mánadagur 14. januar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Løgtingsvalið 19. januar 2008
5
Nú hevur valstríðið staðið
á í eina tíð, og eru lyfti um
bæði eitt og annað givin til
borgararnar her á landi.
Nógv verður tosað um
heilsuverkið, almanna
verkið og skúlan.
Lat meg byrja við at
staðfesta, at er eri samdur
í, at hesi økini hava harð
liga brúk fyri menning.
Heilsuskipanin í
Føroyum skal mennast,
soleiðist at einhvør kann
kenna seg tryggan við ta
viðgerð, sum givin verður í
heilsuverkinum. Karmarnir
skulu vera góðir, soleiðis at
vit hava góð og væl útbygd
sjúkrahús til at viðgera
sjúklingum samstundis
sum heimarøkt, røktarheim
o.s.fr. eisini hava góða
dygd. Viðgerðartrygd skal
vera samstundis sum at
sjúklingatryggingin skal
setast á stovn.
Nógvir skúlar í Føroyum
eru í syrgiligum standi og
skal okkurt munagott
gerast, soleiðis at vit kunnu
lyfta okkum upp millum
tey londini, sum hava besta
skúlan í heiminum. Størri
krøv skulu setast til
læraraútbúgvingina og
læraran, samstundis sum
vit eisini mugu seta størri
krøv til næmingin og
heimið.
Innan almannaøkið skulu
broytingar gerast, soleiðis
at korini hjá einligum
betrast. Barnafrádrátturin
skal hækka frá 3 barni,
soleiðis at tað ikki gerst
tann fíggjarligi parturin
sum heldur fólki aftur við
at fáa fleiri enn 2 børn.
Nýggj leigulóg skal setast í
gildið og vit kundu hildið
áfram at nevnt øki, sum
eiga og mugu betrast.
Tá so øll hesi tingini eru
nevnd, siti eg eftir við
hesum spurninginum. Hvat
við starvsfólkunum?
Vit hava eldsálir, sum
hvønn dag taka stór tøk,
fyri at hesi arbeiðsøki
hanga saman, og skylda vit
hesum fólkum eitt herða
klapp. Og skulu vit fram
haldandi hava hesar eld
sálirnar á arbeiðsmarkn
aðinum, mugu starvs
fólkaviðurskiftini betrast
munandi.
Innan øll hesi økið
verður rópt eftir førleika
menning og starvsfólka
menning.
Taka vit skúlaøkið, er
nógv hent seinastu árini,
men spyrt tú Lærara
felagið, so er eitt mál, tey
hava rópt serliga hart um
seinastu mánaðarnar,
nevniliga førleika
menning. Starvsfólkið vil
meir enn fegin gera sítt
arbeiðið til lítar, og tí er
neyðugt, at vit stuðla
teimum í hesum. Lat
okkum taka læraran í
álvara og seta pening av
til umskúlan og eftir
útbúgving av lærarunum,
soleiðis at teir kunnu gera
sítt arbeiðið til lítar.
Menna vit læraran, vil
næmingurin eisini
mennast.
Í samrøðu við Rás2
hevur Marin Vang
sjúkrarøktarfrøðis stjóri
staðfest, at heilsuverkið
manglar pening til
førleikamenning av sínum
starvsfólkum, soleiðis at
tey á bestan hátt kunnu
geva góða og profession
ella hjálp til sjúklingin og
avvarandi.
Vit mugu fáa sett á
stovn ein starvsfóka
politikk innan tað
almenna, har tað skal
arbeiðast við at menna
starvsfólkið. Við menning
fylgir ábyrgd og við
góðum førleika er lættari
at átaka sær ábyrgd.
Sum valevnið fyri Mið
flokkin er mítt mál, at kor
ini hjá teimum sum
arbeiða innan heilsu,
almanna og skúlaverkið
skal betrast. Neyðugt er at
fáa skipaði viðurskifti
viðvíkjandi førleikamenn
ing av starvsfólki, soleiðis
at vit kunnu tryggja, at
almenn starvsfólk hava
bestu fyritreytirnar fyri at
virka í teirra starvi. Hesi
viðurskifti eru eftirhondini
ein sjálvfylgja innan ta
privatu vinnuna, sum
arbeiðir nógv við starvs
fólkamenning. Átti tað
almenna ikki eisini at fylgt
við á hesum økinum? Er
hetta ikki ein partur av tí
“rúmliga” arbeiðsmarkn
aðinum?
Neyðugt er at fáa skipaði
viðurskifti viðvíkjandi
førleikamenning
av starvsfólki
Valevni fyri Miðflokkin
Albin
JohAnnesen
Val
Miðflokkurin ynskir, at
umhvørvisdálkingin verður
tikin í størri álvara og at
størri dentur verður lagdur
á at fyribyrgja dálking.
Vit kunnu freistast at
siga, at nú vendist ikki
aftur, hjólini koyra so
skjótt, og tað er onki vit
kunnu gera, fyri at tálmað
gongdini innan umhvørvis
dálking.
Síðstu tíðina hevur nógv
verið tosað um umhvørvis
broytingar, ið síggjast
kring allan heim. Ein
rapport frá ST staðfestir, at
broytingarnar í veðurlag
num nú stava frá dálking,
skapt av menniskjum, og
hetta er nakað sum vit í
Miðflokkinum ikki kunnu
liva við.
