum eisini varð bygt tá, um vit ikki høvdu raðfest nógv nýggj ellis og reøktarheim. Økisterapiin og samdøgursrøktin, og ein munandi styrkt heilsufrøðiskipan, sóu eisini dagsins ljós í undanfarnu samgongu. Venjingarmiðstøð fyri langtíðarsjúk Størsta afturstigið á heilsuøkinum, hjá sitandi samgongu, var tá hon gjørdi av at strika hjartamálið hjá mær, ætlaðu venjingarmiðstøðina fyri langtíðarsjúk. Við tí úrsliti, at vit í dag senda rúgvuvís av sjúklingum uttanlands, sum vit væl og virðiliga kundu skipað viðgerðartilboð til í Føroyum. Væl stýrdar krónur, eru vunnar krónur Tað er gleðiligt at sitandi samgonga hevur valt at fylgja menningarætlanini, men tað er líka so harmiligt at man hevur slept stýringini, serliga fíggjarstýringini. Eg minnist ikki hvussu oftani landsstýrismaðurin hevur biðið um eykajáttan til Landssjúkrahúsið, í skjótt farna valskeiði, men í einu umbønini verður sagt beinleiðis, at eingin fíggjarstýring er á Landsjúkrahúsinum, og soleiðis kan staðfestast á øðrum økjum eisini. Stýra, heldur enn bert at brúka! Krøvini til vælferðartænastur koma undir trýst í øllum okkara grannalondum. Somuleiðis hjá okkum. Tað ræður at fáa sum mest fyri peningin. Læran er einføld. Hvør spard króna, er ein vunnin króna, til onnur vælferðarøki sum tørva. Í longdini vinna vit við at stýra, heldur enn bert at brúka. Tjóðveldi Tórbjørn jacobsen Val Fyri at kunna geva sínum tveimum børnum eitt heim, mat og klæðir er ein einlig mamma noydd til at arbeiða 70 tímar um vikuna. Hon hevur 40 tímar fast arbeiði og aftur at hesum tekur hon náttar­ og vikuskiftisvaktir fyri at fáa tað at mala nøkulunda runt. Hon hevur ikki havt feriu í 2 ár. Bæði hon og børnini líða undir hesum vána umstøðum. Hon kundi ynskt sær at veri nógv meira saman við børnunum. Sum hon sjálv sigur: “Vit hava einki lív, men vit mugu jú yvirliva”. Dømi er um aðra einliga mammu, ið ikki hevur møguleika og ráð til at fáa sær útbúgving, tí at hon skal forsyrgja sínum børnum. Fyri at fáa tað betur til at hanga saman fíggjarliga býr hjá henni ein onnur einlig mamma, ið ansar børnunum um kvøldarnar, fyri húsaleigu. Eg vil virka fyri, at einligir uppihaldarar hava virðilig kor at liva undir, at tey fáa barnaískoyti, umframt lestrarstuðul, soleiðis at tað ber til at fáa eina útbúgving. løgtingsmaður og- valevni hjá Tjóðveldi Páll á reynaTúgvu Val valevni hjá Sambandsflokkinum rósa samuelsen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 5 Flogberin lekur Einlig mamma arbeiðir upp til 70 tímar um vikuna fyri at geva sínum børnum eitt heim, mat og klæðir Nr. 9 - 14. januar 2008