týsdagur 15. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 10 - 15. januar 2008
SÍÐULINJAN
Rigmor Dam
blaðfólk
Nú eru bert
fýra dagar, til
krossurin skal
setast, sum
fær summi at
korsa seg, tí
nøkur verða
krossfest.
Valstríðið er um at koma í
hæddirnar, men kortini eri eg
meira ørkymlað enn
nakrantíð.
Sakni at onkur kemur buldr
andi inn á vøllin, lyftir nevan
á loft og sigur sína hjartans
meining um hetta landið, vit
búgva í, og hvussu vit kundu
gjørt alt so nógv nógv betur. Í
løtuni er fullkomiliga ógjør
ligt at velja ein fram um ann
an, tí allir siga seg raðfesta
alt: Vælferð, trivnað, útbúgv
ing, gransking, tey veiku, tey
fátøku, børnini, tey gomlu,
bøndurnar... Men millum lítið
og onki verður sagt um, hvørji
mál ikki skulu raðfestast, hvat
er nyttuleyst og ikki hevur
uppiborið eina krónu úr lands
kassanum.
Greiður ella gráur
boðskapur
Sakni sterkar flokkar, sum
seta nøkur ultimatum, har teir
gera púra greitt, at koma teir í
samgongusamráðingar, hava
hesi og hasi málini allar
fremstu raðfesting, uttan nak
að himpr. Marknaðarføring
snýr seg um at bera ein greið
an og fangandi boðskap, sum
fólk minnast, og tí ber ikki til
bara at siga, at hetta ella hatta
raðfesta vit eisini: Hvussu
frammarlaga raðfesta tit tað?
Hvørji øki skulu lúta og hvørji
eru veruliga verd at kempa
fyri?
Hvar er passiónin?
Líka sum at fólk, sum ikki
dáma tónleik, ikki áttu at
sloppið at arbeitt við børnum,
áttu valevni ikki at komið sær
at borið ein boðskap, sum tey
ikki meina. Sakni at hoyra eitt
valevni, sum veruliga tosar út
frá hjartanum, tí viðkomandi
bara ikki kann lata vera. Sum
oftast biðja tey um orðið, tí
okkurt mótstøðufólk akkurát
hevur slept mikrofonini, og so
má eg nokk eisini heldur siga
okkurt um hatta.
Uttan at nevna nøvn, so er
týðuligt, at summi valevni
ikki sjálvi vita, hví tey eru
uppstillað. Ongin passión,
ongi genial ella kreativ hug
skot, ongar veruliga logiskar
grundgevingar fyri, hví tey
eru so nógv betur egnað at
umsita landsins tilfeingið enn
tey, sum hava sitið við valdi
num seinastu mongu árini.
Stutt sagt: ongin vilji ella
uppdrift og fullkomiliga onki
sigandi hava tey ikki gjørt sær
greitt, hvat ið tey vilja, hvussu
ella hví. Og tað skínur so
týðuliga ígjøgnum, tá ið tey
lirra flosklar og klichéir oman
yvir lesararnar ella áhoyrarar
nar: Fólkið er mentan og
mentan er fólkið! Mentan er
ikki ein útreiðsla, men ein
íløga! Útbúgving er lykilin til
framtíðina! Gransking, trivn
aður og vælferð fyri øll!
Mentanin skal vera hægri!
Bullshitt!
Hvat ætlar tú ítøkiliga?
Hvussu ætlar tú at føra hetta
út í lívið? Hvar skal pening
urin koma frá? Nær skal tað
setast í verk?
Kvinnur í landsstýrið
Komandi landsstýrið verður
helst skipað við øðrum fólk
um enn fráfarandi. Longu
áðrenn startskotið til valstríð
ið veruliga varð latið av,
boðaðu nakrir flokkar frá, at
teir fóru at taka atlit til javn
støðuna, gjørdust teir partar
av einari komandi samgongu.
Hetta var millum annað eftir
áheitan frá fyrrverandi for
kvinnuni í Javnstøðunevndini,
Anniku W. Joensen. Eitt nú
boðaði Tjóðveldi frá, at í
landsstýri og øðrum álitis
sessum fer flokkurin at hava
javna umboðan av monnum
og kvinnum. Javnaðarflokk
urin var eisini inni á nøkrum
av tí sama, men við einari
fiksari heilgardering. Tí
flokkurin hevur meldað út, at
tá landsstýrið skal mannast,
hevur flokkurin samtykt, at
ásetingin um javnstøðu eisini
skal vera galdandi. So far so
good. Og flokkurin greiðir
frá, at hetta kann gerast við at
flokkarnir, ið skipa samgongu,
skulu skjóta ein persón av
hvørjum kyni upp til hvønn
landsstýrissess, ..og nú kemur
tað spennandi.., tí flokkurin
sigur víðari, at tað verður
uppgáva løgmans at tryggja
javnstøðu, tá ið landsstýri
endaliga verður skipað.
Sostatt kunnu hinir flokkarnir
fáa kvinnuliga umboðan í
landsstýrið, meðan hansara
egni flokkur framvegis verður
mannaður av ja, monnum.
Snilt, ósympatiskt og vónandi
eisini ósannlíkt.
