Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2008 39 Føroyum nýtist politikarum sum hava veruliga vilja til at fáa skapt tann vøkstur og møguleikar í altjóðagerðini. Vit mugu verða realistar og síggja í eyguni at Føroyar ikki er tjent við at vit orskað av ósemjuni millum Sambandsflokkin og loysingarflokkarnar ikki er komin eitt fet víðari ES. Hetta er ongin tjentur við og hvør dagur vit onki gera er eitt tap fyri vøkstri og menning av Føroyum. Vit mugu semjast um at takað upp samráðingar við Danir og ES um hvussu vit kunnu fáa ES limaskap og hvørji krøv er til okkara í hesum høpi. Vit kunnu ikki bjóða okkara vinnu og borgarum nakað betur og tí er umráðandi at seta hetta arbeiði hægst á dagskránna í komandi valskeiði. Sambandsflokkurin vil framá, - vit vilja loysnir sum gagnað Føroyum. Vil tú eisini tað besta fyri Føroyar so velur tú sjálvandi Sambands- flokkin 19. Januar. Løgtingsvalið 19. januar 2008 5 Sambandsflokkurin Johan Dahl Val Vanliga seta vit ítrótt og avrik í samband við ungdómin. Tað er eisini gott og nemur hjartarøturnar, tá vit hoyra, at tað gongst okkara ungu væl í teimum ymisku ítróttargreinunum. Hvør minnist ikki, tá landsliðið bardi eystur- ríksku bjørnina? Føroyar á heimskortið, ferðafólkini higar øktust, og vit vóru stolt sum pávar. Eisini í øðrum ítróttar- greinum hava vit víst, at vit eru úrmælingar, ongin nevndur, men ongin gloymdur. Tá tað er sagt, mugu vit eisini ásanna, at tá aldurin er farin um tey tríati ella so, fækka tilboðini um ítrótt til hendan aldursbólk. Hetta skulu vit gera nakað við, bæði sæð frá einum heilsuligum eins og lívsgóðsku sjónanmiði. Kross við Fólkaflokkin. Her virka vit! Føroya løgting eigur at ganga á odda fyri, at okkaru dugnaligu listarfólk fáa betur karmar at virka undir. Mentan kann skjótt gerast til eina vinnu í nógv størri mun enn í dag.. Hygg bara eftir tónleikinum í øðrum londum. Vit eiga at virða listafólk sum skaparar av virðum á sama hátt sum vit virða tey sum virka pengar í vinnulívinum. Tað eigur at vera ein heiður og ikki ein skomm at velja eina listaliga grein sum vinnuveg. Hvussu gera vit hetta? Vit eiga at sláa fast, at tey sum arbeiða innan mentan hava somu løn uppiborið sum tey, ið arbeiða innan vanligt vinnulív. Nógv fleiri fólk eiga eiga at fáa starvslønir frá tí almenna, soleiðis at tey í frið og náðum kunnu arbeiða við teirra list og á hendan hátt gera Føroyar kendar úti í heimi. Vit kunnu brúka íslend- ingar sum fyrimynd á hesum økinum. Mentanin fer við einum fittum parti av íslendsku fíggjarlógini, nógv størri parti enn á tí føroysku. Ítróttur fyri øll Fólkaflokkurin www.folkaflokkurin.fo Óskar Eiriksson Val Tónleikurin skal berast út í heim valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi! roDmunDur niElsEn, Val Tá ið aldurdómurin bankar uppá, er tað so nógv, sum skal takast støða til. Vit føroyingar hava ta siðvenju, at vit á ungum árum byggja okkum okkara egna heim, vit hava góð upplivilsir í hesum heimum, men so kemur aldurdómurin, kreftirnar ganga undan, røkiskapurin blívur minni. Leiðin móti at koma undir eldrarøktina, er nú ein verunleiki. Vit eru glað og takksom fyri tann møguleika og tilboð okkara samfelag hevur at bjóða teimum gomlu. Tað eigur og má vera ein treyt, at tey koma undir trygg viðurskiftir, tað má berast so í bandi at tann gamli ikki blívur fluttur frá stovu til stovu ella deild til deild, har trivnaðarumstøð- urnar mugu og eiga at vera optimalar, at tær saniteru umstøðurnar við wc og brúsu eru tær omtimalu og bestu. Berast má so í bandi, at tørvurin til stovnsplássini er nøktaður, at pláss verður gjørt til ein