mánadagur 14. januar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Januar 2008
31
Floksblaðið – Valið 2008
Fríðgerð Heinesen
Sambandsflokkurin
Stórar útbyggingar eru gjørdar
í samferðslukervið og størsta
íløgan her á leiðini er Norð
oyatunnilin. Gongur sum ætl
að, verður næsta stóra íløgan
Skálafjarðartunnilin, sum fer
at knýta Eysturoynna við
høvuðsstaðarøkið. Við hesum
íløgum fer Eysturoyggin at
liggja sera væl fyri, og hetta er
ein støða, sum vit skulu brúka
og menna. Hóast Skála
fjarðartunnilin ikki er byrjaður
enn, er longu tíð at fyrireika
seg til hesa broyting.
Vakstrarmøguleikar
Við
Norðoyatunlinum
og
Skálafjarðartunlinum
verða
góðir møguleikar fyri vøkstri
og menning á einum ási, sum
gongur úr høvuðsstaðnum inn
á Skálafjørðin, um Gøtueiði,
yvir um Leirvíksfjørð og norður
til Klaksvíkar og Norðoyggjar.
At styrkja og menna okkara
øki ger landið meiri fjøltáttað,
og harvið verður alt samfelagið
ríkari.
Eysturoyggin er í støðugum
vøkstri og menning. Fólkatalið
veksur spakuliga og hugurin
at seta búgv er rættiliga stórur.
Tað er at gleðast um, at okkara
ungdómur sær sær eina fram
tíð í oynni. Vit hava somuleiðis
eitt sterkt vinnulív, bæði innan
fiskivinnu, handverk, handil og
tænastur.
Ítróttur og mentan
Ítrótturin í oynni, og serliga
fótbólturin, klára seg væl.
Komandi ár hava vit ikki færri
enn seks fótbóltslið í formula
deildini. Tað sigur ikki so lítið.
Arbeitt hevur verið við einum
uppskoti um at byggja eina
fótbóltshøll í Eysturoynni í
samstarvi millum FSF, kom
munurnar og landið. Umframt
at menna fótbóltin, letur ein
tílík høll upp fyri øðrum nýggj
um
møguleikum.
Vónandi
dettur fótbóltshøllin ikki niður
fyri, tí at landið ikki vil gjalda
sín part í høllini.
Innan mentan hevur serliga
tónleikurin gjørt seg galdandi.
Tey ungu síggja ikki mørk, men
finna saman og stovna bólkar
av ymsum slag, sum eru á
høgum støði. Talan er um eitt
blómandi
tónleikalív,
sum
eigur at fáa góðar umstøður.
Almennar tænastur
Eysturoyggin hevur gingið á
odda at menna almennu
tænasturnar í økinum, serliga
á eldraøkinum. Saman við
landinum hava kommunurnar
bygt sambýlir og í felag hava
kommunurnar bygt og útbygt
Røktar og Ellisheimið í Eystur
oy. Hóast munandi batar á
eldraøkinum, er umráðandi at
tað verður gjørt við virðing, so
at bæði búfólk og starvsfólk
trívast og hava tað gott.
NSRtænastan í Eysturoy er
eitt fyridømi fyri alt landið.
Tænastan er eitt samstarv
millum kommunur og landið.
Her fáa foreldur og starvsfólk,
sum arbeiða við børnum, hjálp
og vegleiðing. Hetta hevur
eydnast so mikið væl, og NSR
tænastan eigur at verða
útbygd til øll økir í landinum.
Men vit eiga eisini at arbeiða
víðari, fyri at fáa betri tilboð í
Eysturoy til tey, sum hava
serligan tørv.
Vel Sambandsflokkin
Eysturoyingar hava nógv til
felags, og vit eru sera lík. Vit
hava okkara stoltleika og vilja
helst klára okkum sjálvi. Tað er
umráðandi, at vit velja politik
arar, sum vilja virka fyri, at
Eystoyggin framhaldandi er
væl fyri og í støðugari menning,
til gangs fyri alt okkara land.
Sambandsflokkurin virkar fyri,
at vit verða við í fremstu røð
Farið á val 19. januar
og setið X við
Sambandsflokkin.
Gott val!
Eysturoyggin við í
fremstu røð
Jenis av rana
Formaður Miðfloksins
Løgið, ella?
