Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2008 43 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Við hátíðarløtu sunnudagin skriv­ aðu Niels Pauli Eyst­ urberg, formaður í SuSvim, og Martin H. Dam, stjóri í Inntakt, undir stuðulsavtalu Svimjing Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo   Avtalan  millim  Inntakt  og  SuSvim  hevur  við  sær,  at  Pál Joensenog Dánjal Mart­ in  Hofgaard  kunnu  brúka  nógva  tíð  uppá  kappingar  og veninging uttan fyri land­ oddaranar. Avtalan ber eis­ ini við sær, at SuSvim fær  styrk. Svimjarar fingið stuðuls­ avtalu Frá undirskrivingini av stuðulsavtaluni Mynd; F. Johannessen John Petersen heldur ikki fram í sessinum sum hjálparvenjari hjá A­landsliðnum í fótbólti. Tað ber illa til at sampakka hetta við starvið sum Formula­venjari og venjaraútbúgvingina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað nú er hálvt ár síð­ ani, at Jógvan Martin Olsen  longdi venjarasáttmálan við  FSF,  so  er  enn  ikki  greitt,  hvussu verður við starvinum  sum hjálparvenjari hjá Jógv­ an Martini. Slíkir  spurningar  plaga  vanliga  at  verða  greiddir,  samstundis  sum  landsliðs­ venjarin  setir  sína  undir­ skrift á, men tað er so ikki  hent í hesum førinum. Sampakkar illa Og tað tykist mest sum púr­ asta  greitt,  at  tað  verður  ikki John, sum heldur fram  í sessinum. Orsøkirnar  til  hetta  eru  fleiri, greiðir Jógvan Martin  Olsen, landsliðsvenjari, frá. ­ Eitt er spurningurin, um  tað  ber  til  at  vera  hjálpar­ venjari  hjá  landsliðnum  og  Formula­venjari  samstund­ is. Tað var eitt mál, sum vit  tosaðu  um  undan  seinasta  skeiðnum  hjá  mær  sum  hjálparvenjari. Og tá var nið­ urstøðan, at tað bar ikki til. ­  Hin  parturin  av  síðuni  er so spurningurin um venj­ araútbúgvingina.  Tá  John  byrjaði sum hjálparvenjari,  fór  hann  samstundis  undir  fyrsta  partin  av  venjaraút­ búgvingini. Nú er hann so  farin í holt við seinasta part­ in, so hann kann fáa A­lis­ ens  sum  venjari.  Tann  útbúgvingin  krevur,  at  tú  ert  venjari  hjá  einum  liði,  so tað bítur seg kanska eitt  sindur í halan í so máta, um  hjálparvenjarin hjá A­lands­ liðnum tekur A­útbúgving­ ina samstundis. Tí sjálvandi  vilja vit fegin, at hesin skal  taka  útbúgving,  men  tað  inniber  altso,  at  hann  má  standa fyri einum liði. ­ Og reint praktiskt er tað  eisini  trupult  at  sampakka  útbúgvingina og hjálparvenj­ arasessin.  Tað  er  nevn­liga  so, at allar samlingarnar hjá  venjarunum eru samstundis,  sum  landsliðið  hevur  sínar  venjingar. Og tað ber illa til  at  vera  fleiri  staðni  í  senn,  sigur Jógvan Martin. Loysn er ávegis Ísak  Mikladal,  aðalskrivari  í FSF, váttar eisini, at oman  fyri  nevndu  viðurskifti  gera,  at  tað  illa  ber  til  hjá  John Petersen at halda fram  í sessinum sum hjálparvenj­ ari. Fyrsta  uppgávan  hjá  landsliðnum  í  ár  verður  í  Íslandi tann 16. mars. Men  so leingi kemur spurningurin  um hjálparvenjaran vónandi  ikki at bíða. ­ Eg veit ikki akkurát, nær  vit  hava  eina  loysn.  Men  gongst væl, so verður hetta  kanska loyst longu í vikuni,  sigur Ísak Mikladal. Tað  kundi  so  bent  á,  at  FSF longu er í samráðingum  við  ein  komandi  hjálpar­ venjara, men hvørki Jógvan  Martin  Olsen  ella  Ísak  Mikladal fáast at siga nakað  um  tann  partin  av  mál­ inum. Nýggju hjálparvenjari skal finnast Tað verður bara sum venjari hjá Skála, at John Petersen nú fer at virka. Boðini úr FSF eru, at teir vóna, at ein nýggjur hjálparvenjari skjótt verður funnin