mánadagur 14. januar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Nr. 9 - 14. januar 2008
Løgtingsvalið 19. januar 2008
5
Tosaði ein dagin við ein
ungan sjómann, og spurdi
hann, hvat hann helt um
fiskivinnuna. Hetta er tað
hann skrivaði til mín.
”Sum ungur sjómaður í
Føroyum, vil eg ikki siga
at man hevur eina bjarta
framtíð.
Fólk sum ”ikki” liva av
fiskivinnuni, hata sjómenn
- tí teir fáa handan sokall-
aða órættvísa skattalættan.
Og tey byrja at himla við
eygunum, tá ið man fer at
tosa um høvusvinnuna hjá
okkum, tí tey eru so troytt
av, at hoyra hesar forkelaðu
sjómennirnar, sum for-
vinna væl betur enn ein
miðal hampa arbeiðsmað-
ur, kæra sína neyð, um at
tað er eingin fiskur, og at
Per og Pól selja fiskiloyvir
sum tey hava fingið fyri
einki, fyri milliónir.
Eg vildi meint, at tann
sum kom at sita sum lands-
stýrismaður í fiski-
vinnumálum, fór at hugsa
um hvat kann gerast fyri
at fáa tað at vera áhugavert
at fiska aftur, so at vit aftur
kunnu fylla skipini við
dugnaligum føroyskum
fiskimonnum. Føroyingar
eru jú kendir fyri at vera
dugnaligir fiskimenn. Ti er
tað spell, at skipini skullu
sigla næstan manntóm, ella
við manning, sum ikki
dugir sítt fak til fulnar.
Er man ein ungur fiski-
maður í dag, so hevur man
ongan møguleika at sleppa
frammat at keypa eitt skip.
Tað einasta sum eg hevði
havt møguleika at keypa,
er ein gamlan avoldaðan
ormetnan træbát, við einari
gamlari rustaðari egningar-
maskinu, og við einari
manning sum var millum
80 ár og skinn deyð.
Og hann hevði eg kunna
keypt, tí at loyvi er ov lítið
til at koyra á ein størri
linubát. Men hesir bátarnir
tímir eingin at keypa, tí at
teir bera seg ikki. Ætli eg
mær at keypa ein lítlan
fittan trolbát, so má eg
punga út við 20 milliónum,
og harav kostar loyvi 7
milliónir. So óansæð um
loyvi kostar 7 mill, so má
eg út við 13 milliónum
bert til hettar eina skipi, og
tað kann ein ungur maður
ikki klára. So eg haldi ikki
at tað eru loyvini sum gera,
at ungir menn ikki koma
framat.
Men tað sum er tað allar
ringasta, er at ungir menn
hava søkt um at sleppa at
veiða fisk, sum eingin
annar roynir eftir, men teir
verða skúgvaðir til viks -
um teir í heila tiki verða
tiknir í betragtning. Eg veit
fyri vist, at ein maður eg
kenni væl, kom við einum
frálíkum hugskoti um
nýggjan veiðumøguleika,
og hann fekk nei! Grundin
var tann, at teir í fiski-
málaráðnum meintu at
raksturin bleiv ov dýrur.
Tað skuldi sjálvandi
verið øvugt; at fiskimála-
ráðið var so himmalsfegi
um, at tað enn vóru ungir
menn í Føroyum, sum
høvdu ambitiónir. Teir
skuldi jú heldur spurt eftir
fólki, sum hevur hug og
áræði at royna nakað nýtt.
Og tað hevði ikki bila
petti, um teir hjálptu
hesum monnum í gongd,
antin við at lata bílig lán,
ella við at geva teimun eitt
líti oyra at starta upp við, tí
hettar kemur øllum
samfelagnum til gagns.
Man hevur ikki skipaða
frítíð, og forvinnur ikki
frægari, enn at man má
verða meira enn helvtina
av árinum burtur. Og so
sigur tað seg sjálvt, at man
fer at leita aðrar leiðir, har
inntøka og frítíð er betur.
Fer man at føra ein línubát,
- og tað havi eg roynt, so
ger man ikki annað enn at
leita eftir fólki. Tað eru
nokk tær størstu orsøk-
irnar, at ungir menn ikki
tíma at fara til skips
longur.
Og til endans, so meini
eg at tað eru ALT ov
nógvir línubátar undir
Føroyum. Landstýri skuldi
skorið ígjøgnum og keypt
nakrar av teinum, og
skrotta teir, fyri at minka
um veiðitrýsti.
Samanumtikið so meini
eg, at um ein føroysk fiski-
vinna, skal halda áfram, so
verður man noyddur at fáa
fólk at hyggja positivt
uppá hesa vinnu, ogikki
bara misunna okkum
hendan skattalætta. Faa
ungdómurin at læra sindur
um fiskivinnuna í skúla-
num og at man fær skipaði
frítíðarviðurskifti.”
Hvat kann man siga til
hatta, uttan at landið hevur
svikið? Her má okkurt
gerast, so vit aftur kunnu
vera errin av okkara
sjomonnum, sum stríðast
fyri hvønn stert og enn
halda okkara landi uppi.
Eg eri so errin av
teimum, og vónandi kann
eg gera mítt til, at teir fáa
tað, teir hava uppiborið.
Velji Miðflokkin so skil
kemur í aftur fiskivinnuna
- vinnan sum ger, at
tunnlar, ellisheim og alt
annað, ið valevni lova í
eyst og vest í dag, kann
fremjast í verki.
Vit hava nakað at læra
av íslendingum
Í greinini 10. jan.Tú hevur
rætt Gunnvør Hofgaard!
