Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 15 Floksblaðið – Valið 2008 Jóannes eidesgaard Løgmaður Drívmegin í tí politiska arbeiði­ num er kenslan av og vitanin um, at ein er heilt frammi við eldin í politisku smiðjuni, har jørnini verða smíðaði. Vit eru inni í politiska smiðjuni, har hugskotini verða fødd, og vit eru við, meðan jarnið verður smíðað og byrjar at taka skap, og vit eru við, tá síðsta hond, verður løgd á verkið. Vit vita sjálvandi eisini, at lidna vøran skal hava eitt skilagott endamál. Hon skal gagna øllum teimum, sum eru røttu móttakararnir, nevniliga borgararnir. Hetta ger, at pol­ itiska arbeiði altíð skal vera meiningsfult og skal gerast við ábyrgd og virðing. Hava vit so í sitandi sam­ gongu gjørt mun seinastu fýra árini? Ja, tað hava vit í ríkan mát. Vit hava veruliga flutt sam­ felagið munandi fram á leið, soleiðis at vit øll hava tað betri í dag, enn vit høvdu tað fyri fýra árum síðani. Hetta er galdandi flest allar føroyingar, ung sum eldri. So vit hava gjørt mun – og tí kunnu vit við reistari pannu bjóða okkum fram til fýra ár afturat. Vit hava í fýra ár havt trygg politisk viðurskifti, har eisini arbeiðsmarknaðurin hevur ásannað hetta. Tí fyri fyrstu ferð nakrantíð eru sáttmálar gjørdir yvir fleiri ár. Hetta prógvar eina trúgv upp á politiskan stabilitet. Vit hava vent gongdini í samfelagnum frá at hava niðurgongd til nú, at vit hava framgongd. Ja, so stóra, at fleiri vilja vera við, at ferðin á búskapinum er ov stór. Vælferðartænasturnar eru munandi styrktar serliga innan eldraøkið, har fleiri stovnspláss, nú eru, umframt at inntøkurnar hjá pensjonistum eru munandi hækkaðar. Men eisini fyri les­ andi ungdóm eru umstøðurnar batnaðar, har m.a. stuðuls­ skipanin til lesandi er broytt rætta vegin. Hetta bert fyri at nevna nøkur mál burtur úr rúgvuni. ­ So vit gjørdu mun, hóast vit ikki náddu øllum. Tí ætla vit okkum als ikki úr arbeiðs­ klæðunum, men fara við áræði inn aftur í politisku smiðjuna. Góðu ungdómar av Toftum Tað er hugaligt á henda hátt at fáa høvið at stuðla tykkum, sum hava setta tykkum mál at fara eina ferð uttanlands. Av tveimum góðum grundum. Tann fyrra, tí tað er sera hugaligt, at ungdómurin setur sær mál og vil náa teimum, eisini tá talan er um eina uttanlandsferð. Tann seinna, tí at tit seinni í lívinum ivaleyst fara at minnast aftur á eina slíka uttanlandsferð, tá lív tykkara stóð í fagrasta blóma Góða uttanlandsferð og alt gott í framtíðini Politikkur snýr seg um at gera mun Tað finst eitt ótal av allýsingum av, hvat politikkur nú einaferð er. Palme segði, at politikkur var at vilja, onkur annar hevur sagt, at politikkur snýr seg um vælferðina hjá tí einstaka. Men í grundini snýr politikkur seg stutt sagt um at gera mun. Nøkur av mínum hjartamálum sæunn ó. Hansen Valevni Sambandsfloksins • Heilsuverkið • Útbúgving • Umhvørvið Heilsuverkið Sjúkrahúsverk Føroya, tvs. Nærverkið, Røktarheimini og sjúkrahúsini skulu hava neyð­ ugu játtanina til dagliga rakst­ urin. Virksemið innan alt Sjúkra­ húsverk Føroya er økt munandi seinastu 10 árini. Starvsfólkatalið eru ikki økt í sama mun og hetta viðførir, at arbeiðsbyrðan nú er ov tung fyri tey starvsfólk, sum virka innan Sjúkrahúsverk Føroya. Alt fleiri og fleiri verða lang­ tíðarsjúkrameldað. Tí er alneyðugt, at vit miðvíst virka fyri rekruttering av starvs­ fólkum til Heilsuverkið. Samstundis er neyðugt at góðskumenna og góðsku­ tryggja tænasturnar. Heilsuverkið er fyri sjúklingin og tí er neyðugt at fjálgað verður um starvsfólkini soleiðis, at sjúklingurin fær so góða viðgerð, røkt og eftirviðgerð sum yvirhøvur gjørligt. Samstundis má arbeiðast fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at tey sjúku, fólk við serligum tørvi og tey eldru fáa viðgerð og stuðul á sama støði sum í grannalondum okkara. Útbúgving Útbúgvingarskipan okkara skal altíð verða á hædd við tey krøv, sum eitt framkomið sam­ felag setur. Útbúgvingarskipanin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at øllum føroyingum stendur í boði at fáa best møguliga útbúgving á so mongum økj­ um sum til ber og at vinnulív okkara eisini á hendan hátt fær best møguligar umstøður at arbeiða undir. Útbúgvingarnar skulu altíð verða soleiðis, at tær kunnu verða góðkendar á altjóða stigi. Tey lesandi eiga at fáa út­ búgvingarstuðul, sum tryggjar øllum fíggjarligar møguleikar at fáa ta útbúgving, sum tey sjálvi ynskja. Allir lærarar og útbúgving­ arleiðarar skulu hava møgu­ leika fyri regluligari førleika­ menning. Tað skal verða møguligt at taka fleiri hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, t.d. løg­ frøði. Umhvørvið Eg vil virka fyri einum tilvit­ aðum og miðvísum umhvørvis­ politikki og harvið verða við til at varðveita fríu og vøkru náttúru okkara til komandi ættarlið. Somuleiðis virka fyri alterna­ tivum orkumøguleikum. Fíggjarpolitikkur Ein treyt fyri omanfyrinevndu tænastum er ein skynsamur fíggjarpolitikkur. Ti er neyðugt við einum sterkum og fjøl­ broyttum vinnulívi, sum gevur bestu møguleikar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum og trygg fíggjarviðurskifti eru fyritreytin fyri vælferðini hjá tí einstaka føroyinginum. Les meira á: saunn.com Klæðir til hennara? Sjálvandi í... Tlf. 447260 ONLY VERO MODA STAFF SISTERS POINT UNO ONE TWO PIECES VOILA BITAVANT