mánadagur 14. januar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Løgtingsvalið 19. januar 2008
5
Fleiri kanska undrast á, hví
tað er so umráðandi hjá
borgarstjóranum í Tórs
havnar kommunu at verða
valdur í løgtingið, tá hann
nú frammanundan hevur
stóra politiska ávirkan sum
borgarstjóri í landsins
høvuðsstaði og nógv
størstu kommunu.
Jú, sjálvandi gevur tað
stóra politiska ávirkan at
sita sum borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu,
men tað nyttar bara so
lítið, tá tey mest
sjálvsøgdu málini hjá
høvuðsstaðarkommuni
ikki kunnu verða loyst
uttan beinleiðis ávirkan á
løgting og landsstýri.
Óteljandi dømi eru um,
at mál hjá kommununi bert
koma fram at loysnini,
men ikki kunnu verða
loyst, uttan at løgtingið og
landsstýrið gera sín part. Tí
bjóði eg meg fram um
valevni til løgtingið og biði
allar góðar kreftir um at
geva mær neyðuga stuðulin
til tað.
Um vit bara taka eldra
økið, so hevur Tórshavnar
kommuna útbygt Tjarnar
garð við 24 røktarheims
plássum, men uttan beina
vegin at fáa tann neyðuga
stuðulin frá landinum, ið
annars er ein sjálvfylgja, tá
stig verða tikin á eldra
økinum alla aðrastaðni í
landinum.
Tað sama ger seg gald
andi við Tilhaldinum í
Havn, har landið hevur
forsømt sína náttúrligu
skyldur í ríkiligt mát – eins
og tað hevur tað yvir fyri
hinum tilhaldunum kring
landið. Tilhaldið í Havn
var tað fyrsta, og síðani eru
tíbetur komin fleiri kring
landið, men landsins játtan
er ikki vaksin tilsvarandi,
og er – so løgið tað ljóðar
– minni í part til tilhaldini,
so hvørt sum frambrot
annars verða framd!
Til allarsíðst má eg
nevna tørvin hjá okkara
eldru at sleppa at røra seg
og fáa venjing, ið bæði
kann hjálpa teimum í
gongd av nýggjum, hava
tey onkursvegna fingið
skerdan førleika, men so
sanniliga eisini kann vera
fyribyrgjandi, so tey væl
og virðiliga kunnu halda
sín førleika við líka.
Her høvdu vit saman við
landinum eina góða roynd
arskipan á Tjarnargarði,
har kommunan skapti
karmar og útvegaði amboð,
so 70 fólk kundu fáa
venjing og vegleiðing frá
fysioterapeuti. Men av tí at
landið hevur strikað
játtanina, er hetta arbeiðið
tíðverri steðgað upp á
nýggjárinum!
Umframt alt hetta, ið eg
her havi nevnt, arbeiða vit
við at útbyggja á Boðanesi,
so vit har fáa ein heilan
býarpart fyri tey eldru,
sum verður gjørdur í fleiri
stigum. Talan er í fyrsta
umfari um røktarheim,
ellisheim og at enda eisini
um eldraíbúðir. Her er brúk
fyri uppbakking frá land
sins myndugleikum, sum
jú eiga eldraøkið, men tað
tykist bara vera so smátt
við tí, tá talan er um
Suðurstreymoy.
Hetta er tann stóra
orsøkin til, at eg sum
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu ynski at fáa
stuðul frá tykkum veljar
um, so øll hesi stóru og
týðandi mál fyri eldraøkið
kunnu koma ígjøgnum. Við
einari rødd á tingi kann eg
beinleiðis vera við til at
ávirka, so tiltrongdu broyt
ingarnar verða framdar.
Í eini tíð, har tað annars
gongur við rúkandi ferð í
hesum landi, ber ikki til, at
løgting og landsstýri ikki
duga at finna neyðugu
pengarnar, tá tað kemur til
okkara eldru og teirra
vælveru. Í nógvum førum
er talan um smáar upp
hæddir, ið kunnu gera stórt
gagn, men onkur má
skunda undir og fáa sett
meira ferð á. Tað eri eg til
reiðar at gera, fái eg
tykkara álit so eg vinni
sess á tingi 19. januar!
www.hedinmortensen.com
Tí vil borgarstjórin á ting!
