mánadagur 14. januar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2008
41
Verulig økismenning
liggur í at skipa førleika
gevandi vaksnamanna
útbúgvingar á miðnáms
deplunum kring landið.
Við John Johannessen á
tingi fer Javnaðarflokk
urin í næsta valskeiði at
taka ítøkilig stig fyri
hesum
Væl útbygdu og nýggju
miðnámsskúlarnir kring
landið eiga eisini at verða
brúktir sum deplar fyri
førleikagevandi vaksna
mannaútbúgvingum.
Við nýggju tøknini ber
til at skipa stóran part av
frálæruni sum sjónvarps
fundir, har lærarin er stadd
ur aðrastaðni í landinum
ella enntá uttanlands.
Slíkur útbúgvingar
møguleiki hevði gjørt, at
fleiri ungar familjur høvdu
haft møguleikan at verið
búgvandi í økinum og
nomið sær útbúgving
samstundis. Harumframt
gevur hetta ófaklærdum
tilkomnum ein frálíkan
møguleika at ganga
útbúgvingarleiðina og
harvið betra síni
starvsviðurskifti.
Eingin sigur, at ein
Miðnámsskúli skal steingja
seinnapart klokkan 16. Tað
ber væl til at skipa veru
ligar førleikagevandi
vaksnamannaútbúgvingar
um kvøldið. Hetta er ein
frálíkur háttur at betra um
útbúgvingarmøguleikarnar
bæði hjá ungum og eldri,
samstundis sum vit á hend
an hátt gagnnýta stóru
íløgurnar í nýbygging av
miðnámsskúlum kring
landið til fulnar.
Soleiðis økismenna vit
Føroyar og skapa Føroyar
fyri øll!
Førleikagevandi útbúgvingar kring landið
Javnaðarflokkurin
www.john.fo
John
Johannessen
Val
Løgtingsvalið 19. januar 2008
5
Seinastu tíðina hevur stór
misnøgd valdað um okkara
fremstu vælferðarstovnar,
sjúkrahúsverkið og
skúlaverkið.
Brúkarin er misnøgdur
við viðgerð og úrslit,
meðan strongd starvsfólk
av røttum eru misnøgd við
arbeiðsumstøðurnar.
Alt ov ofta verður leitað
eftir quick fix loysnum, tá
ið akuttir trupulleikar hava
tikið seg upp. Um vit
heldur høvdu ein áhaldandi
dialog um arbeiðsum
hvørvið, kundi nógv verið
fyribyrgt.
Vanliga fatanin av
hugtakinum arbeiðsum
hvørvi er ov smøl og
verður oftast bara hugsað
um arbeiðstrygd, eitt nú
vandamiklar maskinur,
byggipláss og trygdar
hjálm.
Arbeiðsumhvørvi fatar
um nógv meira og í eini
komandi samgongu fer
Sjálvstýrið at raðfesta
arbeiðsumhvørvið.
Fyrst fara vit at staðfesta
forsvarligt arbeiðsum
hvørvi sum ein rætt í
føroysku grundlógini.
Síðani vilja vit gera hetta
ítøkiligt við at tryggja, at
arbeiðsgevarar og
arbeiðstakarar í felag brúka
tíð til at umrøða arbeiðs
umhvørvið á øllum arbeiðs
plássum, ið hava starvsfólk
í arbeiði. Øll arbeiðspláss
skulu hava skyldu at gera
eina árliga meting av
arbeiðsumhvørvinum.
Arbeiðseftirlitið skal
tryggja, at metingin
verður gjørd og áhaldandi
dagførd.
Henda skyldan skal ikki
bara fevna um privatar
arbeiðsgevarar, men
sanniliga eisini um
almennar arbeiðsgevarar.
Í okkara grannalondum
hava slíkar metingar, m.a.
innan heilsurøkt, viðført
ein støðugan dialog
millum arbeiðsgevara og
starvsfólk um arbeiðs
umhvørvi í breiðari
merking, m.a. arbeiðsstøð
ur, sálarligt arbeiðsum
hvørvi, arbeiðsuppgávur
og arbeiðstrýst – og í
framhaldi av hesum eisini
starvsfólkanormeringar.
Soleiðis menna vit
arbeiðsumhvørvið stig
fyri stig.
Arbeiðsumstøður og
arbeiðsumhvørvi
fyrrverandi landsstýrismaður
Sjálvstýri
www.sjalvstyri.fo
eyðun
elttør
Val
Fyri at styrkja tey bleytu
virðini og uppraðfesta tey,
er neyðugt at fáa greiðan
skilnað millum land og
kommunur. Her hugsi eg
um tann ovurhondstóra
tørvin á ellisheimum og
røktarheimsplássum. Bert í
miðstaðarøkinum eru í
løtuni umleið 120 fólk á
bíðilista til ellisheims og
røktarheimspláss.
