Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2008 Tilvild hevur stýrt menningini av føroyska heilsuverk­ inum, og politikarar eru ikki uppgávu sí­na búnir, tá teir fram­ vegis ikki hava sett sjúklingtrygd í­ gildi, tá teir fasthalda trý sjúkrahús og nú eisini eru farnir at tosa um við­gerð­artrygd. Hetta sigur Jón á Steig, sum um árskiftið­ fór frá sum medisinskur yvir­ lækni á Landssjúkra­ húsinum eftir 30 ár í­ starvinum Heilsuverk Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Spurdur um hvat størsta framstigið hevur verið hesi árini, hann hevur starvast á Landssjúkrahúsinum, svar­ ar fyrrverandi medisinski yvirlæknin, Jón á Steig, at tað var høvdaskannarin, sum tey fingu frá privatum banka í mitt í fýrsunum. At týdningarmesta nýggja tólið kom sum privat gáva passar væl til myndina, sum Jón á Steig teknar av sam­ skiftinum millum heilsu­ verkið og politisku skipan­ ina. ­ Tað hevur mangan undr­ að meg, at proffesionella ráðgevingin ikki kemur upp ígjøgnum politisku skipan­ ina. Ofta er tað tilvildin, sum hevur gjørt, at vit hava kunna ment okkum, stað­ festir hann. ­ Tá ynskilistin fyri nýggj tól skal gerast á hvørjum ári, snýr tað seg meira um at strika út enn at skriva nið­ ur, tí fíggjarætlanin skal ikki vaksa, samstundis sum prísir og lønir vaksa fyri hvørt ár. Ein av tólunum, sum varð strikað í fleiri ár, var ein ultraljóðskannari. Og Jón á Steig greiðir frá, hvussu Landssjúkrahúsið at enda fekk henda skannara. Tann søgan gongur fyri seg umborð á einum trolara. ­ Vit stóðu uppi á brúnni á einum nýkeyptum trolara, og eg sigi við skiparan, at hann kundi saktans, tí skip­ ið hevði ekkolodd. Tað var júst ein slík maskina, sum vit manglaðu á Landssjúkra­ húsinum. Har vóru fleiri politikkarar á brúnni eisini, og onkur teirra spurdi inn til hetta, og eg greiddi frá, hvussu góður ein ultraljóðs­ kannari er, og at hann virkar eftir sama prinsippi sum ekkoloddi. ­ Árið eftir varð ultraljóðs­ kannarin játtaður á fíggjar­ lógini, sigur Jón á Steig og flennir. Frá strekk til deyðssong Sum smádrongur skrivaði Jón á Steig í eina poesibók, at hann ynskti at verða læk­ ni. Ynski gjørdist veruleiki, og fyrrverandi medisinski yvirlæknin kann í dag hygg­ ja aftur á eitt arbeiðslív, sum bæði hevur verið spenn­ andi og avbjóðandi. At hann ynskti at verða lækni var kanska ikki so løgið. Frá tí at hann var seks ára gamal lá Jón á Steig fleiri ár á Drotning Ingridar Hospital, sum tað tá æt. Hetta var undir krígn­ um og nøkur ár fram. Annað beinið lektist ikki, og tí lá hann einsamallur í Havn langt frá familjuni í Vág­ um. Tá smádrongurin fylti sjey, setti læknin ein lærara at undirvísa honum, og ann­ ars var gerandisdagurin hos­ pitalið, har menn lógu strekk við tuberklum í ára­ vís, og stovugongdin var eitt heilt herðlið við sjúkra­ systrum sum fortroppi framman fyri høgtmetta læknanum við virðiligu yvirsjúkrasystrini í hølun­ um. ­ Ja, nógv er broytt síðani tá, sigur Jón á Steig smílan­ di. ­ Í dag gongur mann og pjøssar við sínum testskopi og prátar stillisliga við sjúk­ lingin. Fyrr var lítil sam­ røða, bara harraboð ­ Pensilin, medisin fyri tuberklar og medisin fyri magasár hava kollvelt gerandisdagin á sjúkrahús­ um, greiðir hann frá. Um ein maður kom inn við magasári fyrr, so skuldi hann liggja inni til kur í seks vikur, í dag fær hann bara medisin við heim. Men meðan talið av sjúk­ lingum í medisinskari við­ gerð er fallið, er talið av doyggjandi økt. ­ Fyrr vildu sjúklingar heim til familjuna at doygg­ ja. Tey befalaðu seg í Harr­ ans hendur og vildu vera hjá sínum kæru tað seinastu tíðina. Í dag fáa vit doyggj­ andi sjúklingar frá røktar­ heimum, og so liggja tey seinastu tímarnar hjá okk­ um, sigur Jón á Steig hugs­ unarsamur. Einki land ráð til heilsuverk Stóru frambrotini innan heilsuøki hava ført við sær, at tørvurin er vorðin ómett­ andi. So nógv kann gerast, og øll ynskja at liva so væl og leingi sum møguligt. ­ Einki land í verðini hev­ ur ráð til at tað, sum eitt heilsuverk kann kosta, stað­ festir Jón á Steig og nevnir sum dømi, at metingar vísa, at um amerikanska heilsu­ verkið heldur fram at vaksa í sama mun, sum tað hevur gjørt seinastu árini, so fer amerikanska samfelagið fallit um nøkur fá ár. ­ Men tá tú sum lækni stendur yvir fyri tí einstaka, so gert tú alt, sum tú kanst fyri at hjálpa. Tað er so lætt at tosa yvirskipað, tá mann ikki stendur yvir fyri ein­ staka menniskjanum, sigur Jón á Steig, sum tó leggur herslu á, at politikkarar hava ábyrgd fyri at gera nakrar raðfestingar og geva fígging hareftir. ­ Hóast sjúklingar koma inn á okkum dag og nátt, so hevur leiðslan megnað at hildið fíggjarætlanina við bara promillum omanfyri tað, sum verður fyriskrivað. Tá politikkarar tosa um, at Landssjúkrahúsið ikki held­ ur fíggjarætlanir er tað tí púra burturvið, heldur Jón á Steig. Spurdur um vit eiga at góðtaka, at vit eru ov smá til at hava eitt veruligt heilsuverk og heldur royna at gera brúk av samstarvav­ talum við stór, vælvirkandi sjúkrahús uttanlands, sigur Jón á Steig, at tað ber ikki til at flyta øll. ­ Men vit mugu gera eina raðfesting um, hvat vit sku­ lu hava ­ ella hvat vit skulu góðtaka at vit ikki hava ­ sigur hann og nevnir sum dømi nýra­, hjarta­ og lung­ na kirurgi, sum vit ikki eiga at hava nakrar vónir um at hava í Føroyum. Eisini heldur hann tað vera sera heppið fyri okkum at vit hava eitt so gott sam­ starv við ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, sum er eitt universitetssjúkrahús. ­ Vit mug ikki bara sleppa hesum góða samstarvi fyri samstarv við útjaðarasjúkra­ hús í Skotlandi ella aðra­ staðni, sig Jón á Steig avgjørdur. Kvalitet heldur enn nærleika Jón á Steig er eisini avgjørd­ ur, tá prátið kemur inn á tey trý sjúkrahúsini. Hann stað­ festir, at tað er púra burtur­ við at halda, at 48.000 fólk kunnu bera trý sjúkrahús. ­ Hetta er fakliga ófor­ svarligt. ­ Í Danmark siga tey, at minst 250.000 fólk skulu vera til hvørt sjúkrahús, og 48.000 kunnu kanska so dánt uppihalda eitt Lands­ sjúkrahús hjá okkum. ­ Heilsuverkið má ikki vera »beskæftigelsestera­ pi«, bara fyri at geva arbeiðið til nøkur starvsfólk. Tað snýr seg um at veita bestu góðskuna til brúkar­ nar, tað vil siga sjúklingar­ nar. Vit mugu hugsa um kvalitet heldur enn nærleika, sigur hann. Og eitt stórt sjúkrahús gevur hægri fak­ ligt støði, tí har er møguleiki at skapa eitt fakligt umhvør­ við, har fleiri læknar og fak­ fólk kunnu sparra. ­ Eg hevði ikki tora at staðið sum einsamallur læk­ ni í Klaksvíkar og Suðuoyar Sjúkrahúsi. Eg geri alt mítt arbeiði í samstarv við mínar samstarvsfelagar, men tað kann ein einsamallur lækni Saybia avlýsir ikki Hóast sangarin í Saybia, Søren Huss, misti konu sína Camillu í eini syndarligari ferðsluvanlukku 17. desember 07, so verður hann longu aftur á pallinum saman við Saybia 22. februar 08. Fólk høvdu hálvavegna væntað, at konsertirnar hjá bólkinum fóru at verða avlýstar, men so er ikki. Tvørturímóti hevur Saybia kunngjørt, at teir seta tvær konsertir afturat á skránna. Fyrstu konsertirnar verða á norska festivalinum “Uken 08”. Mintust Edmund Hillary Sherpar í Nepal mintust í gjár Edmund Hillary, sum var fyrsti maður niðan á Mount Everest saman við Tanzing Norgay, og sum doyði í síðstu viku. Minningarhaldið var í Katmandu, og tað vóru buddhistiskir munkar, sum skipaðu fyri tí. Edmund Hillary brúkti ein part av lívi sínum til at stuðla ymsum menningartiltøkum í Nepal so sum at byggja skúlar, sjúkrahús, heilsumiðstøðir og brýr. Hann var 88 ára gamal, nú hann doyði. Gott sjúkrahús kostar nóg Í samband við starvsfólkamangul og royndirnar at fáa starvsfólk at trívast heldur Jón á Steig, at áhaldandi atfinningarnar hjá føroysku miðlunum kunnu skaða meira enn tær bøta. - Um ein lækni verður svínaður til í pressuni, so kann hann bara taka flúgvaran og fara. Hvør orkar bara at fáa neiliga umrøðu, spyr hann