Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2008 Granskarar: Tí sakk Estonia Ein nýggj teldu­eftir­ gerð av, tá Estonia sakk, vísir, at fleiri skeivar avgerðir førdu­ til vanlu­kku­na, su­m kostaði 852 fólku­m lívið Ov nógv ferð í ringa sjógv­ inum og ein miseydnað roynd at bjarga skip­­inum við at snara runt, førdi sambært týskum granskarum til, at Estonia sakk, skrivar Der Sp­­iegel. Tað er ein bólkur av granskarum í Hamburg, sum við mest framkomnu tøknini hava gjørt eina teldu­ eftirgerð av vanlukkuni fyri svensku myndugleikarnar. Lagnutunga náttin 28. sep­­tember 1994 hevði skip­­arin gjørt av at sigla við fullari ferð í fýra metra høgu aldunum í Eystursjónum, fyri at vinna inn aftur eina seinking. Nógva ferðin í ringa sjógvinum førdi til, at bovp­­ortrið og bilramp­­an loysnaðu. Eftir hetta royndi mann­ ingin at stabilisera skip­­ið við at leggja tað up­­p­­ í vind og aldu. Vanliga skuldi hetta givið góða meining, men centrifugalmegin frá aldunum, sum longu vóru fossaðar inn á dekkið, gav skip­­inum enn meiri slagsíðu, meðan sjógvurin varð trýstur út í stýriborð. Sambært granskarunum hevur maningin eftir øllum at døma ikki vitað av, hvat var hent við bov­ p­­ortrinum, tá manøvran varð framd. Bovp­­ortrið sást nevniliga ikki av brúnni, sum lá forskotin fimm dekk hægri. Í kanningini útiloka týsku granskararnir samstundis, at ein sp­­reinging skal hava verið umborð, nakað, sum seinastu 14 árini hevur verið kjakast nógv um. Bara 137 fólk vórðu bjargað tá Estonia sakk. Fyri fimtu­ ferð út av seks møgu­ligu­m hevu­r Ide Møblar vu­nnið kappingina »Ársins Handil«, su­m Viku­Blaðið skipar fyri ÁRSINS HANDIL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ide Møblar eru líka einaráð­ andi í kap­­p­­ingini »Ársins Handil«, sum Manchester United var í Premier League í 90­unum. Til Gallaveitsluna á Hotel Føroyum fyri 300 gestum var avdúkað, at Ide Møblar fyri fimtu ferð var kosin »Ársins Handil« av lesarun­ um hjá VikuBlaðnum. ­ Vit up­­p­­lýsa ongantíð, hvussu nógvar atkvøður hvør handil fær. Heldur ikki handlarnir fáa hetta at vita. Men Ide Møblar í Havn gjørdist nummar eitt, Berglon í Saltangará numm­ ar tvey og Bakaríið hjá Jór­ un í Klaksvík nummar trý, sigur Terji Nielsen frá Viku­ Blaðnum. Terji Nielsen sigur eisini, at tað ongantíð hava verið so nógvir lesarara, sum hava tikið lut í atkvøðu­ greiðsluni, sum í ár. Hetta er sætta árið at VikuBlaðið skip­­ar fyri hesari kap­­p­­ingini, og sum nevnt fimta árið at Ide Møblar vinna. Kap­­p­­ingin fer fram á tann hátt, at velj­ arar VikuBlaðsins atkvøða um sms­skip­­anina up­­p­­ á tann handilin, ið teir meta skal hava hendan heiðurin, og talt verður up­­p­­ sum til allar aðrar kap­­p­­ingar. Í sambandi við kap­­p­­ingina burturlutaði VikuBlaðið eisini ein stóran vinning millum teir lesarar, sum tóku lut í atkvøðugreiðsluni. Vinningurin var ein Kia Ceed bilur, og hep­­ni vinn­ arin var 28­ára gamli Finn­ bjørn Danielsen úr Árnafirði. Ide Møblar fyri fimtu ferð Tað vórðu­ útgoldnar 501 mió. meira í lønu­m í 2007, saman­ borið við 2006. Nú nýtt ár er byrjað, ku­nnu­ samlaðu­ lønargjaldingarnar fyri 2007 gerast u­pp. Hetta vísir at næstan 7 mia. vórðu­ útgoldnar í lønu­m í fjør. Tað er ein vøkst­ u­r u­ppá hálva mia. í mu­n til 2006, su­m er 8% meira, sigu­r Hagstovan LØNARGJALDINGAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tilfeingisvinnurnar