Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2008 Alt bendir á, at útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru við til at rótfesta okkara unga ættarlið í Føroyum. Hetta sigur Hans Pauli Joensen, vararektari á Fróðskaparsetrinum, sum fegnast um orðaskiftið um altjóða universitet í Føroyum ÚtbÚgving Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Jú betur útbúgvingarmøgu­ leikar í Føroyum – jú fleiri vælútbúgvin fólk fara at støðast í Føroyum. Hetta er ein av týdningarmestu orsøkunum til at hava universitet í Føroyum. So greiður er boðskapurin hjá Hans Paula Joensen, leiðara á Náttúruvísindadeildini og vararektara á Fróðskapar­ setrinum. Hann vísir á, at tað er áhugavert at notera sær, at meginparturin av teimum, sum higartil hava tikið framhaldandi útbúgv­ ingar uttanlands oman á útbúgvingar frá Fróðskap­ arsetrinum, eru komin aftur til Føroya at arbeiða. ­ Tí er eisini áhugavert at hoyra fleiri valevni mæla til at seta eitt altjóða universitet á stovn í Føroyum. Áherðsla verður løgd á orðið altjóða, og tað er eisini í sjálvum sær áhugavert, sigur vararektarin á setrinum. Kardinalpunkt Áhugin fyri universitetinum spretti aftur í sambandi við orðaskiftið um fólkatrot og undirskotið á kvinnum. Fleiri fólk hava gjørt vart við, at einasti vegur burturúr hesum átrokandi demo­ grafiska trupulleika er at fáa eitt rættiligt universitet til Føroyar. ­ Stóri trupulleikin er, at føroyskur ungdómur fer av landinum at taka hægri útbúgvingar og ikki flytur aftur til Føroya. Tey flestu munnu vera samd um, at tað er ein vandaleið fyri samfelagið, at tey klóku høvdini hvørva úr sam­ felagnum, sigur Hans Pauli Joensen, sum í hesum sambandi eisini vísir á, at góðir karmar fyri vísinda­ ligum arbeiði er fortreyt fyri at fáa granskarar uttan­ lands at koma til Føroya. ­ Eitt vælvirkandi uni­ versitetsumhvørvi er eitt kardinalpunkt í hesum samanhangi, sigur hann og fegnast um, at valevni úr øllum flokkum markera týdningin av, at Føroyar hava eitt rættiligt universitet. Og hann vísir á, at vit kunnu hava góðar vónir um, at ein munandi menning av før­ oyska universitetinum fer at henda í komandi valskeiði, tí hægri útbúgving og gransking – tvs kjarnuøkini á einum og hvørjum universiteti – eru nú sett á tvørpolitisku dagsskránna. Fáa vit granskarar til universitetið? Hans Pauli Joensen vísir á, at vit longu hava eitt lítið universitet í Føroyum. Men til tess at menna Fróð­ skaparsetrið til eitt “rætti­ ligt” universitet, verður neyðugt at fáa vísindafólk at flyta til Føroya úr útheiminum, bæði føroy­ ingar og útlendingar. ­ Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa royndar granskarar at flyta til Føroya úr vælvirkandi granskingarumhvørvum uttanlands. Skal tað eydnast, er neyðugt við einum greið­ um politiskum boðskapi um, at tað veruliga verður satsað uppá at menna universitetsumhvørvið í Føroyum, sigur hann. Og hann greiðir víðari frá, at boðskapurin má fevna um økta játtan til at seta fleiri vísindafólk og til hóskandi karmar til virksemið, bæði til høli og útgerð. ­ Vónandi fer hetta at síggjast aftur longu í fyrstu fíggjarlógini hjá komandi samgonguni, tá ræður um játtan til Fróðskaparsetrið. Hava longu universitet Í Føroyum er longu eitt universitet, men vararektarin sigur, at tað er so lítið, at fleiri ikki geva sær far um tað. Tað er viðurkent í altjóða granskingar­ og útbúgvingarhøpi, men re­ sursirnar eru sera smáar heldur hann eisini. Árliga fíggjarlógarjáttanin til alt tað føroyska universitets­ virksemi er í dag umleið 20 milliónir krónur, sundur­ lutað í miðfyrisiting og tríggjar deildir. Hans Pauli Joensen sigur, at útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru longu altjóða útbúgvingar. Í dag verða akademiskar útbúgvingar í Evropa skip­ aðar í trimum stigum eftir sonevndu Bologna­skipan­ ini: fyrst bachelor (3ár), síðan master (2 ár) og at enda PhD (3ár). Fróð­ skaparsetrið skipaði sum eitt tað fyrsta universitetið í norðurlondum sínar út­ búgvingar í náttúruvísindum og tøkni eftir hesum leisti. Tey fyrstu bachelorprógvini frá Fróðskaparsetrinum vórðu útskrivað longu í 1989. ­ Við hesum útbúgvingum frá Fróðskaparsetrinum eru ung fólk seinastu 18 árini farin út á arbeiðsmarknaðin og til onnur universitet at útbúgva seg víðari. Nevnast kann t.d., at bachelorar frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava tikið víðari útbúgvingar í londum sum New Zealandi, Onglandi, Skotlandi, USA, Danmark, Noregi og Svøríki. Hetta letur seg gera, júst tí