Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2008 Ilva gjørdi eitt sølu­ framtak í Onglandi í fyrraárið, men tað endaði í reinum ruðulleika. Nú hevur Jákup á Dul keypt møblaketuna, sum eisini hevur handlar í Danmark og Svøríki, fyri lítið og lætt HANDIL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gjørdist eitt alt annað enn væleydnað søluframtak, tá Ilva fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani gjørdi av at royna at koma inn á bretska marknaðin. Fyritøkan gjørdi seg annars væl út og setti Martin Toogood, ið hevur drúgvar royndir innan detailhandilsketur, sum stjóra. Men hóast hetta, eydnaðist honum ongantíð at fáa rættiligt tak á Ilva. Hann fór beinanvegin undir at økja um virksemið, og eftir at fyrsti handilin lat upp í Lakeside í Thurrock 3. august 2006, fylgdi skjótt ein handil eftir í Manchester – hin 14. september – og seinast í Gateshead nær­ hendis Newcastle 2. nov­ ember 2006. Men illa gekst í hond, og fyrsta roknskaparárið, sum gekk fram til 27. apríl 2007 – tað vil siga smáar níggju mánaðir – hevði fyritøkan eitt hall upp á 62 milliónir pund, svarandi til áleið 682 milliónir krónur. Sjálvt um tað eydnaðist at fáa umsetningin upp á 26 milliónir pund, so var tað langt frá nóg mikið til at fáa tað at mala runt. Hvørja ferð fyritøkan seldi fyri eitt pund, førdi tað eitt tap upp á 2,33 pund við sær. Danska fyritøkan Ilva varð í 2003 seld til bretska fíggjargrunnin Advent. Tað var familjan Linde, sum eftir 30 árum hevði arbeitt fyritøkuna upp við stórum viðgangi. Søluprísurin varð ongantíð upplýstur, men roknað verður við, at familjan Linde hevur fingið millum 600 og 800 milliónir fyri møblaketuna. Rumfatalagerinn inn í myndina So eftir at hava havt eina trísifraða milliónaupphædd í halli eftir minni enn einum ári, tveitti Advent hand­ klæðið í ringin, og upp á tað nærmasta forerdi møbla­ ketuna burtur til íslendska Kaupthing Banka. Og gjøgnum íslendska bankan er Ilva nú endað á føroyskum hondum. Tí í august mánaði í fjør keypti Rumfatalagerinn, sum Jákup á Dul eigur, møblaketuna Ilva. ­ Vit hava alla tíðina fylgt við gongdini, so vit vistu heilt nágreiniliga, hvat vit gingu inn til, sigur Jákup á Dul. Tað tekur sjálvandi sína tíð at venda gongdini, men at tað fer at eydnast, ivast føroyski stórhandilsmaður­ in ikki í. ­ Tað gongur betri og betri. Men vit eru bundnir av nøkrum langtíðar sátt­ málum, sum vit ikki sleppa burtur úr við tað sama. Men tað gongur rætta vegin, sigur Jákup á Dul. Hann sigur eisini, at árið í fjør í síni heild vignaðist ikki væl hjá Ilva. Heldur ikki í handlunum í Danmark og Svøríki gekk væl, so samanum tikið var talan um eitt stórt hall. Men tað dregur á rætta borðið nú. Umframt teir tríggjar handlarnar í Onglandi, umfatar Ilva eisini tríggjar handlar í Danmark – tveir í Keypmannahavn og ein í Århus – og ein í Svøríki. Jákup á Dul eigur nú Ilva Eftir at íleggingarfelagið Advent hevði tapt út við 700 milliónir eftir níggju mánaðum, tveirru teir handklæðið í ringin og nærmast forerdu Kaupthing Ilva. Nú eigur Jákup á Dul donsku møblaketuna 1 Atkvøðuseðilin verður útflýggjaður móti valkorti Fyri at ein atkvøða skal vera gildug, má bert tann atkvøðuseðilin verða nýttur, sum verður útflýggjaður til atkvøðugreiðsluna. Veljarin letur valkort sítt til valstýrislim/ hjálparfólk við valborðið, sum avmerkja hann á vallistanum, og veljarin fær atkvøðuseðilin. 