hava minsta vøksturin, bert 1%. Her er tað fiskavirking og ráevnisvinna, sum eru í minking, meðan tað serliga er alivinnan, sum veksur nógv. Í alivinnuni eru goldn­ ar 26 mió. meir í lønun, ein vøkstur up­­p­­á 28%. Fiski­ skap­­ur, sum stendur fyri 65% av lønunum í tilfeingis­ vinnunum, hevur ein lítlan vøkstur up­­p­­á 2%. Størsti vøksturin er innan p­­rivatu tænastuvinnurnar. Har eru 13% fleiri lønar­ krónur í 2007. Her er tað serliga sjóflutningur og fígg­ ing og trygging, sum hava ein stóran vøkstur, 21 og 20%, men eisini gistihús­ og matstovu­virksemi er vaksið nógv og hevur gold­ ið 14% meir út í lønum. Í byggivinnuni eru 492 mió. goldnar í lønum í fjør, tað eru 54 mió meir enn árið fyri, ein vøkstur up­­p­­á 12%. Samlað er ein vøkstur up­­p­­á 11% innan bygging og ídnað. Fyri almennar tænastur eru goldnar 6% meir í lønum í 2007 samanborið við 2006. Nú árið er up­­p­­gjørt, kann samanberast við gongdina seinastu 10 árini. Her síggja vit, at vøksturin í lønargjald­ ingunum seinasta árið ligg­ ur eitt sindur yvir miðal­ vøksturin seinastu 10 árini, sum hevur verið 6,8%. Størsti vøksturin var frá 2000 til 2001, tá lønirnar vuksu næstan 13%. Eisini sæst, at tað er ikki ein javnur vøkstur hetta tíð­ arskeiðið. Fram til 2003 var stórur vøkstur í lønunum, í miðal 9,9%. Síðan koma 3 ár við lítlum vøkstri, 1,5% í miðal og seinastu 2 árini hava vit so aftur sæð ein vøkstur up­­p­­á 7­8%, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínu. Hálv milliard meir í lønum Fimtu ferð út av seks møguligum vann Ide Møbar heitið Ársins Handil Serliga innan privatu tænastuvinnuna eru fleiri pengar goldnir í lønum í fjør í mun til 2006 Tilvildarlig mynd 2006 2007 munur % Fiskivinna o.o. ráevnisvinna 1.460 1.477 17 1 Byggivinna o.o. tilevnisvinna 861 957 96 11 Privatar tænastuvinnur 1.981 2.230 250 13 Almenn o.o. tænasta 2.140 2.279 139 6 Samlaðar lønarútgjaldingar 6.442 6.943 501 8 Trúarbólkar felags front móti Darwin Bólkan innan bæði kristindóm, islam, jødadóm og smærri religiónir sum Hare Krishna arbeiða í hesum døgum saman um at fáa trúnna á ein “intellig­ entan designara”, sum stendur handan skap­­araverkið. Hetta er mótsvar til menningarlæruna hjá Darwin. Trúgvin á ein “intelligentan designara” sigur, at lívið og skap­­anarverkið er so fantastiskt og samansett, at tað ikki kann forklárast við menningarlæruni. Tað má tí vera ein størri skap­­ari handan skap­­anarverkið. Hetta ástøði um “intelligent design” fekk av fyrstan tíð fótfesti ímillum religiøsa høgravongin í USA, men hevur nú breitt seg til nógvar trúarbólkar kring heimin, sum samstarva tættari og tættari Varðhaldsfongslaður í 50 ár Tað var ein 80 ára gamal maður, sum langt um leingi slap­­p­­ út aftur úr fongslinum, eftir 50 ára varðhaldsfongsling á Sri Lanka. DP James varð varðhaldsfongslaður í august 1958, eftir at hava sært p­­áp­­a sín við knívi. Eftir eina innlegging á eini p­­sykiatriskari klinikk, varð hann sendur aftur í fongsul, og myndugleikarnir gloymdu hann har. Hann kom aldri fyri ein dómara. Málið varð ikki up­­p­­afturlatið, fyrr enn gamli maðurin noyddist á sjúkrahúsið. – hann er eitt offur fyri óvirkandi bureaukratinum, sigur advokaturin, sum nú er settur á málið, og krevur 67.000 kr fyri frátikna lívið. Tað eru góðar 1300 kr um ári fyri varðhaldsfongslingina.