útbúgvingarnar eru skipaðar sum altjóða útbúgvingar, vísir Hans Pauli Joesen á. Og hann sigur víðari, at føroyska universitetssøgan byrjaði við stovnsetingini av Fróðskaparsetri Føroya í 1965. Í umleið hálva øld hevur sostatt verið arbeitt við at menna eitt universitet í Føroyum. Fróðskaparsetrið fekk universitetsstatus við løgtingslóg í 1990. ­ Men politiska rað­ festingin av universitets­ virksemi í Føroyum hevur higartil verið í lakara lagi, sigur hann. Nýggjar altjóða útbúgvingar Vararektarin og leiðarin á Náttúruvísindadeildini heldur tað vera áhugavert at hoyra valevni leggja dent á, at tað skal bera til at taka enn fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum. Hesum verður júst arbeitt við í hesum døgum á Fróðskaparsetri­ num, har ætlanin er at bjóða tríggjar nýggjar útbúgving­ ar á Náttúruvísindadeildini á sumri 2008. Hesar hava atlit til kunningartøkni, jarð­ og havfrøði og lívfrøði. Í útbúgvingunum verða atlit til m.a. vinnulív, føroysku undirgrundina, veðurlags­ broytingar og umhvørvi á sjógvi og landi. Útbúgving­ arnar eru skipaðar eftir altjóða leisti, men viður­ skifti av týdningi fyri føroyka samfelagið og føroysku náttúruna eru ein náttúrligur partur í útbúgv­ ingunum á Fróðskapar­ setrinum. ­ Og tað er við til at menna áhugan hjá student­ unum at virka í Føroyum eftir lokna útbúgving, sigur hann, og vísur á, at Fróðskaparsetrið hevur gjørt útgreinaðar kostn­ aðarætlanir fyri nýggju útbúgvingarnar, og vónar at fáa ein dialog við politisku myndugleikarnar um tær, eftir at nýtt landsstýri er skipað. ­ Nýggju útbúgvingarnar fevna um evni av týdningi bæði fyri Føroyar og fyri globala samfelagið. Tær eru altjóða útbúgvingar, og kunnu tí eisini bjóðast studentum úr øðrum lond­ um. Hetta kann skapa grundarlag fyri einum altjóða studentaumhvørvi í Føroyum. Eisini ber til at skipa fyri, at føroysku studentarnir kunnu taka partar av útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum á uni­ versitetum uttanlands, sigur hann. Nýtt universitet Eitt lógaruppskot um eitt nýtt universitet var eitt av teimum uppskotunum, ið ikki náddi at verða avgreitt áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað. Men sum skiltist í ávegis viðgerðini í tinginum, so var meiriluti fyri uppskotinum. Ein týð­ andi partur í lógarupp­ skotinum er, at núverandi Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya verða lagdir saman til eitt nýtt universitet – framvegis við navninum Fróðskaparsetur Føroya. ­ Vónandi verður hetta málið tikið skjótt upp aftur av samgonguni, sum verður skipað eftir valið. Hetta er ein týðandi liður í at samskipa hægri útbúgvingar í Føroyum í eitt størri universitetsumhvørvi. Tó so, samskipanin í sjálvum sær merkir ikki vøkstur í virkseminum. Til tess er sjálvandi tørvur á fleiri resursum til vísindafólk, til útgerð og til høli, sigur Hans Pauli Joensen við Sosialin. Altjóða universitet fær ungdómin heim aftur Hans Pauli Joensen, vararektari, sigur, at tað er áhugavert at notera sær, at meginparturin av teimum, sum higartil hava tikið framhaldandi útbúgvingar uttanlands oman á útbúgvingar frá Fróðskaparsetrinum, eru komin aftur til Føroya at arbeiða. 4 Hækka aldursmarkið at keypa rúsdrekka Í næstum kemur eitt uppskot fyri fólkatingið um, at hækka aldursmarkið fyri, nær ungdómurin kann keypa sterkan løg og sigarettir. Tað er Preben Rudiengaard, sum heldur, at núverandi aldursmark, 16 ár, er alt ov lágt. – Eg óttist høgu rúsdrekkanýtsluna hjá donska ungdóminum. Man fær ikki gingið ígjøgnum ein danskan provins eitt leygarkvøld uttan at síggja danskan ungdóm, sum hevur drukkið seg frá viti. Tað mugu vit gera okkurt við, og tað skal vera nú, sigur hann. Ikki talan um at hækka aldursmarkið Danski heilsumálaráðharrin, Jacob Axell Nielsen, sigur, at danskur ungdómur skal vera 16 ár fyri at kunna keypa sigarettir og spiritus úi handlunum, men 18 fyri at kunna keypa á vertshúsum. Hann heldur, at tað verður ov høgt aldursmark, um man skal vera 18 fyri at kunna keypa yvirhøvur. – At drekka alkohol í privatum saman­ hangum er ein partur av donsku mentanini. Foreldrini góðtaka hetta, og tí ætli eg mær ikki at broyta tað, sigur hann. Einasta orsøk til at hækka aldursmarkið er, at fólki fer frá liberalu alkoholhugsanini. Dansk Folkeparti tekur heldur ikki undir við at hækka aldursmarkið. – Gera vit tað, er skjótt til, at tey ungu so heldur fara at nýta sterkari rúsevni, t.d. kokain. Skulu tey ungu ikki drekka so nógv, er einasti mátin, at tey vaksnu gerast betri fyrimyndir.