týsdagur 15. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2008
Frá 2006 til 2007 vaks
miðalbrúkaraprístalið
3,6 prosent. Hetta er
væl størri ársmiðal
prísvøkstur enn
frá 2005 til 2006, tá
vøksturin var 1,5
prosent.
PRÍSVØKSTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Munurin stavar serliga frá
hækkandi matvøruprísum
og vaksandi býlisútreiðslum
seinastu ársfjórðingarnar.
Frá triðja ársfjórðingi til
fjórða
ársfjórðing
2007
vaks brúkaraprístalið 1,9
prosent. Og seinasta árið,
frá fjórða ársfjórðingi 2006
til fjórða ársfjórðing 2007,
vaks brúkaraprístalið 5,5
prosent.
Ársmiðal prístal javnar út
tilvildarligar prísbroytingar
í einstøkum ársfjórðingum
við at samanbera miðalprís
talið fýra teir seinastu árs
fjórðingarnar við miðalprís
talið undanfarnu fýra árs
fjórðingarnar. Til dømis
fýra ársfjórðingar í 2007
við fýra ársfjórðingar í
2006.
Frá 2006 til 2007 vaks
miðalbrúkaraprístalið
3,6
prosent. Tað er í mesta mun
rentuhækkingar og dýrkandi
matvørur, sum hava togað
ársmiðal prísvøksturin upp.
Eftir stóra rentufallið í
2006 er rentan hækkað
somikið aftur í 2007, at vísi
talið fyri rentuna á íbúðar
lánum vísir ein ársmiðal
vøkstur upp á góð 33
prosent frá 2006 til 2007.
Fyri býli samanlagt hevur
ársmiðalvøksturin verið 12
prosent.
Ársmiðalprísirnir
á
matvørum vóru í 2007 4,3
prosent hægri enn í 2006.
Tað eru serliga prísirnir á
breyði og kornvørum, kjøti,
mjólk, osti, eggum og grøn
meti, sum ávirka matvøru
prístalið uppeftir.
Prísvøkstur 5,5%
Árligi prísvøksturin mátar
prísbroytingina millum ein
ársfjórðing eitt árið og sama
ársfjórðing árið fyri.
Fjórða ársfjórðing 2007
vóru brúkaraprísirnir í mið
al 5,5 prosent hægri enn
sama ársfjórðing í 2006.
Hetta er størsti árligi prís
talsvøkstur síðan 1993.
Allar býlisútreiðslur eru
vaksnar, og samanlagt hev
ur prísvøksturin fyri býli
verið 17,1 prosent frá fjórða
ársfjórðingi í 2006 til fjórða
ársfjórðing í 2007.
Eisini prísirnir í øllum
matvørubólkum eru hækk
aðir seinasta árið, samanlagt
eru matvøruprísirnir farnir
6 prosent upp.
Tað er í stóran mun prís
vøksturin
seinasta
árs
fjórðingin í 2007, sum togar
árliga prísvøksturin upp.
Frá triðja ársfjórðingi til
fjórða
ársfjórðing
2007
hækkaði
brúkaraprístalið
1,9 prosent, úr 110,2 til
112,3.
Seinasta ársfjórðingin er
prístalið fyri býli farið 5,2
prosent upp, fyri matvørur
1,7 prosent og fyri flutning
1,5 prosent, skrivar Hag
stova Føroya á heimasíðu
síni.
Tann 1. desember
2007 var fólkatalið
í Føroyum 48.405.
Hetta eru 44 fleiri
enn 1. november og
131 fleiri enn fyri
einum ári síðani.
FÓLKATAL
Leo Poulsen
leo@sosialirin.fo
Hóast fólkatalið um árs
skiftið ikki endaliga er upp
gjørt enn, so bendir alt á, at
tað verður hægri enn árið
frammanundan, men kort
ini lægri enn 1. august, tá
48.564 búðu í Føroyum.
