mánadagur 14. januar 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
[ Nr. 9 - 14. januar 2008 ]
Hóast Stjørnan nú
tvær ferðir hevur
vitjað í Vági, so hevur
VB enn ikki tapt
heimadyst. Og nú
eru tær í heilt góðari
støðu til at røkka
finaluplássinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á heimavølli í Vági eru
VB-kvinnurnar mest sum
einaráðandi. Hetta hava tær
víst nú í skjótt fleiri kapp-
ingarár, og aftur sunnudagin
mátti Stjørnan ásanna, at
hóast
sína
einaráðandi
støðu, so fingu heldur ikki
tær stigini við sær úr Vági.
Háspenningur
Gestirnir vóru tó nakað
skerdar undan uppgerðini.
Hvørki Lise Hjort Hansen
ella Joan Midjord Djordje-
vic vóru tøkar hjá liðnum,
og hetta argaði eisini fyrstu
longu løtuna.
VB hevði nevnliga hug at
seta seg á dystin. Tó at
Stjørnan hekk so dánt í
teimum, so var tað støðugt
VB, sum hevði nøsina
framman fyri, og tað var
eisini í tráð við spælið, at
tær fóru til hálvleiks við
eini leiðslu.
Men eftir steðgin gekk
nakað nógv javnari á. Eftir
at Stjørnan hevði javnaði til
13-13, var ongan tíð meira
enn tað eina málið á muni,
og talan var veruliga um
háspenning millum liðini
bæði.
Við 10 minuttum eftir at
spæla slapp Stjørnan fyri
fyrstu ferð framum, men
tað var nú ikki so leingi, at
tær áttu leiðsluna.
Ístaðin fekk VB aftur
eina lítla yvirvág, og fram
til tað seinasta tóktist, sum
skuldu tær halda báðum
stigunum eftir.
Seinasta álopið í dystin-
um gav tó tvær útvísingar
til VB, og tá Stjørnan so
eisini fekk brotskast burtur-
úr, kundi Simona Petersen í
vanliga tryggum stíli senda
hetta í meskarnar til enda-
liga javnleikin.
Finalan í eygsjón
Enn er VB tvey stig aftan
fyri Neistan, ið er liðið,
sum tær kappast við um
rættin at spæla FM-finalu
móti Stjørnuni. Men tað er
vert at hava í huga, at enn
kunnu tær úr Vági væl og
viðiliga sjálvar gera av,
hvussu leikur fer í hesum.
Neistin hevur nevnliga
enn til góðar at vitja í Vági.
Og við tveimum dystum av
hesum slag eftir á skránni,
kann VB væl sjálvt gera av,
hvar tær skulu enda á talv-
uni.
Stjørnan tykist hinvegin
bert bíða eftir, hvørja mót-
støðu tær fáa í finaluni.
Tveir dystir í Vági hava
bert givið eitt stig, men í
aðrar mátar hevur Stjørnan
fingið fult, og tí eru tær nú
væl og virðiliga á odda í
landskappingini.
Lokalu fjølmiðlarnir
í Sunnmøre fylgja
væl við venjingini hjá
Hødd IL og Rógva
Jacobsen
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Fyrsta vikan hjá Rógva í
Ulsteinvik er farin aftur
um. Nýggja liðið hjá før-
oyska landsliðsframherjan-
um tørnaði til seinasta
mánadag. Venjarin Sture
Fladmark sigur við lokala
blaðið »Vikebladet« at venj-
ingarnar hava eitt hægri
støðið, enn tá leikarnir hjá
Hødd byrjaðu uppá venjing-
arnar um somu tíð í fjør.
Fyrsta venjingarkvøldið var
góðveður á graslíkisvøll-
inum á Høddvoll, har Hødd
vanliga venur. Tá Hødd
byrjaðu venjingarnar um
somu tíð ífjør, var hvassur
stormur.
Spent uppá Rógva
Vikebladet skrivar, at mong
sjálvsagt vóru spent uppá at
síggja »ta føroysku lands-
liðsstjørnuna« Rógva Jac-
obsen. Tað er ein íløgu-
bólkur í nærøkinum kring
Ulsteinvik, sum hava gjørt
tað møguligt hjá Hødd IL
at fáa ein sáttmála í lag við
Rógva Jacobsen. Rógvi hev-
ur fingið bústað á einum
staði, sum nevnist Anho-
len.
