Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Heimurin finnur í hesum døgum saman. Tvørtur um landamørk skulu vit øll royna at taka við felags avbjóðingum, so vit í seinasta enda standa sterkari. Sambandsflokk­ urin hevur somu stevnu í Ríkisfelagsskapnum “Onki land kann standa einsamalt”. Hetta var høvuðsboð­ skapurin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, í Føroyum í summar. Hann sipaði m.a. til, at vit øll og tvørtur um landamørk skulu taka við felags avbjóðingum sum t. d. bardaganum móti sjúkum og fátækradømi, einum reinari klima, stríðið fyri friði og búskaparligari framgongd fyri øll. Vit í Sambandsflokki­ num eru samd við Bill Clinton. Tað er rættast, at allur heimurin finnur saman um størstu avbjóðingarnar. Í flokkinum hava vit sama góða grundsjónar­ mið, tá tað snýr seg um viðurskiftini í ríkisfelags­ skapinum. Tað er rættast, at londini í felagsskapinum finna saman um størstu avbjóðingarnar, tí saman standa vit nógv sterkari. Tí eru bert tvinnanda møguleikar á valinum tann 19. jan.: Sambands­ flokkurin ella hinir fimm flokkarnir. Vit virka fyri felags­ skapinum ­ teir virka fyri at taka felagsskapin av. Vit síggja fyrimunirnar í felagsskapinum ­ hinir síggja bert vansar. Vit vita, at ríkisfelags­ skapurin er at líta á við sínum møguleikum og samhaldsfesti. Hinir flokk­ arnir ásanna hetta bert, tá tað gongur minni væl, og brúk veruliga er fyri samhaldsfestinum í felagsskapinum. Er nøkur skilagóð orsøk til, at vit t.d. skulu vraka útbúgvingarmøguleikar og møguleikar at søkja sær heilsubót gjøgnum Ríkisfelagsskapin? Skulu vit siga nei til ríkisveiting­ ina, tá hon kemur væl við her í landinum? Skulu vit eisini skerja møguleikar­ nir hjá vinnuni at brúka vinnuligar skipanir og sendistovur í Ríkisfelags­ skapinum? Skulu vit siga ja til afturgongd? Nei, vit vilja halda fast við samstarvið í felags­ skapinum. Latið okkum halda okkum til leistin hjá Bill Clinton, sum er trendurin allastaðni í heiminum í dag. Samstarv og sam­ band tvørtur um landa­ mørk um tey týðandi málini. Sambandsflokkurin er einasti garantur fyri felagsskapinum. Sambandsflokkurin Edmund JoEnsEn Val Eg vil, at vit skulu vinna okkum fult sjálvstýri. Tað er avgerandi fyri framtíð okkara at eitt komandi løgting ger røttu raðfestingarnar soleiðis, at Føroyar fyrst gerast fíggjarliga óheftar av danska blokkinum. Hetta skal gerast innan tvey valskeiðir eru runnin. So skjótt sum Føroyar eru fíggjarliga óheftar av Danmark, skulu vit hava eina bindandi fólkaat­ kvøðugreiðslu um okkara ríkisrættarligu støðu. Eg vil, at vit skulu sostatt hava eina bindandi fólkaatkvøðu um okkara ríkisrættarligu støðu innan tvey valskeið. Ynskir tú, at vit føroy­ ingar gjalda okkara egnu rokningar og gerast fíggj­ arliga óheft av blokkinum; so er velja Sjálvstýris­ flokkin tann 19. januar. Sjálvstýri Valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum súsanna mortEnsEn Val Tað varð tann tíð, tá menn og kvinnur høvdu eina politiska hugsjón, og tað andaliga hoyrdi tí andaliga til. Men so er ikki longur, tíanverri. Øll hava vit nú hug at viga hvønn annan, og úrslitið er.... tú er vig­ aður og funnin ov lættur, men ov lættur til hvat? Havi altíð verið loysing­ armaður og er tað nakað, sum eingin kann taka frá mær, so er tað mína politisku hugsjón. Havi ongantíð verið í iva um, hvat er best fyri Føroyar og tað føroyska fólkið. Haldi at søgan hevur prógvað tað fleiri ferðir. Okkara mál, tað verið seg innan skúla og kirkjugátt, at tey heilagu sakramentini verða boðaði á móðurmálinum, í øllum kirkjum og samkomuhús­ um kring landið – tað er ein sjálvfylgja í dag, men so hevur ikki altíð verði . Tað føroyska Merkið – sjómarkið út á 200 fjórð­ ingar og eg kundi hildið áfram. Alt hettar kom ikki av sær sjálvum, eitt stríð, eitt tógvið stríð. Og í dag høvdu vit verið fátæk – um kvinnur og menn ikki slóðaðu nýggjar rásir. Men aftur til tað polit­ isku hugsjónina. Komið at hugsa um, tá eg ein sunnu­ dag kom úr kirkju á Eiði. Fylgdist við