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu og
valevni Javnaðarfloksins
Heðin
Mortensen
Val
Nr. 9 - 14. januar 2008
Meðan nógv verður tosað
um sosialt samhaldsfesti,
nú vit fyrstu ferð velja til
eitt valdømi, verður ikki so
nógv tosað um landa
frøðiligt samhaldsfesti. Her
má broyting koma í.
Vit mugu skapa liviligar
umstøður og fortreytir fyri
vøkstri og virðisøking
kring alt landið. Bert á
tann hátt kunnu vit til
fulnar gagnnýta alt okkara
náttúrugivna og menn
iskjaliga tilfeingi og halda
uppi tí mentunarliga ,
sosiala og vinnuliga fjøl
broytni, sum er neyðugt í
einum heilskaptum sam
felag.
Skeiv gongd í Suðuroy og
Sandoy
Hyggja vit at hagtølunum,
kunnu vit staðfesta, at árini
1985 – 2007 vaks fólka
talið í Føroyum uml. 7 %. Í
Streymoynni var vøksturin
uml. 17 %. Í Suðuroynni og
Sandoynni fall fólkatalið í
sama tíðarskeiði við uml.
17 %. Nevnast kann, at
fólkatalið í Suðuroynni í
dag, er tað sama sum fyrst
í 1920unum.
Umframt fallandi fólka
talið, er aldursbýtið og
kynsbýtið í báðum økju
num avlagað. Harvið er ein
sera óheppin ringrás
byrjað.
Ein og hvør dugir at
síggja, at gongdin í Suður
oynni og Sandoynni ber
tann skeiva vegin, og at
okkurt má og skal gerast.
Ein íløga í framtíðina
Fyri fáum árum síðani varð
gjørd ein kanning av
peningarenslinum millum
Suðuroynna og almennu
Føroyar. Kanningin vísti,
at almennu Føroyar hava
eitt yvirskot av Suðuroynni
uppá uml. 70 milliónir
krónur árliga.
Kanningin sigur okkum,
at hóast stóra afturgongd,
letur Suðuroy framvegis
eitt munandi íkast til
føroyska landshúsarhaldið.
Íløgur í Suðuroynna eru
soleiðis ein íløga í
framtíðar Føroyar, meira
enn ein útreiðsla.
Vakstraravtala fyri
Suðuroynna neyðug
Fyrst í nú skjótt farna
valskeiði varð farið undir
arbeiðið við einari
vakstraravtalu fyri
Suðuroynna. Slíkar avtalur
eru vanlig amboð í
londunum kring um
okkum. Nevnast kann, at
m.a. finska risafyritøkan
“Nokia” er úrslit av einari
slíkari hóast alt munandi
størri vakstraravtalu.
Komunurnar í Suður
oynni eru til reiðar. Lands
politiski myndugleikin
hevur tó verið ógvuliga
seinur í vendingini.
Í komandi valskeiði
eigur tí sum skjótast at
verða farið undir hesa
verkætlan, sum kann
gerðast ein fyrimynd fyri
onnur økir í landinum við.
Fast Suðuroyarsamband
Nú Sandoy komandi
verður bundið í meginøkið,
gerðast sandoyingar partur
av meginøkinum og kunnu
á jøvnum føti verða við til
at menna føroyska sam
felagið, eins og Sandoy við
fasta sambandinum gerst
eitt alternativt bústaðarøk
ið. Land okkara er harvið
vorðið størri og sterkari.
Eftir eru so 10 % av
føroyska fólkinum, nevni
liga suðuroyingar, umframt
smærru oyggjarnar.
Havandi í huga tær uml.
100 milliónir krónurnar
núverandi farleið um
Suðuroyarfjørð kostar í
rakstarútreiðslum árliga og
við tí veruleika fyri eygað,
at vit um eini 20 – 30 ár
skulu gera íløgu í nýggjan
Smyril, sum til tað tíð
kanska kostar ta tvífalda av
núverandi Smyrli, t.v.s. ein
knappa milliard krónur, er
lítil ivi um, at vit eiga at
fara undir forkanningar og
fyrireikingar av føstum
Suðuroyarsambandi.
