mánadagur 14. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 9 - 14. januar 2008
Tíðargreinar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Hesa vikuna vera fýra
tíðargreinar í Sosialinum. Í
dag hugleiðir formaðurin í
Rithøvundafelagnum um
mentarnarpolitiska kjakið
og ræðsluna fyri frælsari
list, í morgin gevur stjórin í
Granskingarráðnum
sítt
íkast til kjakið um týdningin
av føroyskari gransking.
Mikudagin er tíðargreinin
skrivað av stjóranum í
Suðuroyar Sparikassa, um
hvussu lítið vit vita um
føroyska
búskapin,
og
hósdagin er tað aftur ment
annarpolitikur, sum er til
viðgerðar. Hesaferð rithøv
undurin, Rakel Helmsdal,
ið hugleiðir
Rætting:
Prísurin fyri frælsi Tolsemi
fyri ótolsemi er dirvisloysi
Av misgávum manglaðu
seinastu orðini í tíðargrein
ini hjá Agga Niclasen um
Ayaan Hirsi Ali, sum stóð í
blaðnum
hósdagin,
10.
januar
Tíðargreinin snúði seg
um somaliska tilflytaran í
Hollandi, sum við stórum
dirvi og hegni hevur funnist
at kvinnukúganini í mus
limsku mentanini.
Endin
á
tíðargreinini
skuldi vera soljóðandi:
Hirsi Ali bað í november
um lívverju í eina viku—
bara so at hon trygt kundi
skaffa fígging til at fáa
egnar
lívverjar.
Men
hollendska stjórnin vildi
ikki so mikið sum heimila
henni hetta náðiliga ynski.
Hetta merkir, at ábyrgdin
er havnað hjá okkum. Og
lukkutíð eru einstaklingar,
ið ikki kunna góðtaka, at
Aayan
Hirsi Ali
onga
lívverju hevur. Við privatum
intiativi frá so mætum
monnum
sum
Salman
Rushdie og Christopher
Hitchens er ein innsavnan
farin í gongd at tryggja, at
hesum intellektuella bundi,
hesum muslimanna svari
uppá Luther, er lív lagað.
Fýra íkast til kjak hesa vikuna
Arnbjørn Ó. Dals
garð, formaður í
Rithøvundafelagnum,
skrivar í dag millum
annað um politisku
ræðsluna fyri frælsari
list
Annikað Sølvará,
stjóri á Granskingar
ráðnum, skrivar tíðar
greinina í morgin:
Nógv egg í fleiri
kurvar
Mikudagin eigur
Søren Bruhn, stjóri
á Suðuroyðar
Sparikassa,
tíðargreinina: Eru vit
komin á eggina?
Rakel Helmsdal
viðger hósdagin
mentanarpolitikkin
hjá einum ávísum
flokki: Alt sum
elskuligt er
Mentamálaráðharrin
hevur illgruna um, at
neyðarrópið frá fýra
mentafólkum í farnu
viku meir er ætlað
sum eitt politiskt álop
á seg
MenTan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni, menta
málaráðharri, hevur ilt við
at taka neyðarrópini frá
fýra mentafólkum her í
blaðnum í farnu viku í
álvara.
Eg eri bangin fyri, at
hetta sokallaða neyðarrópið
meir er ætlað sum eitt
politiskt álop. Í øllum før
um virkar tað sera illgruna
samt at koma við slíkum
ósakligum páhaldum beint
upp undir val, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Á tremur við
fordómum
Spurdur, júst hvørji páhald,
hann sipar til, sigur Jógvan
á Lakjuni, at tað serliga eru
útsøgnirnar hjá Arnbirni
Dalsgarð, formanni í Rit
høvundafelagnum, og Carl
Jóhan Jensen, rithøvundi,
hann fýlist á.
Faktiskt er alt, sum
Arnbjørn Dalsgarð sigur,
fullkomiliga ósakligt og á
tremur við fordómum. Tá
hann sigur, at eg aldrin átti
at sloppi at verið lands
stýrismaður, minnir tað á
óhugnaligan hátt um okkurt
slag av berufsverbot, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Eisini øtast hann yvir
ákæruna
hjá
Arnbjørn
Dalsgarð, har hesin vil vera
við, at mentamálaráðharrin
vil køva alla mentan og
list.
Hatta er so mikið álvars
amt, at eg haldi, at Arnbjørn
heldur átti at vent sær
beinleiðis til mín við tí,
sigur mentamálaráðharrin.
Sambært
Jógvani
á
Lakjuni eru útsøgnirnar hjá
Carl Jóhan Jensen, um, at
m e n t a m á l a r á ð h a r r i n
skýggjar allar ósemjur, líka
langt úti. Kortini nerva
hesar útsøgnir ikki menta
málaráðharran stórvegis, tí
sum hann sigur
Eg havi ongantíð hoyrt
Carl Jóhan Jensen rósað
nøkrum øðrum enn sær
sjálvum, so hansara atfinn
ingum eri eg ikki so kløkkur
av.
Ver tolin
Sambært
mentamálaráð
harranum vísa Jenny C.
