týsdagur 15. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2008
13
J
áttan til gransking er ein
langtíðar íløga, sum kastar
vitan av sær. Vitanin kann
ítøkiliga geva fíggjarligt avkast
innan vinnuna ella kann brúkast
til tiltøk innan heilsu-,
útbúgvingar-, umhvørvis- og
onnur verk til at skipa og
menna samfelagið.
Í hesum døgum er freistandi
at halda, at tað er við gransking
sum við veðrinum: Øll tosa um
tað, men eingin ger nakað við
tað. Hetta er nú ikki allur
sannleikin, tí tað verður
sanniliga granskað í Føroyum –
langt frá nokk, men hóast alt
ikki so lítið. Tað verður enntá
granskað í veðrinum, og hvussu
mann kann gera nakað við tað.
Granskingin í havinum og
ávirkanini frá veðurlagsbroyt-
ingunum er millum sterkastu og
mest týðandi granskingina, vit
hava í Føroyum í dag. Grund-
irnar eru minst tvær: Onnur er,
at vit hava góð fólk her, sum
hava fingið møguleikan at
útbúgva seg, arbeiða og menna
seg innan økið, sum tey hava
brennandi áhuga í, hin at tað
verður satsað uppá økið – les:
peningur er latin til endamálið,
í stóran mun frá útlendskum
stuðlum.
Høvdu vit dyrkað og satsað
líka munadygt á øðrum økjum
eisini, høvdu vit kunna livað
upp til fínu visiónirnar, sum vit
tosa so nógv um. Her beint
undan løgtingsvalinum við
álvarsorðum um at satsa uppá
gransking í aðruhvørjari grein,
havi eg hug at siga, at nú er
nokk tosað, nú er at gera nakað
við tað.
Hagtølini tala
Granskingarráðið kunngjørdi í
summar hagtøl fyri gransking,
menning og nýskapan í Føroy-
um. Hetta eru best skjalprógv-
aðu upplýsingarnar, vit hava
tøkar um føroyska gransking
sum heild.
Tølini siga nakað um fígging,
býti millum granskingarøkir og
ymiskt annað. Talan er um eina
teljing, sum sigur mest um,
hvussu nógva orku vit brúka,
hon sigur ikki nakað beinleiðis
um úrslitini. Kortini kunnu
ávísar niðurstøður gerast
burturúr, serliga um, hvat
avkast Føroyar kunnu rokna við
at fáa við at hyggja upp á,
hvussu nógv verður satsað uppá
ymsu økini. Í stuttum kann
sigast, at tað eru fá øki, sum í
dag eru nóg sterk til at vit
kunnu rokna við serliga stórum
avkasti.
Politisk plussorð
uttan kjøt
Hóast nógv politiskt tos um
gransking og eftirlýsingar eftir
haldgóðum upplýsingum um
gransking, hava nýliga fram-
løgdu hagtølini ikki verið
serliga nógv viðmerkt ella
viðgjørd í politiska rúminum
ella í miðlunum.
Her verður ein roynd gjørd at
fara aftur um tølini og spyrja,
hvør granskingin er, sum verður
uppsummerað í fínar lagkøkur
og stabbar. Hvar og hvør
granskar? Kunnu vit rokna við
at fáa nakað burturúr? Hvat
kunnu vit brúka tað til?
Granskingarumhvørvið
Stórur partur av granskingini
fer fram á almennum stovnum,
sum flest allir hava til endamáls
at granska og gera onnur ting
eisini. Umframt hesa gransk-
ingina fer ein munandi partur
av granskingini í Føroyum fram
við stuðli frá Granskingar-
ráðnum og øðrum fíggjarligum
keldum. Her er ofta talan um
granskingarætlanir burturav,
sum fara fram á almennum
stovnum í Føroyum og uttan-
lands ella í samstarvi við vinn-
una. Í rundum tølum verður
roknað við, at parturin, sum
Granskingarráðið fíggjaði í
2003, var umleið 8 % av
almennu játtanini til gransking
og menning. Samlaða fíggjar-
lógarjáttanin til gransking og
menning var 63.7 mió ella
0,66% av BTÚ, meðan vinnan
brúkti 20.6 ella 0,21 % av
BTÚ.
Nógv mesta føroyska
almenna granskingin er innan
náttúru og náttúrutilfeingi, heili
63%. Tað er eyðsæð, at gransk-
ingin á øðrum økjum er sera
smábýtt og tí eru umhvørvini
ofta viðbrekin og persónstengd.
Hetta verður vanliga hildið at
vera sera óheppið, tí uppbygd
vitan kann hvørva sera knapp-
liga og tekur langa tíð at byggja
uppaftur.
