Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 [ Nr. 9 - 14. januar 2008 ] Blackpool fekk av at vita Claus Bech Jørgensen og liðfelagararnir fingu av álvara armarnar niður aftur, eftir fleiri góð úrslit um ársskiftið. Leygardagin spældi Blackpool ímóti einum av fremstu liðunum í næstbestu ensku deildini Charlton, og Blackpool tapti heili 4-1. Claus Bech Jørgensen var á vøllinum frá byrjan, men hann var annar av spælarunum hjá Blackpool, sum varð tikin út eftir ein tíma, tá ið Blackpool-venjarin royndi at venda gongdini. Tað hjálpti ikki. Skaddur á venjaraskeiði Gambiski spælarin Njogu Demba-Nyren hevur gjørt vart við seg á heldur keðiligan hátt í Esbjerg. Hann var eina viku ov seinur til venjingina í felagnum eftir ársskiftið, og tí er hann revsaður við eyka venjing. Um vikuskiftið var hann millum annað við venjing í sambandi við eitt venjaraskeið í Esbjerg, men hann noyddist at gevast, tí hann fekk ein snudd í fótin. New England Patriots gjørdust sum væntað ov stinnir fyri Jacksonville Jaguars, meðan Seattle Seahawks framvegis ikki hava vunnið á útivølli undir Mike Holmgren. Tvær semifinalur í Ameri- can Football vórðu leiktar í gjárkvøldið og í nátt. Talan var um aðra semifinaluna í AFC, New England Patriots móti Jacksonville Jaguars og aðra semifinaluna í NFC, Green Bay Packers móti Seattle Seahawks. Roknað var við, at Patri- ots fóru ikki at snáva móti Jaguars, og hetta vísti seg eisini so, hóast støðan í hálv- leikinum var 14-14. Quart- erback Tom Brady vísti stórspæl, og so kundi New England Patriots leika seg í AFC finaluna við einum sigri upp á 31-20. Hinvegin varð roknað við einum eitt sindur meiri spennandi dysti millum Green Bay Packers og Seatt- le Seahawks, men hóast dysturin sum so var rættiliga javnur, so bleiv Packers við at draga frá. Hetta serliga tí teir skoraðu touch-downs, meðan Seahawks mátti taka til takkar við fieldgoals. Í hálvleikinum vóru Sea- hawks so nær sum 17-21, men í seinna hálvleiki rap- laði hjá liðnum hjá Paul All- en og Packres vunnu til end- ans lættliga 42-20 og spæl- du seg harvið í finaluna í NFC. Í kvøld leika Indianapolis Colts og San Diego Charg- ers um rættin at møta Pat- riots í AFC finaluni, meðan Dallas Cowboys taka ímóti New York Giants fyri at fin- na út av, hvør teirra skal møta Green Bay Packers í NFC finaluni. Finaluvinnararnir hittast í stóru finaluni, The Super Bowl. Patriots og Packers í finaluna Nýggjur føroyskur landsliðsvenjari í borðtennis er settur, og hesin er bert 20 ára gamal, og kemur úr Noregi og eitur Ole- Christian Stenshorne. Venjarin er kendur í norskum borðtennis, og kemur at búgva á Tvøroyri BORÐTENNIS Niels Petersen niels@sosialurin.fo Tað var fyrr í ár, at spælarin frá Eiker Bordtennisklubb sá eina lýsing á einari dansk- ari bordtennisheimasíðu. - Har søktu teir eftir einum landsliðsvenjara í Føroyum, og tað sá spenn- andi út, sigurr Ole-Christian Stenshorne. Eftir nakrar rundur via mail og telefon var arbeiðið hansara. - I Føroyum eru tað seks borðtennisfeløg, og tann størsti hevur millum 50 og 60 limir. Eg skal búgva á Tvøroyri, heldur Ole Chris- tian fram. 10 000 krónur um mánaðin Hann er væl nøgdur við avtaluna við føroyska borð- tennis sambandið (BTSF), sum sikrar honum frítt búpláss, streym og internet. Harafturat fær hann gott og væl 10.000 krónur um mán- aðin. - Hetta arbeiðið kom sum býlagt. Eg eri júst liðugur við hernaðartænastu mína og stóð uttan nakað arbeiði, sigur Stenshorne, ið fær sítt kærasta ítriv til arbeiði. - Málið eigur ikki at ger- ast nøkur forðing heldur, tí tit skilja danskt og tað líkist nógv norskum. Fantastisk náttúra Ole Christian, sum hevur tvey fimtapláss frá Norges- meistaraheitinum sum sínar bestu plaseringar, gleðir seg til at smakka tvøst og seyð og nógv borðtennis. - Føroyar eru jú ikki kend- ar fyri sítt hektiska náttalív, so tað blívur nokk góð tíð til at koma at kenna teirru fantastisku náttúruna í stað- in, sigur feskasti landsliðs- venjarin at enda. 20-ára gamal landsliðsvenjari Føroyska landsliðið hjá monnum tapti eisini seinasta dystin á hesum sinni, og landsliðsvenjarin fer í næstum, saman við hjálparvenjaranum, at evaluera hesa kapp- ingina HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Føroyska landsliðið er kom- ið heim av hondbóltsferð í Ísrael, og har skuldi tað vísa seg at Ísrael vóru okk- um ov sterkir. - Vit merktu rættuliga at tað var fjórði dystur innan fáir dagar, og sjálvt um Ísrael vóru betur enn okkara, áttu vit at megn- að at fingið eitt betur úrslit, høvdu vit verið hepnari, og verið meira klárir frá dystar- byrjan. Høvdu tekniski feilirnar ikki verið so nógvir heldur, hevði tað hjálpt munandi, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari. Tungir og troyttir Okkara spælarar virkaði tungir, og vóru vit meira klárir, hevði munurin kans- ka bert verið eitt ella tvey mál. Høvuðstrupuleikin er, at vit hava ikki royndirnar á hesum støði, og tað ger at vit eru ov seinir reint motor- iskt. Vit brúka meira yvir- kroppin, heldur enn at nýta beinini. Tí gerast vit ov sein- ir. Framtíðin - Í næstum fara eg og hjálp- arvenjarin at seta okkum niður at finna tað góða, tað ringa, og koma við viðmæli til Hondbóltsambandið (HSF), og haðani verður so ein fundur, einaferð seinni, hvat teir ynskja, og um hvør skal fremja teirra ætlanir út í verkið, sigur landsliðsvenj- arin, Dia Midjord. Ísrael-Føroyar 31-21 (17-11) Slitnir spælarar taptu við 10 Dia Midjord, landsliðsvenjari fer í næstum, saman við hjálparavenjaranum, at skriva viðmæli til HSF, hvat hann heldur er komið burturúr júst lidnu HM undankappingini Ole Christian Stenshorne, nýggjur landsliðsvenjari í borðtennis