týsdagur 15. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 10 - 15. januar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
… Nógv egg í fleiri kurvar
skarðslop á uppskotinum til
Fíggjarlóg fyri 2008. Gaman í
vóru nakrar hækkingar í upp
skoti, men einki at tosa um í
mun til visjónirnar. Í hesum
døgum er tað vinnan, sum
gongur á odda at vísa á tørvin
og eftirlýsir einum sterkum og
umfatandi universiteti í
Føroyum. Hetta hava Fróð
skaparsetrið – universitetið – og
granskingarstovnarnir eisini
víst á í fleiri ár, uttan tó at tað
er eydnast serliga væl at
sannføra politisku skipanina
um, at stórar íløgur, eg meini
nógvur peningur, er fyrsta og
størsta fyritreytin fyri at menna
føroyska universitetið og harvið
samfelagið.
Íløgur í framtíðina
Um lurtað verður eftir politisku
agitatiónini nú, so er breið
semja um, at játtan til gransk
ing er ein íløga, ikki ein
útreiðsla. Eins og við øðrum
íløgum, t.d. í partabrøv, er
tíðarhorisonturin rímiliga
langur, áðrenn íløgan er
afturvunnin og eitt avkast í
skapi av ítøkiligum granskingar
úrslitum hómast. Mett verður,
at tað ganga í minsta lagi 8 ár ,
frá tí at fólk fara undir hægri
útbúgving og til tey hava lokið
Ph.D. prógv áðrenn talan er
um ein fullfloygdan granskara,
sum er klárur at fara undir at
arbeiða miðvíst og harvið
levera granskingarúrslit.
Tað hevur stóran týdning at
gera sær greitt, at tað er ein
vági í at gera íløgur í gransk
ing, eins og tað er á øllum
øðrum íløguøkjum. Tað er
eingin trygd fyri avkasti av
íløgunum, men við góðum
skipanum er møguleiki fyri
góðum úrslitum. Eins og í
vinnuni er neyðugt at gera
strategiskar íløgur, velja sær
nøkur serliga áhugaverd øki,
gera neyvar forkanningar og so
ikki minst ansa eftir at spjaða
váðan, og ikki leggja øll eggini
í somu kurv.
Hevur skund
Skulu vit gera okkum nakra
vón um at kunna fylgja við
altjóða samfelagnum, tá tað
snýr seg um kappingarføri,
sunna vinnu, og góðar livium
støður fyri øll fólk í Føroyum,
má tað satsast stórt nú. Stórar
íløgur skulu sum skjótast gerast
bæði í universitetið, verandi
granskingarstovnar og í gransk
ingargrunnin. Satsast skal eisini
innan nýggj øki, og her er
ætlaða granskingarparkin eitt
upplagt stað at byrja. Týdningar
mest er at satsa á fleiri økjum
samstundis, so sunn kapping
kemur í.
Føroyska granskingarum
hvørvið treingir til nógv størri
dynamikk, kapping og útskift
ing. Sum er, er umhvørvið so
lítið, at talan ikki er um eina
natúrliga útskifting og tilgongd
av nýggjum fólki og kreftum.
Leikluturin hjá Granskingar
ráðnum er her at vera við at
menna nýggjar granskarar og/
ella menna gransking innan
nýggj ella serliga áhugaverd
økir í Føroyum. Granskingar
stovnarnir eiga í nógv størri
mun enn nú at kunna seta
nýggjar granskarar við sjálvir
og at rekrutera burturúr teim
um, sum Granskingarráðið og
útlendsk granskingarumhvørvi
hava verið við at ment. Hin
vegin skulu fleiri av teimum
granskarum, sum Granskingar
ráðið letur stuðul til, halda fram
við sínum virksemi í vinnuni
og í útlendskum granskingarum
hvørvum. Soleiðis tryggja vit
okkum áhaldandi at kunna
endurnýggja og menna
granskingarumhvørvið
Tann, ið váðar, vinnur
Hvør fær so ágóðan av
íløgunum? Bæði vinnan og
samfelagið fáa beinleiðis og
óbeinleiðis ágóðan av íløgunum
í gransking. Beinleiðis
vinningur fæst av granskingar
úrslitum, sum geva fleiri inn
tøkur/spara pening. Hinvegin
fæst óbeinleiðis vinningur av
granskingarúrslitum, ið geva
okkum boð uppá, hvussu vit
kunnu skipa samfelagið, heilsu
verkið, undirvísingarverkið,
umhvørvisverkið o.s.fr.
Harafturat er tað gagnligt við
betri skikkaðari arbeiðsmegi,
áhugaverdari og dynamiskari
arbeiðsmarknaði. Fyrimunirnir
eru nógvir – um vit tora at gera
íløgurnar.
Tíðargreinin
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og bróður okkara
Tórálvur Sigurd Stenberg
* 28. august 1932 í Sandvík
† 11. januar 2008 í Ballerup
hevur eftir stutta sjúkralegu fingið frið.
Jarðarferðin verður úr Holmens Kirke leygardagin
19. jan. 2008 kl. 11.00.
Vegna familjurnar
Rigmor v/familju
Tey, ið vilja minnast Tórálv, kunnu í staðin fyri blómur, lata eina
peningagávu til ”Týsdagsklubban” í Føroyahúsinum.
Konta nr. 0307 8971-847-817 í Nordea bank
Tummas Jacob Jensen úr Skálavík, vanliga nevndur
Tom, andaðist í heiminum sunnudagin, 83 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Skálavíkar kirkju hósdagin
klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini.
Sólveig Reinert Samuelsen andaðist leygardagin 81
ára gomul. Kistan kemur í Ebenezer týskvøldið kl
18.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin
KL. 13.00. Tey í vilja minnast Sólveig, kunnu lata
Akurinum eina peningagávu. Konto í peningastovni.
Andlát og jarðarferðir
Mánadagin 14. januar andaðist Uni
Vestureið politiinspektørur í Havn á
Ríkishospitalinum, 58 ára gamal.
Uni Vestureið var føddur 12. mars
1949 í Vági. Sum 21 ára gamal
byrjaði hann sum politistanæmingur
í 1970.
Eftir lokna útbúgving varð hann
settur á starv sum politistur í Havn í
1972. Í 1983 varð hann settur sum
vaktleiðari á politistøðini í Havn.
Hann var varaleiðari á kanningar
deildini frá 1980 til 1988, og í 1989
varð hann settur sum leiðari á
kanningardeildini. Seinastu 10 árini
hevur hann verið politiinspektørur
fyri Føroyar.
Í sínum starvi var Uni í nógvum
ymiskum nevndum, m.a. umboðaði
hann politiið í Landsferðslunevndini,
har hann samstarvaði við t.d. Lands
verk, Akstovuna og Ferðslutrygd.
Hetta var eitt arbeiði sum hann legði
nógva orku í, og sum hann gekk høgt
upp í. Hann var fastur limur í loyvis
nevndini, sum viðger skeinkiloyvir,
har hann umboðaði Føroya Land
fúta.
Eyðkenni fyri Una var, at hann
var fakliga dugnaligur og sera
arbeiðssamur.
Í síni frítíð spældi hann nógv
flogbólt og so seint sum á vári 2007,
var hann við vinmonnunum í Ìslandi
ein langt vikuskifti til hugna og
flogbólt.
Uni var giftur Cesiliu, f. Eliasen,
úr Klaksvík. Tey eiga børnini
Rannvá og Magnus og ommu og
abbadóttrina Sissal.
mg
Uni Vestureið deyður