Meðan forkanningar og
fyrireikingar verða gjørdar
og ætlanin framd í verki,
eigur sjálvsagt at verða
siglt millum Tvøroyri og
Tórshavn. At gera íløgur í
havnalag í Hvalba og á
Sandi og síðani sigla um
Hvalbiarfjørð, sum er eitt
ta ringasta farvatni í
Føroyum, hevði bæði verið
ein vánalig íløga og eitt
óhugsandi afturstig.
Hvørt íløgan í fast Suður
oyarsamband er ein stór
íløgu, velst um eyga, ið
sær. Kostnaðurin av føstum
Suðuroyarsambandi verður
mettur at verða niðanfyri 2
mia. kr. Til samanberinger
kann nevnast, at niður
skurðurin í blokkstuðuli
num higartil hevur eitt
virði á uml. 2,5 mia. kr.
Hvalbiarbergholið
Sum tað so mangan er
ávíst, er Hvalba ein av
framsóknastu vinnulívs
bygdum í landinum. Sum
støðan er, ber ikki til hjá
teimum akførum, sum í
dag eru vanlig, at koyra
gjøgnum Hvalbiar
ergholið, eins og tað ikki
ber til at halda ferðslu
lógini, tá koyrt verður
gjøgnum bergholið, sum
heldur ikki lýkur tíðarinnar
trygdarkrøv.
Stytsta leið úr Sandoy til
Suðuroyar er til Hvalbiar.
Ein dagføring av farleiðina
millum Hvalba og Trongis
vág er tí ein liður í fasta
Suðuroyarsambandinum.
Vit eiga at fara undir
dagføringina av Hvalbiar
bergholinum skjótast tilber,
soleiðis at vit kunnu
gagnnýta hendan partin av
Suðuroyarsambandinum
beinan vegin.
Vit mugu minnast til, at
skal peningur verða til
almenna um og fyrisiting,
skúlaverk, heilsuverk og
eldraøkið, er neyðugt at
skapa vinnulívinum í
primervinnuøkjum sum
Hvalba góðar karmar.
Samandráttur
Ábøtur og íløgur í
Sandoynni og Suðuroynni
er ikki ein spurningur um
lokalpolitikk. Talan er um
landafrøðiligt samhalds
festi, heildini og framtíðini
til frama.
Suðuroy og Sandoy í serstøðu
Løgtingsvalevni
Sambandsflokksins í Suðuroy
Jaspur
Vang
Val
Vel ein mann á ting, ið
verjir tíni rættindi sum
brúkari.
Stundin er komin, at
vit øll fáa okkara
sjálvsøgdu rættindi.
Øll eru vit brúkarar.
Høgur sum lágur. Ja,
sjálvt stjórar og reiðarar
eru brúkarar eins og tú
og eg.
Men hóast alt samfelag
ið er grundað á, at markn
aðarkreftirnar stýra
okkara lívi og øllum
búskapinum, er einki
gjørt fyri at tryggja sær,
at hetta kann fara fram á
ein hátt, ið tryggjar tørv
og rættindi hjá tí veikara
partin í spælinum,
nevnliga brúkaranum.
Henda ójavnvág, har
brúkarin altíð endar sum
tann lítli forsmáddi
taparin mótvegis sterkari
og vælskipaðari vinnu,
má beinast burtur alt fyri
alt. Tað ber ikki til at
grunda eitt samfelag á so
ójøvn lutføll millum
týdningarmestu
aktørarnar í einum
kapitalistiskum fólkaræði.
Tí er neyðugt at gera
sær greitt, at skulu vit lata
marknaðarkreftirnar ráða,
og skulu vit framhaldandi
hava álit á mótsøgnini um
eina rættvísa kapitalismu,
mugu vit geva okkum
sjálvum vápn til
sjálvverju.
Vel tí tíni rættindi sum
brúkari, vel Petur í Gong!
Við ynskjum um eitt
gott val fyri alt Føroya
fólk.
Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/petur
petur í
gong
Val
Brúka tín rætt