Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Januar 2008 14 Floksblaðið – Valið 2008 Í valstríðnum til løgtingsvalið hesaferð eru valevnini sjálvi farin at bólka tey ymsu evnini í bleyt virðir og hørð virðir. Oftari og oftari verða tunlar nevndir sum hørð virði, ið verða sett upp ímóti teimum bleytu, sum eru eitt nú heilsuverk og skúlar. Eitt kvinnuligt valevni úr Suðuroy skrivaði í blaðgrein um dagarnar, at tunlar eru eisini bleyt virði. Um størsta íløgan, sum er tikin í brúk hetta valskeiðið, er eitt bleytt ella hart virði, er ikki so av­ gerandi. Eitt er vist. Norðoya­ tunnilin, sum samgongan undan hesari setti í verk, hevur eisini stóran týdning fyri Eyst­ uroynna. Tá vit tosa um trygd hjá borgaranum, so hava eystring­ ar nú bara nakrar fáar minuttir at koyra til Klaksvíkar Sjúkra­ hús, ið lá ovast í nøgdsemis­ kanningini. Í Kaksvík eru eisini onnur tilboð, sum eystringar kunnu nýta gott av. Eitt nú hevur býurin eina framkomna svimjihøll. Men ikki minst hevur vinn­ an í Eysturoynni fingið ein nýggjan heimamarknað hinu­ megin Leirvíksfjørð. Og tað er ikki bara Bovlinghøllin í Leirvík, sum fær vitjan av klaksvíkingum og norðoyingum annars. Oftari og oftari koyra teir ein túr í Eysturoynna at shoppa, heldur enn at fara til Havnar sum fyrr. Men eystringar sjálvir hava við Norðoyatunnlinum eisini fingið eitt fjølbroyttari úrval. Baksíðan av medaljuni er vegurin um Leirvík. Tað er sera stórt spell og burtur úr vón og viti, at eingin endalig loysn er funnin á hesum málinum, nú vit skjótt hava koyrt undir Leirvíksfirði í tvey ár. Sjálvt um leirvíkingar ikki hava verið nóg samdir um, hvør loysn skuldi veljast, so skylda landsmynd­ ugleikarnir leirvíkingum at finna ta bestu loysnina skjótast gjørligt. Alt annað er høpis­ leyst! Tíverri varð Skálafjarðar­ tunnilin ikki endaliga samtyktur í hesum valskeiðnum. Men lítil ivi er um, at hann verður størsta einstaka prosjektið, sum verður sett í verk í kom­ andi valskeiði. Sum kunnugt vóru tað nakrir einstaklingar á Toftum, sum tóku stig til at fyrireika fasta sambandið undir Tangafirði. Pf. Skálafjarðartunnilin er stovnað og stjóri í felagnum er Dávur Reinert Hansen, ið frammanundan hevur verið stjóri bæði fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tað eru ikki bara stigtakarar­ nir, sum eru sannførdir um, at fasta sambandið verður ein stórur búskaparligur vinningur fyri allar Føroyar. Bjarni Djur­ holm landsstýrismaður hevur sagt, at landsstýrið var á einum máli um, at Skálafjarðartunnilin helst er besta íløga, sum nakrantið verður gjørd í Før­ oyum um talan er um kost/ nyttu kanning. Á stórum politiskum fundi fyri nøkrum døgum síðani, har allir flokkar á tingi vóru um­ boðaðir, var breið semja um, at líka mikið hvør kemur at stjórna Føroyum komandi árini, so verður fasta sam­ bandið millum Skálafjørðin og Havnina veruleiki. Í endanum av hesum val­ skeiðnum kom Skorhæddin aftur á breddan sum ein av møguleikunum fyri framtíðar flogvølli í Føroyum. Í nógv ár varð sagt, at hetta helst var best egnaða staðið. Men síðani vísti onkur hissini kann­ ing, at turbulensurin skuldi vera ov nógvur á Skorhæddini, og síðani hevur mest verið tosað um Glyvursnes ella Søltuvík í Sandoynni sum alter­ nativ til Vágar. Men á almennum fundi á Svangaskarði herfyri kom fram, at kanningin, sum fyribils hevur avskrivað Skorhæddina í kappingini, byggir á eitt sera smekkurt grundarlag. Og har lovaði landsstýrismaðurin á økinum, at nágreiniligari kanningar skulu gerast á Skor­ hæddini. Nú fyltu tunlarnir og tey hørðu virðini meira enn ætlað í hesari grein. Men av bleytum virðum, sum eru vorðin veru­ leiki í Eysturoynni hetta sein­ asta valskeiðið, kunnu vit nevna eldrasambýlini, sum eru komin í fleiri bygdum. At byggja eitt eldrasambýli er ein kommunal uppgáva. Men