mánadagur 14. januar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Nr. 9 - 14. januar 2008
Løgtingsvalið 19. januar 2008
5
Um at byggja á
sand ella á hellu
Vit kenna øll dømið úr
Bíbliuni um teir báðar, ið
bygdu. Annar bygdi oman á
jørðina, hin á hellu. Hjá tí
fyrra gekk illa. Stormurin
kom og húsið fall. Men hjá
tí seinna eydnaðist væl.
Húsið varð standandi í
stormunum. ( lukas kap.
6,ørindi 48 & 49).
Í øllum lívsins
spurningum er avgerðandi
at tryggja grundar-lagið. Umráðandi er at fáa neyðugu
náttar-hvíluna. Ongin klárar seg uttan heilsu-góðan mat.
Okkum tørvar vitaminir, bústað, vinir v.m. Gloyma vit
hesi virðini, eru vit sum hann, ið bygdi oman á jørðina.
Vit farast og lív okra fer spakuliga til grundar.
Í politikki eru sama galdandi. Man má raðfesta rætt,
taka tað týdningar-mesta framum. Tí hevur Miðflokkurin
deilt sín politikk í tvey. Vit nevna tey grund-leggjandi
málini fyri tey primeru. Hini kalla vit fyri tey sekun-deru.
Primeru málini eru sum grundin undir húsinum. Tey
mugu verða trygg, annars rapar alt. Allur politikk-urin
kann rapa, eins og húsið, ið varð bygt á sand.
Fremst av primeru málunum er, at politkk-urin er
bygdur á Bíbliunnar læru. At landsins lógir samsvara við
Bíbliuna. At moral-urin og etikk-urin er sum bíblian
lærur. At umsorg-anin fyri teimum veiku, gomlu, sjúku
og t.d menningar-tarnaðu er út frá kærleika Bíbli-unnar.
Vit eiga at fylgja Jesusar fyri-dømi, tá vit hjálpa øllum
treingj-andi.
Eru tey primeru málini í lagi, er lætt at byggja landið.
Tí tá er tað á tryggum grund-vølli.
Um vit skulu tryggja væl-
ferðina í Føroyum, er
eingin vegur uttan um ES.
Tey flestu londini í
Europa eru longu limir í
ES. Hettar hava lond sum
eru munandi størri enn
Føroyar, sæð sum neyðugt
fyri at tryggja teirra
vælferð. Hettar hevur ikki
verið uttan kamp, tí tað er
altíð ein ótti fyri tí ókenda.
Eisini í Føroyum hava
nakrir flokkar verið ágrýtn-
ir, at skapa ræðumyndir av
ES. Veruleikin er nú eina-
ferð tann, at um vit ikki
skulu gerast eitt fátækt
triðjaland. So er eingin
vegur uttan um ES.
Tað er bara ein spurn-
ingur um tíð, so fellur tann
danska krónan burtur til
frama fyri evruna. Tá
hettar hendir, so standa
Føroyar við sínum egna
gjaldoyra. Hettar er tann
føroyski búskapurin ikki
sterkur nokk til. Tann
føroyska fullveldiskrónan
fer at rasla niður í virði, og
okkara gjaldføri verður
akkurát null. Tað er tí
umráðandi at Føroyar eru í
ríkisfelagsskapi við
Danmark, og limir í ES. So
at vit kunna skifta til
evruna saman við Dan-
mark, og harvið tryggja
okkara vælferð.
Tað er tíverri ein sann-
roynd, at tann føroyska
vinnan líðir undir at vit
ikki eru við í ES. Vinnan
manglar arbeiðsmegi, og
ger hettar at útflutningurin
er skerdur. Eisini verður
tollur lagdur á tilvirkaðan
fisk, sum vit flyta inn í ES.
Hettar ger at vit flyta alt ov
stórar mongdir av
ótilvirkaðum fiski av
landinum, og harvið missa
tann størsta partin av
vinninginum. ES er ein
marknaður við knapt 500
milliónum fólkum, og
okkara høvuðsmarknaður.
