mánadagur 14. januar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Løgtingsvalið 19. januar 2008
5
Javnaðarflokkurin
tekur sjálvandi undir
við Eftirskúlanum
Tá lógin um Eftirskúlar fór
niðan í tingið, var undir
tøkan í landsstýrinum ikki
einmælt, tí Sambands
flokkurin og landsstýris
maðurin í fíggjarmálum
tók ikki undir við upp
skotinum. Men hóast hetta,
so metti restin av lands
stýrinum málið so týdn
ingmikið, at uppskotið
kortini fór niðan. At upp
skotið so datt burtur, tá
Sambandsflokkurin sá ein politiskan vinning í óðum verk
um at leypa frá øllum, er ein onnur søga.
Tí undrar tað meg stórliga, at Johan Dahl førir ósann
indir fram í bløðunum um Javnaðarflokkin, har hann
sigur, at Sambandsflokkurin hevur drigið okkum til
trogið, sum hann málber seg. Eg veit, at Johan persónliga
hevur tikið undir við uppskotinum, men tað er so ikki
støðan hjá akkersmanninum í Fíggjarmálaráðnum.
Fyri at undirstika okkara støðu, so lat meg vísa til
teldupostin, eg sendi Ólavi Rasmussen í hesi vikuni.
“Ólavur Rasmussen, nevndarformaður
Gott nýggjár.
Tíverri kom eg ikki fram á bræv títt dagfest 19. des.
2007 aftur fyrr enn í kvøld, nú so nógv annað hevur verið
at tikið sær av. Eg síggi, at tit hava sett freistina at svara
til mánadagin 7. jan. 2008, og nú skriva vit 8. januar, men
vónandi fer tað ikki at bila.
Nú valið er útskrivað, hava vit eina serliga støðu, hvat
politiskum støðutakanum viðvíkur. Vit vita ikki, hvør
manningin verður eftir valið, so okkara útmeldingar
mugu sjálvandi takast við tí fyrivarninum. Tá tað er sagt,
so hevur Javnaðarflokkurin verið sera jaligur í eftir
skúlamálinum, og vit vóru við til at fáa eitt uppskot niðan
í løgtingið, sum tíverri datt burtur, tá valið varð útskrivað.
Eg kann sjálvandi heldur ikki siga, um vit koma í eina
samgongusamráðing, men fellur tað í okkara lut, so er tað
neyvan nakar ivi um, at hetta málið verður tikið við.”
NB. Tað hevði verið stuttligt at sæð, hvat tit hava svarið
hesum spurningi.
Sjálvbjargni eftir 8 árum
Tjóðveldi er einki at vera
bangin fyri
Tjóðveldi er ein møgu
leiki.
Seta vit okkum sum mál, at
vit vilja klára okkum, so
kunnu vit eftir einum 7 til 8
árum klára okkum, blokk
urin er burtur, og sam
stundis kunnu vit økja
fíggjarlógina við um 100
milliónir um árið.
Hetta vísir ein útrokning, sum ein búskaparfrøðingur
hevur gjørt. Treytin fyri hesum er ein fíggjarvøkstur á 5
% hesi árini. Fíggjarvøksturin seinastu árini hevur verið 6
%. So hetta er als ikki órealistiskt
Ein tjóð, sum livir av at fáa pening frá aðrari tjóð, er
ikki fræls. Hon verður mangan noydd at gera, sum
gevarin sigur. Hetta fingu vit at kenna undir kreppuni. Tá
fingu við eina viðferð, sum neit okkum at hjarta, tað var
líka mikið hvønn politiskan flokk, vit hoyrdu til, vit føldu
okkum eyðmýkt.
Orðið sigur, at sælari er at geva enn at fáa. Tjóðveldið
arbeiðir fyri, at vit sum tjóð vera so væl fyri fíggjarliga,
at vit kunnu geva heldur enn at fáa.
Lesið annars www.tjodveldi.fo/fridfinnur
Haldi tað var keðiligt, at
ongin áhugi var fyri at tosa
um etisk virðir á fundinum.
Tí kemur mítt upplegg, og
tað ið eg ætlaði at leggja
aftrat, tá ið eg fór at fáa
orðið aftur.
Javnaðarflokkurin er ein
sosialdemokratiskur flokk
ur ið byggir trý virðir:
frælsi
javnstøðu
og samhaldfesti.
Frælsi er møguleikin at
skapa sær eitt gott lív út frá
egnum fortreytum og
evnum. Men frælsið er bert
veruligt, um tað er fyri øll.
Tí vilja vit til eina og
hvørja tíð raðfesta vælferð
ina hjá fólkinum fremst.
Tí raðfesta vit í okkara
valskrá, at útbyggja væl
ferðina og at betra dygdina
í vælferðini.
Ítøkiliga merkir hetta, at
Vit vilja veita viðgerðar
trygd innan heilsuverki,
soleiðis at skilja, at tað
ongantíð ganga meir enn 6
vikur eftir at tú, ella eg,
hava fingið staðfest sjúku,
innan viðgerð er byrja.
Vit vilja nýta pening til
at menna heilsustarvs
fólkini, so tey kenna seg
fakliga ajour og at tæn
astan, ið vit fáa innan
heilsuverkið, altíð er dag
førd og tann besta ið vit
kunnu fáa.
Javnstøða
Tað góða samfelagi krevur
eitt vælvirkandi fólkaræði
á norðurlendskum støði,
har alt menniskjaliga til
fongi í samfelagnum verð
ur gagnýtt.
Tí vilja vit føra ein mið
vísan javnstøðupolitikk, ið
skal fáa kvinnuumboðanina
í øllum samfelagnum lyft
upp á norðurlendskt støði.