Tá krossurin er settur
Annars má sigast, at tað hevði
verið stuttligt at vitað, hvørji
málsøki flokkarnir ætla at
krevja. Hvønn ráðharra fara
teir at senda til hús? Skulu
nøkur ráð býtast sundur,
nøkur skerjast burtur, ella
skulu vit hava fleiri? Og
hvussu er ætlanin at bøta um
umsitingina av ráðunum, so
fleiri enn hálvir løgfrøðingar
verða til hvørt ráði? Greið
svar eru ikki at uppdríva frá
flokkunum, tí teir skulu halda
seg væl við hvønn annan.
Prísurin er, at eg ikki áni, hvat
eg fái fyri atkvøðuna.
“Eg og bara eg”
Aja hetta bleiv ein síðulinja
við nógvum spurningum og
fáum svarum. Sigur kanska
eitt sindur um, at hetta er
fyrsta valstríðið, har flokkarn
ir veruliga eru skúgvaðir til
viks av einum “eg og bara eg”
hugburði hjá valevnunum. Tá
er ikki løgið, at boðskapurin
frá flokkunum og formonn
unum er ógreiður.. og eg í
villareiði!
P.S. Hvar bleiv visjónsætl
anin forrestin av í valstríð
num?
Sosialurin
Politiska dagsskráin
broytist
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Politiska dagsskráin broytist sum valstríðið
gongur. Hetta er einki nýtt og soleiðis hevur tað
altíð verið. Tað, sum tó kann staðfestast er nakað
nýtt, er, at tey bleytu virðini eru farin at fylla
nógv meira á dagsskránni, enn flestu eygleiðarar
høvdu roknað við. Hetta er áhugavert, tí hetta
vísir fyri tað fyrsta, hvussu altjóðagerðin ávirkar
alt, eisini evnini í einum føroyskum valstríði.
Alt tað danska valstríðið snúi seg um bleyt
virði og ein krákumánaða seinni fer føroyska
valstríðið frá at snúgva seg um undirstøðukervi,
búskaparmál, skatt og fiskivinnu til at snúgva seg
um bleyt virði. At eitt føroyskt valstríð snýr seg
um vælferð er ikki óvanligt. Men at útbúgving
og mentan gerast høvuðsevni seinastu dagarnar
fyri valið er bæði óvanligt og óvæntað.
Hetta, at útbúgving og mentan gerast
høvuðsevni í valstríðnum, hóast politisku
leiðslurnar ivaleyst høvdu ynskt sær onnur evni,
er sera áhugavert. Hetta ber meira enn nakað
annað prógv um, at Føroyar eru partur av
altjóðagerðini og hetta er fyri tað annað dømi
um, at veljarin vil hava eina øðrvísi dagsskrá.
Nú eru so hesi evni komin upp, flokkarnir kýta
seg við at koma við boðum uppá nýggjan
útbúgvingar- og mentanarpolitikk. Spakuliga
flyta vit okkum frá at tjakast um, hvar skúlar
skulu standa til tann stóra spurningin: hvat
skal innihaldið vera? Hvat skulu børn og ung
nema sær av kunnleika til tess at kunna fóta
sær í altjóðagjørdum heimi? Hvussu skulu
førleikagevandi útbúgvingarnar skipast, um
vit – t.v.s. ungdómurin, vinnan og samfelagið
skulu kunna gerast kappingarfør í einum
altjóðagjørdum heimi, har alt snýr seg um
kapping?
Sama myndin er galdandi fyri mentanina. Eingin
flokkur tóktist í byrjanini hava eitt boð uppá
mentanarpolitikk í altjóðagerðini. Jú, løgmaður
við síni frálíku Visjón 2015, men hana tóktust
hann og flokkur hansara at hava gloymt alt
um, tá valstríðið byrjaði. Nú er mentan eitt
hitt heitasta evnið á valfundum, og veljararnir
eru heilt opinbert sera áhugaðir í hesum evni.
Hvat vilja flokkarnir? Hvussu vilja teir takla
altjóðagerðina? Hava teir eitt mentanarpolitiskt
boð uppá hesa ómetaligu avbjóðing? Næstu
dagarnar fara vit ivaleyst at gerast eitt vet
klókari. Samantikið kann staðfestast, at
uttan mun til, hvør skipar samgongu sleppur
hendan samgonga ikki undan at reka ein
virknan, framskygdan og úrslitasøkjandi
mentanarpolitikk. Her hava flokkarnir veruliga
fingið nakað at hugsa um, og íblásturin finna
teir ikki betri enn júst í Visjón 2015.
4
Tokutala í vetrarsól
Rætting
Av misgávum kom ein grein skeivt
fyri í blaðnum í gjár. Talan er um
greinina ”Sundalagið – eitt øki
ímiðjuni”, har vit hava skrivað, at
hetta er eitt tíðindaskriv frá
Javnaðarflokkinum. Tað er tað ikki.
Hetta er ein grein frá einum av
blaðfólkum okkara, og biða vit
Javnaðarflokkin og lesarar okkara
halda okkum til góðar.
blaðstj.
Á SÍÐULINJUNI gera
blaðfólk á Sosialinum
viðmerkingar í sam
bandi við løgtingsvalið
Tíðindaskriv
Fyri at rudda allan iva
burtur, skal Javnaðarflokk
urin gera greitt, at flokk
urin fult og heilt stuðlar
ætlanini at byggja ein
nýggjan studentaskúla í
Havn. Hvar skúlin skal
liggja er hin vegin ein
spurningur millum skúla
og byggimyndugleikan.
Á sama hátt stuðlar
Javnaðarflokkurin
ætlanina um at byggja
Eftirskúla í Hvalba.
Javnaðarflokkurin