Vit mugu og eiga tí
kanna treytirnar fyri lima-
skapi í ES, so vinnan fær
best møgulig kor.
Hetta vil eg arbeiða fyri.
Gott val
Tað var lítið hugaligt at
vitja á einum stovni fyri
fjølbrekað fyrr í vikuni.
Ætlanin var í sambandi við
stutt sjónvarpsinnslag at
gera nakrar fáa upptøkur,
so til bar at lýsa støðuna
hjá fjølbrekaðum á stovni.
Í einum vanligum sethús-
um trokaðust 8 fjølbrekað
saman við 7 starvsfólkum í
einum alt ov trongum
sethúsum. Heldur ikki var
nakað tún rundan um, so
tey kundu sleppa útum at
svala sær á, teir dagarnar,
veðrið vísir seg frá síni
bestu síðu. Ein brøtt
brekka oman til húsini,
sum er sera vandamikil í
hálku, og sum setir alt ov
høg krøv til foreldur,
starvsfólk ella avvarðandi,
tá hesi allarveikastu í okk-
ara samfelag morgun og
kvøld koma og fara í
rullustóli. Sethúsini eru í
tveimum hæddum, men
burdu verið í einari hædd.
Fleiri rullustólar eru inni í
húsinum, men tey fjøl-
brekaðu mugu berast aftur
og fram, tí ov lítið rúm er
til at koyra við rullustóli
inn í húsunum.
Eg spurdi vinarliga, um
til bar at gera nakrar sjón-
varpsupptøkur. Hetta er jú
ein almennur stovnur, so
onki forgjørt skuldi verið
at greitt frá støðuni. Eitt
starvsfólk ringdi til
leiðaran, sum ringdi til
Almannastovuna, sum
ringdi víðari til Almanna-
og heilsumálaráðið. Har
vóru boðini ikki óvæntað,
at hetta fór ikki at lata seg
gera. Orsøkin var, at nú er
valstríð, og at ongin skuldi
misnýtast í hesum stríði.
Við øðrum orðum skal lok
leggjast á neyðarrópini frá
foreldrum um korini hjá
fjølbrekaðum, samstundis
sum landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
brúkar eitthvørt høvi til at
rósa sær av egnum avrik-
um. M.a. ein nøgdsemis-
kanning, sum roynir at
gera til onkis allar tær
óhugnaligu søgurnar, sum í
langa tíð hava fylt fjølmiðl-
arnar. Og ein fólkaheilsu-
ætlan, sum roynir at flyta
fokus frá teimum niður-
slitnu sambýlunum. Ella
síða upp og síða niður um
allar tær gyltu ætlanirnar,
sum skulu setast í verk
næstu árini, hóast hann
hevur havt ríkiligar møgu-
leikar í heili 4 ár, so velj-
arin vónandi gloymir lítla
drongin, sum við lands-
stýrismansins vælsignilsi
varð tikin frá sínum kæru
her heima, m.a. tvíburða-
systir síni, fyri at vera
einsamallur á stovni í fjar-
skotnum landi. Ovmikið av
peningi eru brúktir til
heilsuverkið, men hóast
hetta, er støðan á Lands-
sjúkrahúsinum verri enn
nakrantíð. Nú rópa sjúkra-
røktarfrøðingarnir varskó,
tí viðurskiftini og arbeiðs-
korini eru ótolandi. Starvs-
fólk flýggja um háls og
herðar, ikki bara úr heilsu-
verkinum, men eisini frá
bústovnum, nærverki og
enntá úr Almanna- og
heilsumálaráðnum sjálv-
um. Men landsstýrismað-
urin er so hugtikin av
egnum avrikum, at hann
sær als ikki neyðina.
Pensionistarnir siga nú
sjálvir, at kostnaðarstøðið í
samfelagnum er vaksið við
slíkari ferð undir hesi
samgonguni, at tær ábøtur,
sum eru framdar á pen-
sjónsviðbótina og sam-
haldsfasta, als ikki megna
at tippa tey holini, sum
príshækkingarnar hava við
sær.