raksturin er ein landsuppgáva. Búfólkini á eldrasambýlunum kunnu nú vera í teirra egna bygdaumhvørvi, og fyri mong er hetta ein stórur fyrimunur. Her hevur Eysturoyggin veru­ liga víst vegin! Vinnuliga hevur Eysturoygg­ in eisini víst vegin í mong ár. Tað ger hon framvegis. Men eitt stórt vandamál í hesum døgum er, at stórt trot er á arbeiðsmegi, og tað rakar bæði á sjógvi og landi. Dúgliga hevur verið tosað um at gera tað lagaligari hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða. Hetta er avgjørt eitt av allar fyrstu málunum, ið ein nýggj landsstýrissamgonga eftir valið eigur at taka upp og fáa av­ greitt! TT Eysturoyggin vísir vegin! Í endanum av hesum valskeiðnum er Skorhæddin aftur komin á breddan sum ein av møguleikunum fyri framtíðar flogvølli í Føroyum. Hanna Jensen Fólkaflokkurin Tjóðarrættindi okkara mugu staðfestast. Tjóðarrættindi okkara eru partur av okkara dýrasta tilfeingi. Okkara ogn­ arrættur til landið er fortreytin fyri, at vit fáa tikið avgerðir um og fáa gagnnýtt okkara ríki­ dømi í bæði undirgrund, hav­ øki og loftrúmi. Okkara fram­ gongd er tengd at, um vit fara at duga at telva okkum fram til, at Føroyar fær staðfest sín ognarrætt til landið í breiðastu merking. So at siga alt okkara samstarv við útheimin er treyt­ að av hesum. Tí er alneyðugt, at vit sum tjóð taka fult ræði í okkara landi sum skjótast, at vit fáa føroyskt fullveldi seinast í 2015 – men helst í komandi valskeiði. Tað, sum vit ætla, tað mugu vit gera í okkara tíð og ikki vænta, at komandi ætt­ arlið skulu føra ætlanir okkara út í lívið. Vit mugu tora at loysa hetta mál Føroyum og føroy­ ingum at frama. Altjóða samstarv má økjast. Samstarv við allan heimin er avgerandi fyri okkara menning í heimshøpi. Vit mugu hava íblástur ymsa staðni frá, bæði tá tað snýr seg um vinnu, út­ búgving, gransking, ítrott og mentan. Fyri at gera okkum galdandi á altjóða pallinum er neyðugt, at vit duga at fóta okkum í altjóða umhvørvi bæði málsliga, mentanarliga og innan tey serstøku økini. Vit mugu teljast millum tjóðirnar og samskifta beinleiðis við tær okkara ítrotti, mentan, vinnu og skúlaskapi at gagni. Og her mugu vit gerast alt meiri framfýsin og framsíggin fyri at fyrireika okkum og vera við, tá broytingar henda úti í heimi. Vit mugu læra okkum við­ komandi mál, taka viðkomandi útbúgvingar, granska í við­ komandi evnum, taka lut í við­ komandi kappingum og fram­ sýningum o.s.fr. Útbúgving má raðfestast. Ásannandi at hugans tilfeingi er eitt hitt fremsta tilfeingi – evnini til at hugsa, skapa og menna nakað nýtt ­ mugu vit støðugt raðfesta útbúgving, vitan og servitan høgt. Her er peningur at vinna, tí vitan­ artungar vinnur eru tær, sum geva inntøkur í dag. Vit ynskja at endurnýggja okkara vinnulív og skapa nýggjar vinnur. Og um vit ynskja at vera áhugaverd og ynskja at gera okkum gald­ andi í atjóða høpi, so mugu koma við servitan, sum vit arbeiða og granska okkum fram til her í Føroyum við øllum tí tilfeingi, sum Føroyar og føroyska fólkið hevur at bjóða. Og tað er ikki so lítið. Spurningurin er bert, um vit ætla okkum í gongd ella ikki. Skúlaverkið má setast høgt heilt frá fyrsta stigi og heilt upp til at seta fleiri hægri føroyskar útbúgvingar á stovn – eisini í samstarvi við ymisk lond. Tí vit mugu fáa teoretiskt dugnaligt fólk, sum eisini sam­ stundis lærir at umseta teori til veruleika og skapa virðir til tað føroyska samfelagið. Hetta eru bert nakrar av fortreytunum fyri einum sam­ felagi í framgongd. Les meiri á: http://hanna.folkaflokkurin.fo og http://homepage.mac.com/ hannajensen http://www.dimma.fo/Bloggan/ hanna.jensen/ Eitt samfelag í framgongd Eitt samfelag í menning er nakað, vit øll ynskja, og tí er neyðugt at vita, hvørjar fortreytirnar eru fyri, at føroyska samfelagið kann mennast.