Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 10 - 15. januar 2008 Týski advokaturin Sylvia Stolz kallar søguna um jøda­ týningina hjá nazistunum "heimsins størstu lygn". Tað gevur fongsulsrevsing Sylvia Stolz skal sita í fongsli í hálvt fjórða ár, og hon sleppur ikki at virka sum sakførari tey næstu fimm árini. Tann úrskurðin er rætturin komin til, eftir at Sylvia Stolz hevur sagt, at søgan um jødatýningina hjá nazist­ unum er "heimsins størsta lygn". Tað gjørdi hon í 2006, tá hon var verji hjá rithøvundinum Ernst Zün­ del, sum fekk fimm ára fongsul fyri at avnokta jøda­ týningina. Í rættinum vátt­ aði hon fleiri skjøl við nazi­ heilsanini "Heil Hitler", og hon rópti, at dómararnir áttu at fáa deyðarevsing fyri at hava hjálpt fíggindunum hjá týsku tjóðini. Stutt Sagt Laden yngri til Bretlands Omar bin Laden, sum er sonur yvirgangsleiðaran Osama bin Laden, hevur nú søkt um uppihaldsloyvi í Bretlandi. Omar bin Lad­ en er 26 ára gamal og gift­ ur við teirri 52 ára gomlu Jane Felix­Browne, og nú umhugsa tey at búseta seg í Moulton í Chesire, skriv­ ar Daily Mail. Sambært blaðnum hava tey verið á bretsku sendistovuni í Kai­ ro við umsóknini, og nú skal sendiharrin so taka støðu til, um sonur tann heimskenda yvirgangs­ mannin skal sleppa at búseta seg í Bretlandi. Jane Felix­Browne sigur við Daily Mail, at tey væn­ ta sær ikki nakrar trupul­ leikar við umsóknini. Tey hava lógligt vígslubræv og bíða nú bara eftir einari almennari váttan um, at Omar er skyldur frá fyrru konu síni. Víðgongt umboð Í Russlandi hevur Vladim­ ir Putin, forseti, tilnevnt tjóðskaparmannin Dmitrij Rogozin russiskan um­ boðsmann í verjusamgon­ guni NATO. Eygleiðarar í Moksva siga, at Dmitrij Rogozin er limur í Móður­ landsflokkinum og ber orð fyri at siga sína hugs­ an. Millum annað er hann kendur fyri eitt uppskot um at skráseta samkynd sum lógloysingar, og hann hevur eisini verið talsmað­ ur fyri, at Russland eigur at brynja seg til at standa ímóti tí, sum hann kallar eina hernaðarliga hóttan frá NATO. New York avhildið ferðamál Ongantíð hava so mong fólk verið í New York og ferðast sum í fjør. Sam­ bært ferðavinnuni hevði býurin 46 milliónir vitjan­ di í fjør. Tað er fimm pro­ sent fleiri enn árið fyri og samstundis nýtt met. Av teimum vitjandi vóru 8,5 milliónir útlendingar, og tað var júst tað sama sum vanlukkuárið 2001. Ferða­ fólkini brúktu nógvar pengar í New York í fjør, og mett verður, at tey løg­ du 28 mia. dollarar ella 140 mia. krónur eftir seg. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Seinastu seks mánaðarnar hevur Obama framt 80 persónlig álop á Hillary, men hon hevur einki sagt (Bill Clinton) útlond Taliban sigur, at málið við álopinum á Serena­hotellið í Kabul var ikki at myrða norska uttanríkisráðharran. Jú, sigur ST ­Tað vóru fýra av okkara monnum, sum framdu álop­ ið á Serena­hotellið, men norski uttanríkisráðharrin var ikki høvuðsmálið. Satt at siga vistu vit als ikki, at hann var á hotellinum, segði ein talsmaður hjá Tali­ ban við amerikonsku tíð­ indastovuna AP í gjárkvøld­ ið. Sjálvur heldur Jonas Gahr Støre ikki, at tað var hann, sum var álopsmálið. ­Eg havi onga orsøk til at halda, at álopið var ætlað mær, sigur hann við norskar fjølmiðlar. Seinnapartin fer hann úr Kabul til Noregs. ST heldur harafturímóti uppá, at Taliban ætlaði at beina fyri norska uttanríkis­ ráðharranum, og aðalskriv­ arin, Ban Ki­Moon, segði í gjárkvøldið, at ST fer at kanna tilburðin í Kabul væl og virðiliga. Álopið á hotellið í Kabul kostaði ellivu mannalív. Millum teirra, sum doyðu, var tann 38 ára gamli norski tíðindamaðurin Carsten Thomassen, ið arbeiddi hjá Dagbladet. Hann varð særd­ ur av skotum og doyði á ein­ um kekkiskum hernaðar­ sjúkrahúsi í gjárkvøldið. Carsten Thomassen var ein avhildin tíðindamaður. ­Ter við stórari sorg, at eg havi fingið deyðsboðini av Carsten Thomassen. Eg ken­ di hann í mong ár. Hann var ein dugnaligur tíðindamað­ ur og eitt gott fólk. Hann hevði stóran áhuga í týðandi málum. Eg fari at sakna hann, segði Jens Stolten­ berg, forsætisráðharri, í gjárkvøldið. Sum í Irak Taliban váttaði longu seinna­ partin í gjár, at rørslan hevði ábyrgdina av álopinum á Serena­hotellið. Ein tals­ maður segði við AP, at ein av monnunum hevði eina bum­bu uppi sær, meðan hinir søktu at hotellinum við maskinbyrsum og hond­ granatum. Norski myndamaðurin Stian Lysberg Solum, sum mátti renna undan skotum frá álopsmonnunum, segði aftaná, at álopsmenninir vóru í sama búna sum teir afghonsku stjórnarher­ menninir. Vesturlendskir eygleiðar­ ar siga, at álopið á Serena­ hotellið er eitt tekin um, at Taliban er farið at brúka somu framferð, sum upp­ reistrarmenninir í Irak hava brúkt. Advokatur noyðist í fongsul fyri at avnokta jødatýningina Sylvia Stolz skrivaði »Heil Hitler« á rættarskjølini Skuldu ikki beina fyri Jonas Gahr Støre Carsten Thomassen bleiv 38 ára gamal Uttanríkisráðharri, fekk boð um at leggja seg niður á gólvið, tá skotini dundu á hotellinum útlond