Ásannandi at tað eru fyri
myndir á hægsta stigi ið
verðuliga flyta mørk innan
javnstøðu vilja vit binda
okkum til at skipa landstýri
sambært ásetingunum í
javnstøðulógini.
Men javnstøða er ikki
bert javnstøða millum kyn,
men er fyri øll ,soleiðis at
øll hava somu møguleikar
og skyldur, óansæð sosial
an og etniskan uppruna,
kyn, átrúnað ella aðra lívs
sannføring.
Vit vilja taka hond um
familjuna og stremba eftir
javnvág millum arbeiðslív
og familjulív, so okkara
børn fáa tryggar karmar at
liva undir.
Hetta vilja vit millum
annað gera við at longja
barnsburðarfarloyvi, eisini
til pápan.
At stakir uppihaldarar
gerast javnsetter borgarar í
okkara landið. Ítøkiliga
vilja vit veita stakum
uppihaldarum barnaískoyti
og dupultan lestrarsttuðul.
Og ikki minst betri møgu
leikar at seta búgv.
At tímalønt foreldur fáa
rætt til lønarendurgjald við
barnsins fyrsta sjúkadag.
Samhaldsfesti
Í nútíðar vælferðarsam
felagnum merkir samhalds
festi, at meirilutin skal vera
við til at tryggja øllum
somu atgongd til øktu væl
ferðina.
Øll tey, sum eru væl fyri
í samfelagnum, eiga at
sýna samhaldsfesti fyri
teimum ymisku veikaru
bólkunum.
Tí skulu fleiri hendir í
eldrarøktina og tørvurin á
røktarbúplássum verða
nøktaður í 2010.
Tí skulu rættindi og
virkismøguleikar hjá før
leikatarnaðum tryggjast.
Samhaldsfesti snýr seg
eisini um at hugsa um
komandi ættarlið og at vit
sum tjóð vísa altjóða sam
haldsfesti.
Tí hava vit økt okkara
menningarhjálp í hesum
samgonguskeiðnum og
vilja vit halda fram við
hesum, til vit eru á sama
støði við menningarhjálpini
sum londini kring okkum.
Tí skulu vit eisini vísa
altjóða samhaldsfesti í
umhvørvismálum.
Javnaðarflokkurin ynskir
at virka fyri einum
samfelag,
har øll hava javnbjóðis
møguleikar
har øll hava rætt at vera
til, at liva og virka og
vera øðrvísi.
Tí frælsið er bert veru
ligt, um tað er fyri øll.
Javnaðarflokkurin
Jóannes
eidesgaard
Val
Javnaðarflokkurin
eyðgunn
samuelsen
Val
Tjóðveldi
FríðFinnur
Johnsson
Val
Tað ið eg ikki fekk høvið at siga í Kí-høllini
Sambandsflokkurin
tryggjar vælferðinavið
Ríkisfelagsskapinum.
Vælferðarsamfelagið
kostar. Meiri og betri
vælferð kostar meira. Hví,
kann ein spyrja. Jú tí
hækkaðar pensiónir, betri
heilsuverk, betri skúlaverk
heilt naturliga kostar meira
enn eitt verri.
Fleiri loysingarflokkar
lova meira vælferð, men
samstundis vilja teir loysa
og skerja inntøkurnar. Tá
hongur ikki saman.
Loysing er tí ein hóttan
ímóti
vælferðarsamfelagnum.
Í Sambandsflokkinum
hava vit eitt øðrvísi mál.
Vit vilja fyrst og fremst
tryggja
vælferðarsamfelagið.
Skúlin skal betrast frá
fyrsta flokki og uppeftir.
Læraralønir mugu
hækkast, so tær eru eins í
øllum ríkinum.
Undirvísingartilfar, amboð
, nútíðargerð av skúlum,
betri eftirútbúgvingar
møguleikar o.s.fr. kosta
meira pening
Innan heilsuverkið mugu
sjúklingar fáa eina
nøktandi viðgerð skjótt, av
vælútbúnum fólkum, ið
ikki eru undirlønt (sama
løn í ríkinum).
Skipanir til børn við
serligum tørvi, skulu
gerast nógv betri sum
skjótast.
Alt hetta kostar pening.
Hendan pening vilja vit
nýta til at bøta um
vælferðina. Eftir kreppuna
eru nógv viðurskifti, ið als
ikki eru fingin í rættlag
enn. Hesi viðurskifti skulu
uppá pláss. Um nógv avlop
tá er, kunnu vit leggja tað
til viks, so
vælferðartænasturnar
kunnu gjaldast, tá
niðurgongd aftur verður í
fiskivinnuni. Tí
niðurgongd kemur. Tað
vita vit alt um. Men júst í
ringum tíðum skal
vælferðarsamfelagið eisini
gjaldast. Tað tykjast
loysingarflokkarnir at hava
gloymt.
X fyriMarjus Dam,
Sambandsflokkurin
Tryggja vælferðarsamfelagið
Sambandsflokkurin
marJus
dam
Val
Veljarakanningin gevur
Havnini minnstu umboðan
á Føroya Løgtingið
nakrantíð.
Fíggjarmálaráharrin úr
Sambandsflokkinum ætlar
at taka kommunukassan frá
okkum tá verður ikki
nógv vælferð eftir í Havn,
so mikið veit eg.
Góðu borgarar – hetta
gongur ikki!
Fólkaflokkurin er tann
besti til at byggja henda
góða stað, sum er Føroya
lands miðstøða.
Vel Fólkaflokkin og fáið
sterk umboð fyri Havnina
inn á Føroya Løgting.
Kom nú Havnin!
Fólkaflokkurin – listi A
BJarti
mohr
Val
Nr. 9 - 14. januar 2008