komandi tørv. Eitt annað evni innan heilsurøkt sum eg kundi mær at nomið við er dagtilboð til eldri minnisveik, sum tildømis búgva heima, fyri at tey kunna blíva aktiverað. Við at so fá tilboð eru til henda bólkin, eru tað fleiri, sum nærum detta burur millum, hetta eigur at vera hugt meira seriøst uppá í komandi valperiodu. Eitt annað tilboð, sum avgjørt kundi verið vert at fingið í lag, var eldraíbúð- ir, sum eru handikapvinar- ligar. Um vit fáa slíkar íbúðir, so vilja nógv eldri gera seg lidnan við síni hús, vit hava avgjørt fyri neyðini hesar eldraíbúðir. Eitt er at vit skapa rammur, eitt annað er, um vit megna at geva hesum stovnum/bygningum, ein trivnað/umsorgan. Vit skapa ongan trivnað/ umsorgan og góða røkt, við at geva starvsfólkunum meira arbeiðsbyrðar og skerja í ta fíggjarliga hjá hesum stovnum. Um vit halda á á hesi leið, koma vit at fáa torført við at fáa starvsfólk, lat okkum seta okkum sum mál í komandi tingsetu at uppnormeran av starvsfókum innan røktina, kann blíva ein møguleiki fíggjarliga. Góðu veljarar, góðu landsmenn, við fólka- flokkinum í leiðsluni eru mál nádd til frama fyri eisini eldrarøktina, gev A liðinum tína atkvøðu, vilt tú, eg vil verða tín rødd. Tá ið aldurdómurin bankar uppá Fólkaflokkurin GvøbJørG vEst Val ES og tey 4 frælsini avgerðandi fyri vøkstri og menning av Føroyum Landssjúkrahúsið er ein týðandi miðdepil í heilsu- verkinum sum flest føroy- ingar beinleiðis ella óbein- leiðis hava samband við. Tað liggur stór ábyrgd á leiðsluni og politiska myndugleikanum at tryggja at starvsfólkið hevur nøktandi karmar at virka undir, soleiðis, at viðgerðin og røktin sjúk- lingurin fær er fullgóð og sjúklingurin og avvarðandi kenna seg trygg. Neyðugt er við viðgerðar- trygd – men so sanniliga eisini við røktartrygd! Sum ein ið havi innlit í heilsuverkið, veit eg, at starvsfólkið gera sítt besta. Men ikki er tað serliga motiverandi í longdini at virka undir tyngjandi umstøðum og síggja m.a., at starvsfelagar, tiknir uttanífrá, fáa munandi meir í samsýning – fyri sama arbeiði – enn ein sjálvur. Landssjúkrahúsið má verða ført fyri at veita eina fullgóða tænastu ALT árið – 365 dagar um árið! Her má vend koma í! Neyðug stig mega takast! Starvsfólkaviðurskiftini máa fást í rættlag! Megnar leiðslan tað ikki, so eigur landsstýrismaðurin í heilsu- málum aktivt at fara inn í málið og finna eina loysn, sum gevur starvsfólkunum nøktandi arbeiðsumstøður og sum endurreisur álitið á landssjúkrahúsið. Hetta hevur skund! Álitið á Landssjúkrahúsið má endurreisast eisini neyðugt við sjúkraøktartrygd Miðflokkurin listi H torDur J. niclasEn Val Tað er ikki alt gull ið glitrar. Júst í hesum mánaðinum fáa vit helst at vita um tað svarta gullið sum borað verður eftir í føroyskum øki, men tað er ikki hetta gullið eg hugsi um beint nú. Eg hugsi um tað gráa gulli sum livir ímillum okkum hvønn einasta dag, tað eru tey eldru í samfelagnum. Tey eldru hava skapt alt tað sum vit nú nýta gott av og hava skapt okkum góðar karmar at virka undir, og ikki at gloyma alt tey hava lært okkum og framvegis læra okkum. Tað eru fleiri sum eru farin uppum 67 og kundu hugsað sær at hildið fram í starvi sínum eina tíð afturat fulla ella niðursetta tíð. Teirra trupuleiki í dag er, at tey verða sera hart skattað, og tí fer hugurin at arbeiða eisini, nei hesi fólk hava so sanniliga goldið sítt. Eftir at tú hevur fylt 67 ár eigur tú bert at gjalda 30% skatt av hvørjari krónu tú forvinnur afturat pensjónini. Um tú gevur mær tína atkvøðu so kann hetta gerast møguligt. Set tín kross við lista A Tað gráa gullið Valevni hjá Fólkaflokkinum Poul klEmEntsEn Val