Leikluturin hjá
Granskingarráðnum
Granskingarráðið varð sett á
stovn í 1996, og fyrstu
játtanirnar til gransking vóru
eftir tilmæli frá nýggja ráðnum
latnar í 1997. Fyrstu tíðina var
játtanin sera avmarkað og bert
fyri eitt ár í senn. Seinni varð
lógin umskipað, Granskingar-
grunnurin stovnaður, Gransk-
ingarráðið fekk játtanar- og
eftirlitsmyndugleikan og
játtanin øktist nakað. Síðani
2002 hevur játtanin kunnað
verið latin til verkætlanir yvir
fleiri ár og tøka upphæddin er
vaksin nakað, um enn hon enn
er forsvinnandi lítil í mun til
ynskir og tørv. Í 2003 var tøka
játtanin á fíggjarlógini 5.2 mió
kr., í 2007 6.7mió kr. Hørð
kapping er um hesar pengarnar,
tí øll árini eru komar 4-5 ferðir
so nógvar skikkaðar og
viðkomandi umsóknir, sum
játtan hevur verið tøk til.
Vinnugransking
Eitt av mest brúktu orðunum í
teimum mongu álitunum um
gransking seinnu árini er vinnu-
gransking. Hetta er lykilin til
gransking í Føroyum, nú skal
gransking gagna vinnuni og
harvið samfelagnum. Jú,
sjálvsagt, men hevur gransking
ikki altíð gjørt tað? Tað er eftir
mínum tykki sum við hønuni
og egginum. Hvat kom fyrst?
Hvar gongur markið fyri
vinnuligari nyttu av gransking
ella er nakað mark yvirhøvur?
Av teimum verkætlanunum,
sum Granskingarráðið hevur
stuðlað seinnu árini vilja flestu
vera samd um, at eitt nú gransk-
ing í upptøkuni av dixocin,
PCB og øðrum evnum í ali-
laksi, sum Magnus Pauli
Magnussen hevur gjørt á
Havsbrún er vinnugransking.
Eisini er menning av flóðlinju
við atliti at hygieiniskum sniði
og arbeiðumhvørvi, sum Jákup
Magnussen á NomaTek hevur
arbeitt við, og blóðgiskipan til
blóðuppsamling, sum Rógvi
Nielsen hevur gjørt hjá
NomaTek og VestSalmon
beinleiðis vinnuvent arbeiði.
Fleiri aðrar áhugaverdar og
lovandi verkætlanir úr einum
vinnusjónarhorni eru um at
vera lidnar ella eru væl í gongd.
Ólavur Simonsen o.a. kanna
møguleikan hjá skipum at spara
olju. Bjarti Thomsen og Fróði
Skúvadal arbeiða við eini verk-
ætlan um stórmeskað flótitrol.
Hilmar Simonsen o.a. arbeiða
við kanningum og tulkingum av
seismiskum data frá Glyvurs-
nesi og Vestmannasundi.
Men hvussu við stóru
kanningini hjá Katrini Næs av
lesiførleikunum hjá føroyskum
skúlanæmingum? Er hetta
vinnugransking? Í øllum førum
kunnu úrslitini væntandi geva
okkum svar uppá onkrar av
spurningunum, sum eru reistir í
Pisakanningunum, og loysnir
sum í framtíðini kunnu koma
vinnuni og samfelagnum øllum
til góðar. Og hvussu við kann-
ingunum hjá Beintu í Jákups-
stovu og Bjørg Jacobsen av
broyttu kynsmynstrunum. Tær
stóðu fyri føroyska partinum av
norðurlendsku verkætlanin
Women leave, men remain, har
umstøðurnar hjá kvinnum í
Útnorðuri vóru kannaðar. Ein
av trupulleikunum er, at
kvinnur í alt størri mun søkja
móti stórplássunum, í føroysk-
um viðurskiftum til Havnar og
uttanlands. Hetta skapar eitt
álvarsligt undirskot av kvinnum
í samfelagnum, júst tann
trupulleikin, sum Jákup á Dul
gjørdi vart við á nýggjárinum.
Vinnan yvirhálar
Visión 2015
Hóast stórar politiskar ambitión-
ir við Visjón 2015 varð talan
ikki um nakað beinleiðis
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Nógv egg í fleiri kurvar
Næsta tíðargreinin kemur longu í morgin.
Søren Bruhn: Eru vit komin á eggina?
tíðargreinin
Annika Sølvará, stjóri
í Granskingarráðnum
Í hesum døgum er tað vinnan,
sum gongur á odda at vísa á tørvin
og eftirlýsir einum sterkum og
umfatandi universiteti í Føroyum.
Hetta hava Fróðskaparsetrið og
granskingarstovnarnir eisini víst á
í fleiri ár, uttan at tað er eydnast
at sannføra politisku skipanina
um, at stórar íløgur er fyrsta og
størsta fyritreytin
Tíðargreinin
Framhald á næstu síðu