Sigi eg í einum broti:
“tankan um, at unga
familjan skal hava minst 4
inntøkur fyri at klára ein
vanligan dagligdag, sum
unga íslendska familjan
noyðist.”
Orðingin er skeiv. Ein
sera skilagóð íslendsk
kvinna ringdi til mín, og eg
vil hervið biðja um
umbering ------ vit skulu ansa eftir mytum sum verða
slongdar her og har, og somuleiðis - at vit ikki
genralisera. Eg eri kedd um, at eg kom at orða meg á
henda hátt, tí eg veit ov lítið um íslendska samfelagið til
at siga slíkt.
Samstundis eri eg fegin um, at eg skrivi frammanundan
í sama broti:”Vit vita frá íslendsku vinum okkara, at
vinnulívið har er sterkt og at íslendingar duga og tora at
trúgva uppá m.a. at mentan kann gerast
samfelagsvinningur, fær hon rætta grundarlagið at byggja
á.
Endamálið við geinastubbanum var, at eg vildi geva
Gunnvør Hoffgaard rætti í, at vit eiga at steðga á og
spyrja: Hvat slag av útviklingi vilja vit hava í Føroyum.
Og tað burdi eg havt gjørt uttan at siga nakað um Ísland -
- sum ikki er rætt orðað. Sorry!
Føroyskt skipasmíð
bjargað á stokkinum
Føroya løgting eigur at
skapa rammur fyri føroyskt
skipasmíð soleiðis, at bestu
karmar verða skaptir. Vit
skulu gera skipanir fyri at
varðveita hetta handverkið
her á landi. Tað er við
stoltleika fyri føroyskt
skipasmíð at síggja føroyskt
handverk, sum er fyrsta
klassa. Um vit bera okkum
rætt at, koma vit at kunna
útflyta okkara
skipahandverk og skapa nógva arbeiðspláss.
Loysnin er, at vit tryggja okkum útlendska
arbeiðsmegi. Tørvurin á arbeiðsmegi er størsti
trupulleikin fyri vøkstri í hesi vinnu og vit vita at
eftirspurningurin eftir skipum í útlandinum er stórur.
Tað er einki yvir at dylja,
at okkara eldru eru so
púrasta rættarleys, tá tað
ræður um umstøður teirra
á ellisárum. Vit hava eingi
krøv, ongan standard, einki
minstamark fyri, hvat er
sømiligt at bjóða okkara
gomlu. Ongar ásetingar
fyri, hvussu leingi tað er
rímiligt t.d. at standa á
bíðilista til heim, einki sum
fortelur, hvussu umstøð-
urnar skulu vera, um fólk
verða búgvandi heima,
tíansheldur rættindi til
uppvenjing o.a.m.
Tí mugu vit hava eina
eldralóg um tilboð og
rættindi, soleiðis at tey
eldru eru tryggjað, antin
tey búgva í sínum egna
heimi, ella tey flyta í
annað heim á stovni.
Tað er spáað um, at brúk
verður fyri fleiri røktar-
starvsfólki komandi árini.
Men longu nú vita vit, at
tað stendur á. Hesi fólkini
renna seg um rygg og hava
alt ov lítla tíð til at taka sær
av trivnaðinum. Tí mugu
vit styrkja um starvsfólka-
partin, so trivnaðurin hjá
báðum pørtum verður
betri.
Vit mugu hugsa um
mannarættindi og etikk -
eisini í eldrapolitikkinum.
Summi skriva, at “hetta og
hatta skylda vit okkara
gomlu”! Eg hugsi ikki, at
okkara eldru ynskja at
standa í skuld til nakran.
Tað er júst tað, sum
mangan nívir - hetta, at
standa í skuld og kenna seg
sum ein byrðu. Tað er
óverdugt!
Í einum vælferðarsam-
felag eigur eingin at ganga
og skylda nøkrum nakað.
Vælferð er nakað vit
solidariskt bjóða hvør
øðrum, nakað vit eru
vorðin samd um og eiga at
tryggja hvør øðrum, sama
hvar á lívsleiðini vit eru
stødd. Eitt felags projekt
fíggjað úr felagskassanum.
Eisini eldrarøktin. Tí skilji
eg ikki roknistykkið hjá
teimum, sum lova størri
vælferð, um somu tíð, sum
tey lova ovurhonds skatta-
lættar! Hetta hongur ikki
saman!
Komið heldur og semjist
um rættindini hjá teim
eldru komandi valskeið!!
Javnaðarflokkurin
Katrin Dahl
JaKobsen
Val
valevni Fólkaflokksins á Lista
A, sjálvandi!
roDmunDur
nielsen
Val
Miðflokkurin
ragnar
mouritsen
Val
Leivssjóð-ó-moralskt!
Eg slapp ikki við í
Leivssjóðhópin, tá ið
Leivur Hansen í september
ringdi og bað meg vera við
í sjóðinum. Leivur spurdi
meg, um eg skuldi stilla
upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg svaraði, at ’tað skuldi eg
kanska’.
Tí slapp eg ikki við.
Leivur sveik allan
fjølmiðlaetikk, tá hann í
kvøld lovaði einum
fjølmiðlaeksperti at føra tjóðveldispropaganda í sending
síni í Kringvarpi Føroya.
Hetta eigur at verða átalað!
Javnaðarflokkurin
nita næs
Val
Hjartasuff fra einum ungum sjómanni
Eldralóg og fleiri starvsfólk í røktina
Javnaðarflokkurin
nita næs
Val