einum úr grannalagnum og sum vant, støðgaðu vit undir húsa­horninum hjá Hans á Brúgv. Tosað var um præ­ dikuna, um veður og vind – um hvussu skurðurin fór at hilnast o.s.fr. Samdir um so nógv, og tó – eitt vóru vit samdir um, og tað var at verða samdir um at verða ósamd­ ir politiskt. Hettar høvdu vit eisini virðing fyri. Hann javnaðarmaður og eg tjóð­ veldismaður – báðir eina politiska hugsjón sum eingin kundi broyta. Men hvussu er í dag. Tað eru fólk sum bjóða seg fram á politiska vígvøllin við einum endamálið – hvar havi eg ein møguleika at verða vald/valdur, og so bjóðar viðkomandi seg fram. Tað er hettar sum oyðileggur teir politisku flokkarnar og allan poli­ tikk. Hettar er meinings­ leysur politikkur ­ og í dag hava vit seks flokkar + miðnámsflokkin. Og eitt land, hvørs evsta vald liggur í donskum hondum. Hettar er lítið at verða errin av. Tjóðveldi er loysnin Hvat er ein politisk hugsjón Tjóðveldi olaf í Garði JoEnsEn Val Javnaðarflokkurin hevur sum fremsta mál, at allir borgarar eiga at fáa somu møguleikar í vælferðar­ samfelagnum, uttan mun til, hvar í landinum teir velja at búseta seg. Javnaðar­ flokkurin stuðlar viljanum hjá føroyingum, at skipa seg í bygdasamfeløg. Hugsjónin góðtekur sjálvsagt ikki, at samfelag okra verður skipað bara útfrá praktiskum, búskaparligum sjónarmiðum. Men skal bygdasamfeløg­ unum vera lív lagað, so verður neyðugt støðugt at skipa lívsumstøðurnar hareftir, tí okur fara ongantíð at góðtakað, at Føroyar verða býttar upp í fyrsta og annan floks menniskju. Havast skal í huga, at ein fyritreyt fyri trivnaði í samfelagnum er, at rímiligt aldursbýti er í fólkinum, at javnvág er í arbeiðsbýti og arbeiðstilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarkn­ aðin – børn, gomul og óarbeiðsfør – eisini eru ein natúrligur partur. Til at røkka hesum málum er neyðugt: at hava góðar samferðslu­ og samskiftis møguleikar, at almennir stovnar og fyrisitingar eisini leggjast í útjaðaranum at kommunur samstarva ella leggja saman. Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna í hesi samgongu, og fegnast okur um, at tað hevur eydnast at lækka prísirnar á ferðaseðlum at fraktprísirnir eru lækkaðir heilt betýðiligt til stóran bata fyri vinnulívið at okur hava fingið flutningstuðul íð samband við flutning av fiski, at túratalið er økt, at umsitingin av strandferðsluni er flutt suður. Stuðla javnaðarflokkinum Bygdamenning – útjaðarin – miðspjaðing valevni á lista C mikkJal sørEnsEn Val Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg fyrstu ferð hugtaki “bleytu virðini” tó veit eg ikki hvør hevur funni uppá hetta hugtak. Í hesum valstríðnum eru “bleytu virðini” vorðin nakað, ið øll mugu siga nakað um, og hava eina støðu til. Haldi sjálv, at hetta at tosið um bleyt og hørð virðir, sigir nakað um hvussu avskepla umboð­ anin í okkara samfelag, har avgerðirnar skulu takast, er. Tað er, sum um, tosað verður um okkum og hini. Mín dreymur er, at vit fara at fáa eitt løgting har kynsumboðanin er so jøvn, at ikki er neyðugt at tosað um bleyt og hørð virðir. Ístaðin fara vit at tosa um, og royna at betra alt samfelagi, ikki antin skúlar ella tunnlar. Vit fara at hugsa um alt samfelagi, bæði geografiskt og í mun til, hvat skal til fyri at menna samfelagi og útbyggja vælferðina. Sum kvinna, kennir ein seg koyrdan í bás, tí sjálvandi hevur tú áhuga og støðu til sonevndu bleytu virðini, tá ið tú er kvinna. Nú eri eg ein kvinna, ið hevur áhuga fyri øllum økjum í samfelag­ num, bæði vinnu, fíggjarpolitikki og bleytu virðunum. Kenni eisini hópin av øðrum kvinnum, ið hava áhuga fyri øllum samfelagsmálum. Tí vóni eg, at vit skjótt fara at síggja eitt løgting, ið er samansett soleiðis, at tað verður ein sjálvfylgja at fyrihalda seg til alt í samfelagnum, uttan at skula flokka tað upp í vit og hini. Affskaffa bleytu virðini valevni hjá Javnaðarflokkinum EyðGunn samuElsEn Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 5 Valið snýr seg um felagsskapin Nr. 9 - 14. januar 2008