Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2008 37 Eg hoyri eftir hondini, at valevnir koma fram við málinum um Dalstunnilin og onkur beinleiðis leggur meg undir at hava ofra henda tunnil. Tað má eg siga, at tað fellur mær fyri brósti, ella eri eg kanska eitt sindur smásárur. Men sama ger hvat onnur meina um mítt arbeiði á tingið, men eitt skulu tit øll vita, eg gangi altíð fult og heilt inn fyri míni søk og havi eg so avgjørt gjørt tað, sum stendir í mini makt. Eg hopi so sannuliga at politikkarar og øll onnur sum varða av hesu farleið vita, at friðingarmyndu­ leikarnir hava forða hesum arbeiði saman við vitleysari linjuføring frá Landsverk. Annars fari eg at minna hesar politikkarar, sum hava fingið vind í segli, at Gerhard hevur bara siti í smá 6 ár á tingi, hvat var gjørt áðrenn tað, púrasta slett einki. Hóast at ein politikkari segði fyri 4 árum síðani, at kanningar arbeiði var liðugt, men hvat var tað, jú ein lodrøtt. Nei Gerhard hevur, saman við øðrum, fingið pening til kanningar í gjøgnum 3 ár sum eri lidnar. Síðan pening at byrja arbeiði við, men hetta arbeiði er ikki sett í gongd, harmuligt. Tí so løgið tað ljóðar, friðingarmynduleikarnir settu sum treyt at arbeiði skuldi gerast í einum, sum eisini hevði verið rætt, men har var ikki semja. Men heldur gera arbeiði á sama hátt sum Gásadalstunnilin og aðrir smáir tunlar. Til síðst, hví er arbeiði ikki byrja. Jú mín meining er, Landsverk gjørdi linju­ førðing áðrenn friðingar­ mynduleikin var spurgdur, tí bleiv tað óneyðugt drál. Síðani haldi eg at lands­ mynduliekarnir vildu hava nýggja linjuførðing, sum var munandi bíligari. So mín partur hevur ikki skorta ella um onkur annar ploitikkari hevði ein betur máta at loyst hetta hví ikki sagt frá, men landsstýriðs­ maðruin hevur nokk verið hálvhjarta í hesum stórmálil fyri okkara so vøkru og væl røktu bygd Dalur og tí koyra hesu fólk enn hesa vandaleið. Nei við eiga at seta teir smáu borarnar aftur í gongd ella keypa nýggjar, tí teir gomlu eru farnir av landinum, harmuligt. Dalstunnilin løgtingsmaður Javnaðarflokkurin Gerhard LoGnberG Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 5 Til hvørt val, og javnan harímillum, verða Mið­ flokkurin, politikkur hans­ ara og ikki minst leiðarar floksins viðgjørdir úr enda í annan. Í fjølmiðlunum, manna millum, ja enntá í útlondum. Løgið, ella? Nei, í grundini er einki løgið í hesum. Miðflokkurin er jú einasti, ið torir siga fólki sína hugsan um øll grundleggj­ andi samfelagslig viður­ skifti. Viðurskifti, sum vanlig fólk kjakast og tosa um, men sum gomlu føroysku flokkarnir ræðast. Ræðast at siga sína hugsan um, ræðast at kjakast og atkvøða um­ og renna undan. Ikki tí, teir hava sínar hugsanir um hesi viðurskifti, men av ótta fyri atkvøðum vilja teir helst ikki avdúka hesar. Miðflokkurin hevur greiða støðu til grund­ leggjandi spurningar! Fyri Miðflokkin er eingin ivi, hevur tú ikki greiða støðu til tilverunnar mest grundleggjandi spurningar, og torir tú ikki kjakast um og viðurkennast hesar hugsanir, so var betri at tú fanst tær okkurt annað at takast við enn politikk. Tú má vera ærligur og opin yvirfyri tí veljara, tú biður geva tær sína atkvøðu. Opin um mentannarspurningar, um eymar etiskar spurningar, um list og um fosturtøku. Svara spurningum um skrásett parlag, rætt ella ikki hjá homosexuellum at ættleiða og aðrar eldfimar spurningar. Jú tað kostar, men einki, ið hevur virði á fold, er kostnaðarleyst. Bert virðisleysar lættisoppaloysnir eru ókeypis. Men tær varða ikki, tær hvørva eins skjótt og sápubløðran. Tigur tú um tað grund­ leggjandi, so fært tú frið fyri naskum spurningum, tí fólk vita, at har er einki at koma eftir. Men tey í Miðflokkinum, tey tora at viðgera lívsins grundleggj­ andi viðurskifti, so har ber til at tosa við, og kanska loypa á. Men tað taka vit ímóti við gleði. Tí sjálvt um tað er ómakaleysari at tosa um tað, sum hinir raðfesta fremst, t.d. ára­ langa kjakið um vegurin frá tunnli til tunnil skal liggja undir, omanfyri, niðanfyri ella mitt ígjøgn­ um Leirvík ( bert fyri at taka eitt dømi um tað, teir gomlu kalla veruligan politikki), so gevur prátið um grundvirðini fleirfalt nøgdsemi, tá dagurin hallar. Áhugaverdar val­ og stevnuskráir á www. miðflokkurin.fo. Til løgtingsvalið 19. januar eru 18 valevni á lista Miðfloksins og vit