Blaðið heldur, at Hødd
hevur fingið fatur á einum
dygdargóðum
leikara.
Rógvi vísti góðar dygdir í
upphitingini, og eisini tá
hópurin býtti seg í tvey lið.
Rógvi fekk víst, at hann
hevði sendingar til viðleik-
arar, tamdi bóltin væl, rykti
skjótt, og - metir blaðið - at
Rógvi hevði góða fokuser-
ing uppá málið. Frá síðu-
linjuni ljóðaðu viðmerking-
ar um, at Rógvi hevur eitt
hart og beinleiðis skot.
Sjálvt um Sture Fladmark,
venjari var nøgdur við
fyrstu venjingina, so vil
hann ógvuliga fegin fáa til
vega fleiri leikarar. Hetta
fyri at styrkja enn meira um
hópin hjá Hødd.
Ikki timburmaður
Rógvi Jacobsen sigur við
blaðið, at hann er útlærdur
timburmaður, men at hann
fer ikki at arbeiða nakað
við síðunar av yrkisfótbólti-
num. Sjálvt um hann veit,
at nógv timburarbeiði ligg-
ur á láni í Ulsteinvik og har
um leiðir. Á veg inn í skifti-
rúmið eftir lokna venjing,
sum vardi hálvan annan
tíma, fortelur Rógvi til Leiv
Arne Grimstad, blaðmann,
at hann stríðist eitt sindur
við tað málsliga. Hann skil-
ur bæði føroyskt, danskt,
íslendskt og norskt. Men
hann stríðist við at fáa sagt
tey røttu orðini á tí rætta
málinum. Rógvi sigur, at
tað er villingarsamt, at hesi
fýra málini hava hvør sítt
orð fyri brúsu. Á íslendskum
er tað »Styrta«, í Noregi er
tað »Dusj«. Men vónandi
og væntandi fær Rógvi ikki
nakrar
mál-trupuleikar,
hvørki á vøllinum, ella
uttanfyri vøllin.
Formulavenjararnir hittust
Leygardagin høvdu høvuðsvenjararnir í Formulafeløgunum temadag í FSF-
húsinum. Tað var landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, sum hevði boðið
til fundin, og allir teir 9 føroysku venjararnir vóru á fundinum. Nýggi
brasilski venjarin hjá GÍ/LÍF hevði venjing við sínum spælarum í Leirvík
hendan dagin. Á fundinum var sjóneykan serliga sett á kropsliga venjing,
og hvussu hendan venjingin kann styrkjast enn meira úti í feløgunum. Ein
háttur at styrkja venjingina er við serligari kanningarútgerð og kanningum
av spælarum, og hetta er nakað, sum fleiri feløg eru farin at gera meira við.
Praktisk roynd varð gjørd við spælarum í U19 landsliðshópinum, og
venjararnir fingu eisini møguleikan at kjakast um kropsliga venjing.
VB-Stjørnan 21-21 (12-10):
Ósigraðar á heimavølli
Tað gekk
serstakliga
javnt fyri seg,
tá Stjørnan
sunnudagin var á
vitjan í Vági
Fólk í Sunnmøre eru spent uppá Rógva
Rógvi Jacobsen er ikki einasti nýggi spælarin í Hødd, har málið
er at vinna seg upp í fremstu røð innan alt ov leingi
Pílurin vísir, hvar í
Noreg Rógvi Jacobsen
nú er staddur
VB-Stjørnan 21-21 (12-10)
10 min: 5-3
20 min: 9-9
40 min: 13-13
50 min: 17-18
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 9(3), Kristina Holm 5, Laila Jespersen
4, Miriam Michelsen 2, Monika Samuelsen 1
Stjørnan: Simona Petersen 9(2), Durita Christophersen
3, Anna Kristina Samson 3, Durita Mikkelsen 2, Bára S.
Klakstein 2, Una Olsen 2
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 2
Útvísingar: VB 3, Stjørnan 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA