mánadagur 14. januar 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
[ Nr. 9 - 14. januar 2008 ]
Ongan verjuspælari til Sands
B71 hevur í vetur leitað eftir nýggjum miðverjuspælara, eftir at danin
Anders Rasmussen er fluttur aftur til Danmarkar. Hetta hevur tó ikki
eydnast felagnum. - Nógv prát hevur verið um at fáa fatur á einum
verjuleikara afturat, men tað vísir seg at vera trupult at fáa fatur á einum
tílíkum til tann prís, ið felagið er ført at gjalda. Tí talar nógv fyri, at
venjarin blandar kortini við teimum leikarum, ið hann hevur til taks og
ikki skal rokna við meiri styrki uttanífrá, skrivar heimasíðan hjá B71.
Dragan aftur í B71
Dragan Kovacevic og B71 hava gjørt avtalu fyri
kappingarárið 2008. Serbin, ið var venjari hjá B71 í 2006,
skal virka sum ungdómsvenjari. - B71 metir tað vera
avgerandi neyðugt fyri nútíðina og framtíðina at fáa skapt
karmar fyri góðari barna/ungdómsvenjing. Við Dragan
hevur felagið fingið ein sera nærlagnan og dugnaligan
venjara, skrivar heimasíðan hjá B71.Dragan Kovacevic
var í fjør venjari á Skála, men var sagdur úr starvinum.
Fimleikur
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var fyrra
steypakappingin
í
estetiskum fimleiki hildin í
Høllini í Runavík. Nógvir
áskoðarar høvdu leitað sær
í høllina, og teir fingu eina
sera
góða
fimleikauppliving.
Framførðslurnar
mugu
sigast at vera framúr góðar,
tá hugsað verður um, at
fimleikararnir bert hava
vant í stutta tíð, og als ikki
kunnu metast at vera í
toppvenjing enn. Men hóast
tey, sum luttóku, høvdu
flottar framførðslur, so vóru
tað uttan iva fleiri lið, ið
hildu
seg
aftur,
tí
at
kappingin liggur so tíðliga
á árinum.
Tað
var
Støkk,
sum
gjørdist stóri vinnarin við
trimum gull, einari silvur
og einari bronsu. Havnar
Fimleikarafelag
var
nummar tvey samanlagt við
tveimum
gull,
trimum
silvur og einari bronsu.
Seinna steypakappingin
verður í Høllini á Hálsi 30.
mars. Fimleikasambandið
væntar, at fleiri lið fara at
luttaka í tí kappingini, tí tá
hava liðini havt munandi
longri venjingartíð.
Samanlagda
úrslitið
gevur steyp til ognar.
Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki
So er fimleikarárið farið av bakkastokki. Hóast luttøkan ikki var stór, so vóru framsýningarnar
um vikuskiftið tó sera flottar – serliga tá hugsað verður um, at tær ikki hava havt langa tíð at
vant.
savnsmynd
Pinkur:
Nr. 1 HFA
14,33
Nr. 2 StøkkA
14,28
Nr. 3 Støkk B
12,45
Nr. 4 HFB
11,58
Nr. 5 Flog
11,00
Gentur:
Nr. 1 Støkk
15,53
Nr. 2 HFA
15,18
Nr. 3 Flog
12,13
Nr. 4 HFB
12,02
Kvinnur
NR. 1 HF
15,92
Smágentur:
Nr. 1 Støkk
14,47
Nr. 2 HFA
14,18
Nr. 3 HBB
13,75
Nr. 4 Ljósið
13,15
Kv. Unglingar
Nr. 1 Støkk
14,14
Nr. 2 HF
14,13
Nr. 3 Ljósið
13,95
SÍ hevur í ár verið
sera vælspælandi
í Meistaradeildini
hjá bæði monnum
og kvinnum. Í
mansdeildini hevur
talan verið um tættan
dyst við ÍF og Mjølnir,
men nú byrjar Fleyr
at bíta frá sær eisini
FlOGBÓlTur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fleyrliðið, ið er styrkt við
leikarum úr Fram, sum
hevur tikið Meistaradeilds-
liðið úr kappingini, vann
heldur óvæntað á odda-
liðnum SÍ, um vikuskiftið.
Roknað varð við at hetta
varð góður styrkur, men at
teir beinleiðis skuldu fara
at vinna móti oddaliðnum,
var ikki roknað við. Sum
skilst raktu SÍ ikki dagin,
og var tað kanska heppið, at
ávaringin kom frá Fleyr. Í
løtuni telja tap móti ÍF og
Mjølnir dupult, tí tey eru so
ómetaliga jøvn í oddinum.
Fleyr trýr uppá
møguleikan
Við sigrunum í dag eru
Fleyr bert 3 stig aftanfyri
oddaliðið SÍ og so avgjørt
kandidatar til oddastríðið
um FM. Stigini eru hálver-
aði, og tá Fleyr onki stig
hevði, so mistu teir heldur
onki. So sigast kann at øll
kappingin er víðopin aftur.
Fleyr fekk styrk frá Fram
herfyri, tá hesir tóku lið sítt
úr kappingini. Sigmund av
Teigum, Jens Heri Bolstad
Mortensen og Suni Juul
Petersen, eru teir umtalaðu,
og teir vóru veruliga við til
at lyfta spælið upp í eina
hægri eind.
- Vit hava fingið styrk úr
Fram, og teir pressaðu sum
óðir, og hetta fekk allar at
pressa, og spælið gjørdist
av tí sama sera trupult hjá
gestunum úr SÍ, sigur
Høgni Viderø, ein av styrk-
unum á Fleyr liðnum.
- Vit ætla okkum at spæla
okkara møguleika fult út,
og tann næsti dysturin fer
longu at vísa, hvar vit flóta
á
styrkislistanum,
sigur
Høgni og leggur afturat at
teir trúgva uppá, at teir
megna at vinna teir dystir,
ið eftir eru, og at teir harvið
koma at liggja væl fyri á
stigatalvuni, tá árið er av.
Næsti dysturin hjá Fleyr
er á útivølli móti Mjølnir,
og har fáa teir veruliga
møguleikan at vísa, hvør
styrkur er í teimum.
Fyrsti sigurin