týsdagur 15. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2008
ikki, sigur Jón á Steig.
Tað gamla var, at læknin
var ein alt-muligmand, sum
kundi alt, men menningin -
sum tey flestu uttan iva
gleðast um - hevur ført við
sær, at læknayrki er vorðið
alt meira innviklað og spesi-
aliserað, greiðir Jón á Steig
frá. Í dag er læknin tí ikki
alvitandi, men er serlækni í
onkrum ávísum.
- Tað kann vera, at smærri
sjúkrahúsini kunnu vera
góðar uppvenjingarstøðir,
tí tey hava nógv betri
umstøður til slíkt enn Lands-
sjúkrahúsið, men tað er full-
komiliga skilaleyst at hava
hesi støð sum vakttung
arbeiðspláss,
staðfestir
hann.
Fólkavøkstur skal til
Tað er ikki fyrr enn fólkatali
í Føroyum er fleirfalda, at
vit kunnu byrja at hugsa um
at hava eitt stórt sjúkrahús
við fleiri serøkjum, heldur
fráfarandi serlæknin.
Trupuleikin er bæði, at
fólkatalið ikki er nóg stórt
til at bera eitt stórt heilsu-
verk, og at ov fá starvsfólk
eru tøk.
- Eg má siga, at tað sum
hevur verið tungast at upp-
liva hesu seinastu árini er,
at fólkatalið ikki veksur. Tá
fólkavøksturin steðgar upp
á henda hátt, so kunnu vit
ikki tosa um framburð á
nøkrum øki, heldur Jón á
Steig.
- Eisini er tað hugtungt at
vita, at vit kunnu vænta okk-
um læknatrot í minst 20 ár
afturat.
- Evropeiska kappingin
um læknar er hørð, og vit
kunnu í besta fall vóna at
fáa nakrar av føroysku lækn-
unum heimaftur. Men tað
krevur eitt høgt fakligt
støði, og eitt slíkt fáa vit
bert um vit veruliga raðfesta
kvalitetin á arbeiðsplássin-
um, staðfestir Jón á Steig.
- Øll eru so mobil í dag,
og føroyingar koma ikki
heimaftur fyri ein hvønn
prís. Vit kunnu fáa onkran
at koma her, men trívist við-
komandi ikki, jamen so flyt-
ur hann bara av landinum
aftur.
Í samband við starvsfólka-
mangul og royndirnar at fáa
starvsfólk at trívast heldur
Jón á Steig, at áhaldandi
atfinningarnar hjá føroysku
miðlunum kunnu skaða mei-
ra enn tær bøta.
- Um ein lækni verður
svínaður til í pressuni, so
kann hann bara taka flúgvar-
an og fara. Hvør orkar bara
at fáa neiliga umrøðu, spyr
Jón á Steig.
Hann sigur, at tað hevur
verið ótrúliga nívandi at
lesa allar tær keðiligu søgur-
nar.
- Eg haldi als ikki, at
læknar skulu hava frið.
Sjálvandi skulu trupulleikar
viðgerast. Men tað er drep-
andi, tá viðgerðin er so ein-
vegis, og vit einki fáa sagt
afturímóti, sigur hann.
Sjúklingatrygging
og viðgerðartrygd
Sosialurin hevur seinastu
mánaðirnar viðgjørt sjúk-
lingatryggingarlógina, sum
var samtykt í 1989, men
framvegis ikki er komin í
gildi, og Jón á Steig skilir
væl,
at
sjúklingar
eru
ørkymlaðir um hetta. Hann
sigur, at sjúklingatrygging-
arlógin eisini er eitt framstig
fyri læknar, tí við henni kun-
nu ivamál og skeivleikar
viðgerast skjótt og siðiligt.
- Í fjølmiðlunum virkar
tað, sum at læknarnir hava
alla ábyrgdina, men tað er
ikki altíð læknin sum hevur
feilin. Feilurin kann eisini
liggja í skipanini, í mangl-
andi játtan ella hjá øðrum
starvsbólkum. Tí er tað
týdningarmikið, at vit fáa
eina sjúklingatrygging, har
skipanin tekur ábyrgd og
álitið verður endur-upprætt-
að so skjótt sum møguligt,
sigur fyrrverandi yvirlækn-
in.
Hinvegin skilir hann ikki,
at ávísir føroyskir politikarar
eru farnir at tosa um at inn-
føra viðgerðartrygd í Føroy-
um.
- Lars Løkke Rasmussen
innførdi donsku lógina ímó-
ti ráðum frá serfrøðingunum.
Hetta er væl skiljandi, tí
sálarliga trýsti av at bíða er
stórt. Men hinvegin er eingi
faklig grund fyri, at ein
krabbameinssjúklingur til
dømis skal viðgerast innan
nakrar fáar dagar. Krabba-
meinið hevur mennt seg
yvir fleiri ár, og tí hendir
ikki tann stóra broytingin
eftir nøkrum døgum, sigur
Jón á Steig.
Kravið um at sjúklingar
við ávísum sjúkum skulu
viðgerast innan eitt ávíst tíð-
arsskeið leggur enn størri
trýst á undirmannaðu sjúkra-
húsini.
- Heilsuverkið er allatíð-
ina ein spurningur um rað-
festing. Og verður eitt øki
uppraðfest, gongur tað út
yvir okkurt annað. Hetta tí
hvørki fíggjing ella mann-
ing eru óendalig. Hesum
mugu politikarar gera sær
greitt og ikki lata sum um
støðan er ein onnur yvir
fyri veljarunum, staðfestir
Jón á Steig at enda.
Spøkilsi í Klaksvík
Í morgin, mikudagin 16. januar 2008, verður eitt
óhugnaligt tiltak á Klaksvíkar Bókasavnið. Tá fer Steintór
Rasmussen nevniliga at siga frá spøkilsissøgum. Steintór
hevur sjálvur skrivað onkra av søgunum. Tiltakið er fyri
børn í 9 til 12 ára aldri, og tað byrjar kl. 19.
Kelda: www.kunning.fo
Samband og Tjóðveldi fremst
Ein meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, sigur, at
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fáa 18 av teimum 33 tinglimunum
Sambandsflokkurin og Tjóðveldi høvdu havt meiriluta í Løgtinginum, var val í
dag. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt, og sum stendur í
Dimmalætting. Eftir kanningini høvdu teir báðir flokkarnir fingið níggju
tinglimir í part og sostatt meiriluta í Tinginum. Tann stóri taparin sambært
kanningini er Javnaðarflokkurin, sum fær 16 prosent og fimm tinglimir.
Fólkaflokkurin fær góð 19 prosent og seks tinglimir, og Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin fáa hvør síni seks prosent og tveir tinglimir í part.
Sambært kanningini hava rættiliga nógvir veljarar ikki tikið støðu enn. Tað eru
serliga fólk, sum valdu Javnaðarflokkin ella Tjóðveldisflokkin seinast.
var pengar
- Tað hevur mangan undrað
meg, at proffesionella
ráðgevingin ikki kemur upp
ígjøgnum politisku skipanina.
Ofta er tað tilvildin, sum
hevur gjørt, at vit hava
kunna ment okkum, sigur
Jón á Steig, fyrrverandi
yvirlækni á medisinsku deild
á Landssjúkrahúsinum
”
- Í Danmark siga tey, at minst 250.000
fólk skulu vera til hvørt sjúkrahús, og
48.000 kunnu kanska so dánt uppihalda
eitt Landssjúkrahús hjá okkum. Tað
er fullkomiliga óforsvarligt at hava trý
sjúkrahús, staðfestir Jón á Steig