Politiskt hevur hetta mál
verið á skránni tey síðstu
20 árini, men persónliga
má eg siga, at eg dugi illa
at síggja álvaran aftan fyri
hesi orð/lyfti. Nú er tíðin
komin at vit mugu gera
nakað ítøkiligt – orðini
føra okkum ikki á mál.
Loysnin er, at vit gera
tiltøk sum minka um
útlátið/dálkingina her og
nú, samstundis sum vit seta
fokus á menningarætlanir
sum tryggja varandi
loysnir, eisini um hesar í
fyrstu atløgu koma at
kostað – sum er hava vit
ikki ráð at lata vera.
Skulu vit røkka hesum
málum, er neyðugt við
einari politiskari hug
burðsbroyting. Hesa
avbjóðing tekur Miðflokk
urin í størsta álvara. Vit
hava fingið til uppgávu at
umsita skaparverkið við
skynsemi, soleiðis at
komandi ættarlið eisini
kann fáa gleði av tí
tilfeingið, ið Skaparin
hevur givið og gevur
okkum hvønn dag.
Eitt mál sum Miðflokk
urin hevur sett sær, er at vit
tey næstu 10 árini er, vilja
minka útlátið við 30%, í
mun til støðuna í dag.
Set X við Miðflokkin
Neyðugt við hugburðsbroyting
á umhvørvisøkinum
Miðflokkurin
JAspur
lAnggAArd
Val
Síðan eg var smágenta,
havi eg havt áhuga fyri,
hvussu vit samfelagsliga
innrætta okkum.
Sjálv havi eg ongantíð
ivast í, hvar eg politiskt
hoyri heima. Eg havi verið
limur í Hvalbiar Javnaðar
felag, síðan eg var 18 ár.
Og tá okkara felag legði
saman við Suðuroyar
Norðara Javnaðarfelag,
gjørdist eg limur har. Eg
havi altíð havt stóran áhuga
fyri samfelagsviðurskift
um, og havi sett mangan
kritiskan spurning til
politiskar samfelagsloysnir,
sum samgongur og
andstøður millum ár og
dag hava staðið fyri.
Fyri meg í dag kennist
tað sum ein løtt avgerð at
stilla upp fyri Javnaðar
flokkin. Flokkurin hevur
somu hugsjón, sum hann
fyri 80 árum síðani varð
stovnaður á. Og eg vil
halda rimmar fast um, at
tað er við javnaðarhug
sjónin vit hava vunnið
stórar sigrar og framá í
Føroyum. Samhaldsfestið
hevur givið einum stórum
meiriluta av fólkinum betri
lívskor, økta vælferð og
fjøltáttaðar møguleikar at
mennast.
Í nútíðar vælferðarsam
felagnum merkir samhalds
festi, at meirilutin skal vera
við til at tryggja øllum
somu atgongd til øktu
vælferðina. Øll tey, sum
eru væl fyri í samfelag
num, eiga at sýna samhalds
festi fyri teimum ymisku
veikaru bólkunum. Hetta
skulu tey, tí vit vilja hava
eitt samfelag í sosialari
javnvág.
Tað, at allir flokkar í dag
eru farni at tosa út frá
einari sosialdemokratiskari
grundhugsjón, er sjálvsagt
at frøast um, eg ivist tó í,
um tað er tann sama
vælferðin, sum vit tosa um.
Tí um tað ikki er tað, so
vinna vit ikki serliga langt
framá heldur ikki eftir
hetta valið.
Tí vil eg minna okkum
øll valevni á, nú fáir
stríðsdagar eru eftir: At orð
hava týdning!
Javnaðarflokkurin
nitA
næs
Val
Hølisviðurskiftini hjá
Tjóðpalli Føroya eru út av
lagi vánalig.
Ein partur av okkara
mentan er kanska við at
doyggja?
Kunnu vit standa á
síðulinjuni og hyggja at?
Nei eg haldi ikki.
Vit kunnu sum borgarar
í hesum landið ikki
góðtaka hesar vána
umstøður.
Eg vil á tingið arbeiða
fyri, at betra umstøðurnar
hjá øllum teimum sum eru
við til at fasthalda og
menna okkara listarfólk
og okkara mentan.
Vit skulu í framtíðini
eisini hava møguleika til,
at njóta gott av okkara
evnaríku listarfólkum.
Men um hetta skal verða
ein møguleiki á Føroya
landið í framtíðini, má
hetta økið raðfestast.
Eg vil gera mítt til at
listin og mentanin tey
komandi 4 árini, verður
raðfest. Ikki bert á
pappírinum, men ítøkiliga
hækka játtanina til
mentunarøkið, soleiðis at
umstøðurnar hjá okkara
listarfólkið verða
maksimalar. Tey skulu
hava góðar arbeiðsumstøð
ur at virka í, og teir
fysisku karmarnir skulu
verða nøktandi.
Vit eiga nógv evnarík
listarfólk, innan tónleik,
sjónleik, málningarlist,
sniðgevar o.a. Um vit
framhaldandi skulu hava
ágóðan av listarligum
tiltøkum av ymsikum slag,
so skulu vit eisini geva
teimum neyðugu
umstøðurnar at virka
undur.
Eitt land sum Føroyar
við ríkari mentan, eigur at
raðfesta hetta økið
frammliga.
Við ynski um eina
bjarta framtíð innan
mentunarliga økið í
Føroyum.
Set tín x
við meg á lista C
Tjóðpallur Føroya dettur sundur
Javnaðarflokkurin
Jóngerð
nielsen
Val
Nr. 9 - 14. januar 2008
Orð hava týdning