Av teimum 120 hava
umleið 60 akuttan (bráð
feingis) tørv. Landið hevur
misrøkt sínar skyldur á
hesum øki, og tí er einasti
útvegur at leggja eldraøkið
út til stórar kommunalar
eindir at umsita.
Fyri at hetta kann lata
seg gera, er neyðugt at
kommunurnar leggja
saman, so vit fáa sjey
stórar kommunur í
Føroyum.
Kommunurnar hava víst,
at tær megna uppgávur,
sum verða lagdar út til tær
at umsita, og her hugsi eg
um barnaansingina, sum
bleiv løgd út til komm
unurnar at umsita. Eitt nú í
Tórshavnar kommunu eru
nærum eingin bíðilisti til
barnaansing longur.
Tað, sum gongur fyri seg
á eldraøkinum í løtuni, er
alt annað enn nøktandi.
Eldri fólk liggja óhjálpin
heima og avvarðandi eru í
dýrastu neyð fyri at fáa
dagin at hanga saman.
Trivnaður, livikor og
vælferð skulu raðfestast
hægri enn asfalt og
betong. Sambands
flokkurin hevur dirvi at
ganga undan, og tað hava
vit víst í verki. Skilagóð
búskaparstýring tryggjar
vælferðina.
Landið má lata uppgávur frá
sær, sum tað ikki megnar
Sambandsflokkurin
www.brekkstein.com
annfinn
Brekkstein
Val
Føroyar eiga at vera við í
arbeiðinum at gera nýggja
altjóða veðurlagsavtalu,
sum lond eru farin undir at
gera. Henda avtalan kemur
í staðin fyri Kyoto.
CO2 útlátið veksur, og
hetta førir við sær, at hitin
á jørðini og í høvunum
gerst hægri. Hetta skapar
ójavnvág, og tí mugu
tiltøk, sum minka um CO2
útlátið, setast í verk.
Miðflokkurin vil virka
fyri, at Føroyar vera við í
tilgongdini tá nýggja
avtalan, sum skal avloysa
Kyoto, skal gerast.
Miðflokkurin vil seta
krøv, sum virka tálmandi á
CO2 útlátið. Skip skulu
nýta orkusparandi tól, og
hús skulu bjálvast so, at tey
nýta sum minst av orku.
Áðrenn projekt verða
sett í gongd, eigur at verða
kannað, hvussu hetta
ávirkar náttúruna og
umhvørvið. Stig skulu
síðan takast, sum rætta
uppá eitt negativt árin.
Tú finnir meg á lista H
Reint umhvørvi ein fortreyt
Miðflokkurin
frank
JacoBsen
Val
Hálkubreyt skal gerast
beinanvegin
Hendan kann vera við til at
minka um skaðar á okkara
landsvegum.
Álit er gjørt um Nullhug
sjón í ferðsluni. Álitið
gongur út uppá at minka
deyða og skaða í ferðsluni
við átøkum og broytingum
á okkara vegum. Hesi átøk
skulu setast íverk. Tað vil
minka um sorgarleikir á
okkara vegum
Tað er neyðugt, at
ferðslulæra og frálæra
verður fingin í rættlag.
Vit mugu tryggja, at
okkara koyrilærarar altíð
hava eina dagførda útbúgv
ing og eftirútbúgving.
Vit mugu tryggja, at
bíðitíðin at taka koyrikort
ikki verður órímiliga long.
Frálærutilfar á føroyskum
máli, skal sjálvandi skriv
ast á ein hátt, ið fólk fata.
Sambandsflokkurin
MarJus
DaM
Val
Vit eiga at seta størri prís
uppá fólk, ið vilja royna
nakað nýtt. Vit eiga at fáa
eina hugburðsbroyting í
Føroyum. Fólkaflokkurin
hevur ein greiðan íverk
setarapoltikk, har
íverksetarar eiga at verða
stimbraðir og stuðlaðir.
Íverksetarar skulu føla
seg heima. Bæði í fólka
og miðnámsskúlum skal
íverksetan verða ein
lærugrein.
Íverksetarahús kring
landið skulu stuðlast, men
virka í tøttum samstarvi
við vinnulívið fyri at fáa
góða ráðgeving. Hesi hús
skulu hjálpa íverksetarum
at koma skjótt í gongd og
virka sum snarskiva
mótvegis almennum
myndugleikum.
Atgongd til váðafúsan
kapital skal betrast. T.d.
gjøgnum grunnar hjá
landinum.
formaður Fólkaflokksins
Jørgen
niclasen
Val
Kom í gongd
Ferðslupolitikkur