Av teimum 48.405, sum
1. desember búðu í Føroy
um, vóru 23.226 konufólk
og
25.179
mannfólk.
Konufólkini vóru sostatt
1.953 færri, og í miðal
vóru tað 108,4 mannfólk
fyri hvørji 100 konufólk.
Um vit hyggja at, hvussu
kynslutfallið býtir seg upp
á sýslur, síggja vit, at í
øllum økjunum í landinum
eru konufólkini færri enn
mannfólkini, men nakað
av muni er á. Upp á seg
eru tey fækstu konufólkini
í Sandoyar sýslu, har tað
1. desember vóru gott 117
mannfólk fyri hvørji 100
konufólk. Tað javnasta
býtið var í høvuðstaðnum,
har tað vóru gott 102
mannfólk fyri hvørji 100
konufólk. Restin av landin
um liggur harímillum.
Sum í flestøllum fram
komnum londum, veksur
miðalaldurin í Føroyum
alla tíðina so hvørt sum
lutfalsliga
fleiri
koma
longur upp i árini.
Tann fyrsta desember
2007 var miðalaldurin í
Føroyum komin upp á
37,3 ár, og vøksturin í mið
al síðani 2005 okkurt um
2 til 3 mánaðir um árið.
Men eisini aldursbýtið
er ójavnt býtt um landið.
Hægsti miðalaldurin er í
Sandoyar og Suðuroyar
sýslu, har hann nú er
ávíkavist beint yvir og
undir 40 ár Í høvuðsstaðn
um er miðalaldurin 36,6
ár og harvið tann lægsti í
landinum.
Tað er áhugavert, at í
Suðuroy hevur mestsum
eingin vøkstur verið í mið
alaldrinum seinastu tvey
árini, og í Vágum stendur
hann at kalla í stað, skrivar
Hagstova Føroya á heima
síðu síni.
Lítil vøkstur í
fólkatalinum
Munandi størri prísvøkst
ur í 2007 enn árið fyri
Tað er serliga matvøruprísirnir, sum skapa prísvøksturin
Tilvildarlig mynd
Allah bert fyri muslimar
Allah merkir Gud á arabiskum. Men tað leggja
myndugleikarnir í Malaysia eftir øllum at døma einki í. Nú
er tað nevniliga bannað øllum kristnum, hindu’um,
buddhistum og øðrum religiøsum minnilutabólkum at nýta
orðið Allah í teirra trúarlívi. Allah skal bert nýtast til tey
60% av fólkinum, sum viðurkenna Islam. Hetta mátti ein
blaðstjóri sanna, tá hann nevndi Allah í einum kristnum
samanhangi. Úrslitið var, at avísin misti prentloyvi. Tað veit
tíðindastovan Reuters.
William Heinesen 108 ár
William Heinesen hevði í dag verið 108 ár. Hann var føddur í Havn 15. januar 1900, og
doyði 12. marts 1991. Hann var ein av kendastu føroysku listamonnunum, hann fekst
bæði við at skriva, mála, klippa og komponera. Hann skrivaði á donskum, hóst hann livdi
nærum alt lívið í Føroyum. Bert nøkur fá ár var hann í Danmark saman við vinmanninum
Jørgen Frantz Jacobsen. Men av tí, at mamman var donsk, var William Heinesen uppvaks
in við donskum. Hansara størsti íblástur kom frá einum virknum og livandi handilshúsi, tí
tey vóru virkin handilsfólk í Havn. Hann var sostatt bæði ávirkaður av borgarliga lívin
um, og –ígjøgnum mammuna eisini av listarliga umhvørvinum. Mótsetningurin ímillum
hesi bæði er ein reyður tráður í hansara bókmentum. William Heinesen gav út 7 yrkinga
søvn, 7 stuttsøgusøvn og 7 skaldsøgur. Kendasta bókin er helst ”De fortabte spillemænd,
sum á føroyskum eitur Glataðu spælimenninir. William Heinesen er týddur til 19 mál.