Nei, í grundini er einki løgið í
hesum. Miðflokkurin er jú ein
asti, ið torir siga fólki sína
hugsan um øll grundleggjandi
samfelagslig viðurskifti. Viður
skifti, sum vanlig fólk kjakast
og tosa um, men sum gomlu
føroysku flokkarnir ræðast.
Ræðast at siga sína hugsan
um, ræðast at kjakast og
atkvøða um og renna undan.
Ikki tí, teir hava sínar hugsanir
um hesi viðurskifti, men av
ótta fyri atkvøðum vilja teir
helst ikki avdúka hesar.
Miðflokkurin hevur
greiða støðu til
grundleggjandi
spurningar!
Fyri Miðflokkin er eingin ivi,
hevur tú ikki greiða støðu til
tilverunnar mest grundleggj
andi spurningar, og torir tú ikki
kjakast um og viðurkennast
hesar hugsanir, so var betri at
tú fanst tær okkurt annað at
takast við enn politikk. Tú má
vera ærligur og opin yvirfyri tí
veljara, tú biður geva tær sína
atkvøðu. Opin um mentannar
spurningar, um eymar etiskar
spurningar, um list og um
fosturtøku. Svara spurningum
um skrásett parlag, rætt ella
ikki hjá homosexuellum at
ættleiða og aðrar eldfimar
spurningar. Jú tað kostar, men
einki, ið hevur virði á fold, er
kostnaðarleyst. Bert virðisleys
ar lættisoppaloysnir eru ókeyp
is. Men tær varða ikki, tær
hvørva eins skjótt og sápu
bløðran.
Tigur tú um tað grundleggj
andi, so fært tú frið fyri nask
um spurningum, tí fólk vita, at
har er einki at koma eftir. Men
tey í Miðflokkinum, tey tora at
viðgera lívsins grundleggjandi
viðurskifti, so har ber til at
tosa við, og kanska loypa á.
Men tað taka vit ímóti við
gleði. Tí sjálvt um tað er
ómakaleysari at tosa um tað,
sum hinir raðfesta fremst, t.d.
áralanga kjakið um vegurin
frá tunnli til tunnil skal liggja
undir, omanfyri, niðanfyri ella
mitt ígjøgnum Leirvík ( bert fyri
at taka eitt dømi um tað, teir
gomlu kalla veruligan politikki),
so gevur prátið um grundvirðini
fleirfalt nøgdsemi, tá dagurin
hallar.
Áhugaverdar val- og
stevnuskráir á
www.miðflokkurin.fo
Til løgtingsvalið 19. januar eru
18 valevni á lista Miðfloksins
og vit hava gjørt eina valskrá,
sum tú, saman við stevnu
skránni, kanst lesa á heimasíðu
okkara, www. miðflokkurin.fo.
Har kanst tú lesa um, hvussu
Miðflokkurin ynskir at loysa
flest øll samfelagslig viðurskifti,
eisini
tey
omanfyrinevndu
grundleggjandi, tey sum teir
gomlu flokkanir renna undan.
Gev tær tíð at lesa hugsanir
okkara, og ring endiliga til
onkran okkara, um tú hevur
spurningar ella viðmerkingar.
Har lesur tú m.a., at vit meta
nógvan pening verða at vinna
við at bøta um altjóða skipa
skránna FAS, hugsan okra um
mótaorðið alheimsgerð, um
broytingar av ALS skipanini og
um brúkaratrygd. Tú lesur um
ætlanir okkara um víðkan av
barnsburðarfarloyvinum til eitt
ár, um loysn fyri tey langtíðar
sjúkrameldaðu, um økispsyki
atriina, sum má fáast at virka
og um hvussu vit meta fólka
skúlin eigur at mennast. Eisini
lesur tú um viðgerðartrygd í
heilsuverkinum, og um at seta
sjúklingaumboð og serlækna
í eldrasjúkum. Lestrarstuðulin
ætla vit skal galda frá 16. ári
og verða fyri øll, og vit hava
góðar ætlanir um mentanar
og frítíðarøkið. MVG lóggávan
tyngir órættvíst og má tí
broytast, kringvarps og sjúkra
kassagjøld mega inn í skattin,
tí tey raka sosialt skeivt, og
alment sett starvsfólk mugu
virðast nógv meira enn í dag,
her hugsa vit m.a. um eftir
útbúgving og løn .