hava gjørt eina valskrá, sum tú, saman við stevnu­ skránni, kanst lesa á heimasíðu okkara, www. miðflokkurin.fo. Har kanst tú lesa um, hvussu Mið­ flokkurin ynskir at loysa flest øll samfelagslig viðurskifti, eisini tey omanfyrinevndu grund­ leggjandi, tey sum teir gomlu flokkanir renna undan. Gev tær tíð at lesa hugsanir okkara, og ring endiliga til onkran okkara, um tú hevur spurningar ella viðmerkingar. Har lesur tú m.a.hugsanir okkara um altjóða skipa­ skránna FAS, um móta­ orðið alheimsgerð, um broytingar av ALS skipan­ ini og um brúkaratrygd. Tú lesur um ætlanir okkara um víðkan av barnsburðar­ farloyvinum, um loysn fyri tey langtíðarsjúkrameld­ aðu, um økispsykiatriina, og um menning av fólka­ skúlanum. Eisini lesur tú um viðgerðartrygd í heilsuverkinum, og um at seta sjúklingaumboð og serlækna í eldrasjúkum. Lestrarstuðulin skal galda frá 16. ári og verða fyri øll, og vit hava góðar ætlanir um mentanar­ og frítíðar­ økið. MVG lóggávan má broytast, kringvarps­ og sjúkrakassagjøld mega inn í skattin, tí tey raka sosialt skeivt, og alment sett starvsfólk mugu virðast nógv meira enn í dag, her hugsa vit m.a. um eftirútbúgving og løn. Vóni, at sum tú lesur, gerst tú sannførdari um at velja ein okkara at umboða teg á Løgtingi. p.s.: royn og fá onkran við tær at velja Miðflokkin, tá verður møguleiki okkara størri at fáa ávirkan. Hví eru hugsanir Miðfloksins so áhugaverdar? formaður Miðfloksins Jenis av rana Val Mentanarpolitikkur hevur higartil bert verið til pynt. Nú venda vit gongdini. Og Tjóðveldi tekur greiða frástøðu frá royndunum at skerja listarliga frælsið Tað er sjálvandi rætt, sum listafólk føra fram. Mentan­ arpolitikkur í Føroyum er ikki til í løtuni. Men samleiki og mentan er eitt av fimm hjartamál­ um hjá Tjóðveldinum – og sum einasti flokkur hava vit greiðan og ítøkiligan mentananarpolitikk í valskrá okkara. Alt ov leingi hava vit latið samleika og mentan verið hjáputur í politisku raðfestingunum. Vit hava dúvað uppá tær eldsálir, sum ímóti øllum forsagn­ um og fíggjarvánum, sjálvboðin hava ment okkara mál, skapandi listargreinar, felagslív, ítrótt, mentanararv og mentanarstovnar. Samleiki og mentan eru sjálv drívmegin og sálin, ið skapar okkum sum menniskju og sum fólk. Uttan tað, vóru Føroyar bert nakrir einsligir klettar í Norðuratlantshavi. Samleiki og mentan er grundarlagið fyri øllum framburði í samfelagnum. Mentan er ikki óneyðug útreiðsla, men skapar okkum sjálvsálit, inntøkur og vinnumøguleikar so vit mennast sum einstaklingar, sosialt tilvitað menniskju og sum tjóð. Tjóðveldi tvífaldaði mentanarjáttan Tjóðveldi tvífaldaði mentan­ arjáttanirnar frá 1998­2002. Tað gjørdi veruligan mun – við Tjóðpalli, orðabóka­ gerð, nýggjum Mentanar­ grunni við starvslønum, framtøkum fyri tónleik og yrkislist, bókasavnslóg, ítrótti, ferðastuðli til tiltøk uttanlands o.s..fr. Síðani hevur staðið í stað. Tó so ­ vit hava sum einasti flokkur lagt røð av mentanarpolitiskum uppskotum á ting í and­ støðu. Uppskotini um at hækka játtanina eitt vet til Tjóðpall, Mentanargrunn og Musikkskúla vunnu frama at enda. Og uppskot­ ini um Týðaragrunn, málstevnunevnd og spæli­ støð til tónleikarar, vunnu eisini frama – men ongin uppfylging sæst frá landsstýrinum. Nú skal syngjast annað lag. Tjóðveldi vil gera stórar íløgur í mentan og fara miðvíst at styrkja okkara mentan og sam­ leika. Vit skulu vera errin av okkara mentanararvi og støðugt menna og nútím­ ansgera okkum – sum føroyskir heimsborgarar. Og vit hava røð av ítøkilig­ um uppskotum, ið tit finna á okkara heimasíðu www. tjodveldi.fo – m.a. eisini um barna­ og ungdóms­ politikk. Frælst og óheft mentanararbeiði Men grundhugsjónin í okkara mentanarpolitikki er, at mentanarliga skapan­ in er fræls og óstyrd av partapolitiskum, hugsjónar­ ligum og átrúnaðarligum seráhugamálum. Tí taka vit greiða frá­ støðu frá royndum Mið­ floksins at gera mentanar­ politikk til átrúnaðarligan stríðsspurning og hansara royndir at stýra mentanar­ ligum virksemi politiskt. Vit stuðla hinvegin eisini rættin hjá átrúnaðarligum bólkum, samkomum ella einstaklingum til sítt mentanarliga og skapandi virksemi – ið sjálvsagt eisini skal virka frælst og óstýrt og hava sama rætt og frælsi í mentanarpolitikki og mentanarjáttanum landsins. Vit, heimsborgarar í Føroyum... Tjóðveldi høGni hoydaL Val