2 Setið bert ein X og einki annað á atkvøðuseðilin Tá ið veljarin hevur fingið atkvøðuseðilin, fer hann beinanvegin inn í atkvøðurúmið. Ongin annar má vera inni í atkvøðurúminum. Her fer atkvøðugreiðslan fram á tann hátt, at veljarin setur ein X (kross) í teigin til høgru, antin út fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella út fyri einum av valevnunum á hesum sama lista. Onki annað orð, bókstavur, tal ella frá­ merki má verða sett á atkvøðuseðilin. Verða fleiri krossar settir, ella frámerki sett á, kann atkvøðuseðilin verður gjørdur ógildugur. 3 Atkvøðuseðlar kunnu verða ógildaðir Ein atkvøðuseðil er ógildugur: 1. um tað ikki við vissu sæst, hvønn val­ evnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri, 2. um atkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna, 3. um annað enn ein krossur er skrivað á atkvøðuseðilin, ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er. 4 Til ber at fáa nýggjan atkvøðuseðil Hevur veljarin av óansni ella misgáum skrivað skeivt ella á annan hátt gjørt atkvøðuseðilin ónýtiligan, og hann ikki hevur koyrt seðilin í atkvøðukassan, kann hann fáa nýggjan atkvøðu­ seðil, móti at lata inn aftur upprunaliga seðilin, og greiða atkvøðu av nýggjum. 5 Atkvøðugreiðslan er loynilig Veljarin leggur atkvøðuseðilin soleiðis saman, at ongin annar sær, hvussu atkvøtt er, og koyrir hann beinanvegin í atkvøðukassan, meðan ein úr valstýrinum ella eitt av hjálparfólkunum sær. Eingin veljari, sum hevur atkvøtt, hevur skyldu fyri rættinum at geva upp, hvussu hann hevur atkvøtt. 6 Veljarin skal hava frið á valstaðnum Eingin limur í valstýrinum ella nakar annar, ið er hjástaddur í valhølinum, hevur loyvi at geva nøkrum veljara ráð, ávísing ella tilelving um, hvønn hann skal velja. Heldur ikki má nakar teirra nakrantíð kunna um, um ein veljari hevur verið á vali, ella geva sína vitan víðari, fær hann á valstaðnum kunnleika um, hvat valevni ella hvønn flokk ein veljari hevur valt. Brot móti hesi fyriskipan verða sambært vallógini revsað við bót ella hefti. Tað er bannað floksskrivstovum ella øðrum miðvíst at kanna eftir, um veljarar møta til at­ kvøðugreiðslu. Brot á hesa reglu verður sambært vallógini revsað við bót. 7 Rørslutarnað, blind, sjónveik o.o. kunnu fáa hjálp at greiða atkvøðu Møtir veljari til val og sigur frá, at hann er ikki førur fyri einsamallur at greiða atkvøðu á fyri­ skrivaðan hátt, kann hann fáa hjálp frá tveimum í valstýrinum til hetta endamál tilnevndum persónum, sum eru undir tagnarskyldu. Blindur ella sjónveikur kann tó krevja at fáa hjálp frá persóni, ið veljarin sjálvur vísir á. Rørslutarnað o.o., sum ikki eru før fyri at koma inn í valhølið, kunnu krevja, at atkvøðu­ greiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið. Tá skulu tveir valstýrislimir/hjálparfólk vera hjá­ stødd, og um neyðugt veita hjálp til atkvøðu­ greiðsluna. Løgtingsvalið 19. januar 2008 Leiðbeining til veljarar á valstaðnum Januar 2008 Innlendismálaráðið