Vóni, at sum tú lesur, gerst
tú sannførdari um at velja ein
okkara at umboða teg á
Løgtingi.
p.s.: royn og fá onkran við
tær at velja Miðflokkin, tá
verður møguleiki okkara størri
at fáa ávirkan.
Hví enda hugsanir
Miðfloksins altíð í focus?
Til hvørt val, og javnan harímillum, verða Miðflokkurin,
politikkur hansara og ikki minst leiðarar floksins viðgjørdir
úr enda í annan. Í fjølmiðlunum, manna millum, ja enntá í
útlondum
Økini ið hava mín
serliga áhuga
sunneva MoHr, LaMba
Javnaðarflokkurin
Høvuðsorsøkirnar
til at eg havi valt
at stilla upp til
løgtingsvalið 2008:
• Eg vil vera við til at fáa javn
støðu á tingi. Eri sannførd um,
at eitt breiðari kynsbýti og eitt
breiðari aldursbýti hevði gagn
að føroyskum politikki.
• Meti, at eg kann ávirka sam
felagsgongdina tann rættan
vegin við mínum hugsjónum.
Barnsburðarfarloyvi
Málið skal vera eitt ára farloyvi.
Fyrsta tíðin er sera umráðandi
fyri barnsins menning, tí er tað
av stórum týdningi, at barsils
skipanin verður tillagað so
leiðis, at foreldrini hava møgu
leika at verða so nógv um
barnið sum tilber.
Børn við
serligum tørvi
Hóast tilboðini til børn við
serligum tørvi tey seinnu árini
eru betri og fleiri, er tað tó
langt eftir á mál. Eg vil virka
fyri at bøta um hesi viðurskiftir
soleiðis:
• Fleiri tilboð til tað einstaka
barnið.
• Tillaga skúlan soleiðis, at
hann eisini rúmar barninum
við serligum tørvi.
• Menna starvsfólkið
• Umlættingartilboð til barnið
og familjuna
Stakir uppihaldarar
Eg vil berjast fyri at tryggja
støkum uppihaldarum og børn
um teirra livilig kor. Umstøð
urnar eru munandi betri í
grannalondunum, tí er tað av
stórum týdningi, at vit bøta
um hesi viðurskifti soleiðis, at
tey ungu heldur velja at verða
búgvandi í Føroyum. Hetta
gera vit við at :
• Veita dupultan lestrarstuðul
• Veita barnaískoyti
• Gera tað lættari at leiga
bústað ella at seta føtur undir
egið borð.
Gott val
Útjaðarin grætur eftir
læknum og tannlæknum
rodMundur nieLsen
Valevni Fólkafloksins
Skipan skal gerast soleiðis, at
tað er áhugavert at koma aftur
til Føroyar at virka sum lækni
ella tannlækni. Lønin eigur ikki
at vera orsøkin, til at læknar
velja starvsleið í útlandinum.
Tað er neyðugt at gera skipanir
sum veruliga draga fólk heim
aftur eftir lokna útbúgving.
Spurningurin er eisini um
setunnarmyndugleikin av læk
num ikki skal flytast frá lands
ins myndugleikum og yvir til
kommunurnar. Ella at kommun
urnar koma meira við í hetta
arbeiðði, tí tað eru kommun
urnar, sum gera karmarnar fyri
virkseminum hjá læknunum.
Kommunurnar eiga at hava
beinleiðis ávirkan á starvsetan
og at lønar karmurin eigur at
kunna vaksa fyri at eggja
nýggjum læknum at søkja
kommunulæknastørvini sum
eru leys kring landi. Kommun
urnar merkja henda trupuleika
hvønn einasta dag, og í dag
tykist tað ikki sum vend kemur
í skeivu gongdina.
Tá ið vit tosa um tannlæknar
eiga vit at gera eina skipan
har fleiri føroyingar fáa møgu
leikan at taka útbúgvingina.
Føroyingar áttu at fingið eina
ávísa kvotu árliga, á sama hátt
vit hava havt á Danmarks
Journalistháskúla. Tað er sera
trongt á tannlæknaskúlanum
og ringt at fáa nýútbúnar tann
læknar heimaftur.
Vinarliga
Rodmundur Nielsen,
valevni Fólkaflokksins
á Lista A, sjálvandi!