Samgongan vil ikki við-
ganga, at rikni politikkurin
við skattalættum, sum økja
um keypiorkuna, sam-
stundis leggur óneyðugt
trýst á prísstøðið. Hetta
sæst best aftur við, at lands-
kassin nú verður hálvan
veg fíggjaður við brúkara-
gjøldum. Munurin á skatti
og brúkaragjøldum (mvg,
sjúkrakassi, vegskattur,
kringvarpsgjald, onnur
almenn tænastugjøld) er, at
brúkaragjøld eru ósolidar-
isk. Tey eru ”degressivur”
skattur, sum rakar lág- og
miðalinntøkurnar harðast,
meðan landsskattur er
”progressivur”, sum rakar
hægstu inntøkurnar harð-
ast. Hendan ætlan hevur
verið almenni politikkur
Fólkafloksins alt tað, eg
kann minnast, og nú hevur
so Javnaðarflokkurin, sum
skuldi verið beinleiðis
mótvektin móti slíkari
skipan, givið Fólkaflokk-
inum alt við tí úrsliti, at
tað er verri nú enn
nakrantíð at vera lágløntur.
Nú má vend koma í
Tað má ikki henda, at
ABC-samgongan sleppur
at halda fram. Øll tit, sum
vita betur, og tit eru ikki
so fá, mugu venda hesum
skeiva politikki bakið, tí
hann er ein hóttan móti
”vælferðarsamfelagnum
fyri øll”; ABC skapti ”væl-
ferð fyri tey vælbjargaðu”.
Hesin politikkur hevur ikki
evni til at bøta um umstøð-
urnar hjá teimum fjølbrek-
aðu, hann megnar ikki at
skipa eitt vælvirkandi
heilsuverk, og hann
megnar ikki at tryggja
javnari býti millum allar
føroyingar, so eitt nú
pensionistar fáa meiri
burturúr hvørjari krónu.
Tað løgna er, at hesin
blandingspolitikkurin
heldur ikki hevur megnað
at stýrt, so vinnulívið fær
betri karmar. Fiskivinnan
liggur í andaleypi av
ovurfígging, og fiskivinnan
á landi bløðir út, vegna
vantandi arbeiðsmegi. Nú
mugu stig takast, so bæði
vinnulív og almennar
tænastur aftur koma til
heiður og æru. Tað ber
snøkt sagt ikki til at koyra
allar hugsandi hugsjónir í
ein og sama pott og so
vóna, at smakkurin verður
brúkiligur.
EDB samgonga
Ikki einasti møguleiki fyri
D
Sjálvstýrisflokkurin
hevur av miðlunum í
seinastuni verið spurdur
hvørjar
samgongumøguleikar hann
kundi hugsað sær eftir
valið.
Ein spennandi
møguleiki, sum hevur verið
nevndur, er ein EDB
samgonga millum
tjóðveldi, sambandsflokkin og sjálvstýrisflokkin.
Sjálvstýri við sínum stig fyri stig hevði her verið
bindliðið millum teir báðar flokkarnar sum standa longst
frá hvørjum øðrum í spurninginum um loysing ella
samband.
Men samgongumøguleikarnir eftir valið fyri sjálvstýri
eru fleiri, og fer flokkurin sjálvsagt eftir at fáa størst
møguliga ávirkan.
Vit stilla upp við einum sterkum liðið sum veruliga
kann bjóða hinum av, men vit taka bert eitt stig í senn tí
tað gevur úrslit.
Vit telja 17, og hava innsungið ein stig fyri stig valsang.
Á nýggju heimasíðu míni HYPERLINK ”http://www.
dph.fo” www.dph.fo kunnu tit hoyra stig fyri stig
valsangin.
Formaður Miðfloksins
Jenis
av Rana
Val
Varamaður hjá
Sjálvstýrisflokkinum
Dánial PetuR
Hansen
Val
løgtingsmaður
Bill
Justinussen
Val
X við lista B
MaJ-BRitt
JacoBsen
Val
Eiga fjølbrekað ongan góðan?
Føroyar skulu verða við í ES