Petersen, stjóri á Tjóðpalli
Føroya, og Rói Patursson,
formaður í Mentanargrunn
inum, hinvegin, at tað ber til
at vera ónøgdur uttan at
koma við ósaklium álopum.
Eg eri samdur við Róa
Patursson í, at Mentanar
grunnurin átti at fingið
munandi meir pengar at
arbeitt við. Játtanin til grun
nin
er
hækkað
nakað
seinastu árin, men eg eri
fullgreiður yvir, at hon ikki
er nóg høg, sigur menta
málaráðharrin, sum kortini
ikki kann lova grunninum
nakran munandi bata í
bræði.
Øll rópa upp um pengar,
men landið hevur also ikki
óavmarkað tal av milliardum
at býta út. Játtanir eru altíð
ein spurningur um rað
festing tað fær ikki verið
øðrvísi,
minnir
menta
málaráðharrin á.
Spurdur, hví eitt nú Tjóð
pallur Føroya er raðfestur
so lágt, at hann ikki so
frægt sum hevur eitt veruligt
høli at húsast í, sigur Jógvan
á Lakjuni, at eisni tey mugu
vera tolin, eins og øll onnur,
sum bíða eftur pengum.
Vit hava eina lóg um
Tjóðpall Føroya, og sjálv
andi skal hon fylgjast upp.
Eg vænti, at játtanin til
Tjóðpallin fer at kvinkast
uppeftir,
men
nær
tað
verður, fái eg ikki sagt beint
nú, viðgongur Jógvan á
Lakjuni.
Hann fær heldur ikki
sagt, hvat hann heldur um
uppskotið um, at listafólk
fáa
okkurt
slag
av
minstuløn.
Eg dugi væl at skilja, at
teirra arbeiðsumstøður ofta
eru ótryggar. Tað kann gott
vera, at man átti at hugt
nærri at einum slíkum
uppskoti. Hinvegin verður
tað neyvan lætt at blíva
samdur um, júst hvørji
listafólk skulu verða partur
av eini slíkar skipan, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Mentanarpolitikkur
er so nógv
Mentamálaráððharrin skil
ur annars ikki ákæruna um,
hann ikki megnar at orða
ein veruligan mentanar
politikk.
Vit hava júst fingið eitt
málálit við eini røð av
tilmælum um, hvussu vit
best stimbra føroyska mál
ið. Er tað ikki mentanar
politikkur? Eg havi skotið
upp at Føroya Symfoni
orkestur skal á fíggjarlógina,
at stimbra sangin í skúlanum
o.s.fr. Eftir mínum tykki er
slíkt eisini eitt slag av
mentanarpolitikki,
sigur
Jógvan á Lakjuni.
Hann leggur afturat, at
meðan tað er lætt at grenja
um tey mentanarøki, sum
tørva pening, er tað skjótt
at gloyma teir batar, sum
hóast alt eru hendir.
Hann nevnir, at játtanin
til bókasøvn umframt onnur
søvn er hækkað munandi,
játtanin til leiklist sum heild
er økt við 700.000 krónum,
meðan LISA júst hevur
fingið einar 80.000 meir at
arbeiða við.
Faktisk er tað hend ein
rúgva á mentanarøkinum
seinnu árini – ikki minst úti
á bygd, har mentanarlívið
blómar. Men slíkt varnast
tey sjáldan í Havn, sigur
mentamálaráðharrin.
Mentafólk fremja politiskt álop
Jógvan á Lakjuni øtast yvir
ósakligu grundgevingarnar
hjá ávísum mentafólkum í
seinastuni
Dollarin minni enn fimm krónur
Amerikanski dollarin er nú minni enn fimm krónur verdur, og so lítið
hevur virðið ikki verið í næstan 30 ár Tað er fyrst og fremst bústaðar
kreppan í amerikanska búskapinum og útlitini fyri nýggjum
rentulækkingum, sum trýsta dollaran í botn. Bústaðarkreppan fær nógva
umrøðu í USA, og í gjár søgdu bæði Hillary Clinton og Barrack Obama,
at tey eru til reiðar við tiltøkum fyri at venda gongdini, verða tey vald.
Dollarin er nú so veikur, sum hann ikki hevur verið síðani seinast í
sjeytiárunum ella næstan 30 ár
Endabrestur í íløguspælinum
Í kvøld verða virðislønirnar í stóra Íløguspælinum lætnar í Miðlahúsinum. Tróndur
Enni og Niel Joensen hugna um við tónleikiEik Banki og Sosialurin skipa fyri, at
vinnararnir í Íløguspælinum verða kosnir, og virðislønir verða handaðar í
Miðlahúsinum í kvøld. Tá verður kunngjørt, hvør hevði nervarnar og evnini at
vinna Íløgusælið. Hvør dugdi at halda høvdið kalt og støðugt gera bestu íløgurnar
farnu fýra mánaðirnar? Besti íleggjarin vinnur heilar 50.000 krónur, meðan
næstbesti og triðbesti íleggjarin fær ávikavist 25.000 og 10.000 krónur. Kom
oman í Miðlahúsið í kvøld. Tað verður eitt hugnaligt kvøld við spannandi
framløgum, leskiligum sjálvtøkuborði og tónleiki við Tróndi Enni og Niel Joensen