Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2008 Ísfiskatrolararnir Grønanes og Vesturbúgvin hava seinastu dagarnar landað 380.000 pund í Vestmanna, og Vestmenningur og Fram hava havt góða sølu í Scrabster Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu dagar hevur fiska­ virkið hjá Faroe Seafood í Vestmanna tikið ímóti væl av fiski. Ísfiskatrolarin Grønanes landaði stívliga 120.000 pund fríggjakvøldið, meðan makkarin hjá honum Vestur­ túgvan landaði veiðina til Faroe Seafood í Havn. Bæði skipini høvdu so gott sum fulla last. Mánakvøldið landaði Vesturbúgvin í Vestmanna, meðan makkarin hjá honum Eysturbúgvin landaði á Sandi. Vesturbúgvin hevði mill­ um 250.000 og 260.000 pund. Størsti parturin av veiðini hjá ísfiskatrolarunum er upsi. Jákup Eli Thomsen, virk­ isleiðari á Faroe Seafood í Vestmanna, sigur, at skipini hava roynt í eina viku ella so, og fiskurin er góður. Tvær vaktir Á Faroe Seafood í Vest­ manna er høvuðsframleiðsl­ an portiónir úr upsa. ­ Vit hava brúk fyri stívliga 80 fólkum, men tað stendur rættiliga á at fá fólk. Virksemið hevur ligið stilt, meðan halga og verk­ fall hava verið, men nú eru vit farin at savna fólkið sam­ an aftur. Tey arbeiða í tveimum vaktum í Vestmanna. Hin fyrra gongur frá klokkan 08­16 og hin seinna frá klokkan 16 til midnátt. ­ Jú, tað stendur á at fáa nóg mikið av fólki til hesar báðar vaktirnar, sum helst skulu mannast við stívliga 40 fólkum á hvørji vakt, sigur virkisleiðarin. Fyrsti arbeiðsdagur á Faroe Seafood í Vestmanna í nýggja árinum var í gjár. Í Scrabster Ísfiskatrolararnir Vest­ menningur og Fram, sum eisini fóru útaftur, tá ið sáttmálastríðið loysnaði, hava hendan túrin landað veiðina í Scrabster. Sosialurin hevur skilt, at skipini fóru á marknaðin við umleið 200.000 pund­ um av fiski, meginparturin upsi, og fyri upsan fingu tey 8 krónur netto fyri kilo, sum er góður upsaprísur. Vit hava eisini skilt, at skipini eru farin beinleiðis til fiskiskap aftur. Sosialurin hevur samband við P/F Thomson, sum hevur skipað fyri søluni hjá Vestmenningi og Fram í Scrabster, og felagið hevur lovað okkum nærri kunning um søluna seinni í dag. ­ Men miðalprísurin fyri upsan liggur um 8 krónur netto fyri kilo, sigur felag­ ið. Góð byrjan hjá Faroe Seafood í Vestmanna Á Faroe Seafood í Vestmanna arbeiða tey í tveimum vaktum, og høvuðsframleiðslan er portiónir úr upsa Mynd: Birgir W. Høgnesen Stóratá gjørdist nýggur tummil Tá Garrett la Fever misti tummilin undir sniðkaraarbeiði, settu læknarnir í fyrsta umfari tummilin á aftur. Men úrslitið var vánaligt, og hann var ikki nýtiligur. At enda var ein plastikkskurðlækni, sum skjeyt upp, at flyta stórutá, soleiðis, at hon í staðin kundi gerast til tummil. Tað veit abc­news. Skurðviðgerðin, sum var framd í San Fransikso, tók 6 tímar, og tað er nú hálvurannar máðni síðani. Og tað vísir seg, at stóratáin fungerara væl sum tummil. Hann hevur verið noyddur at venja seg við at ganga og at halda javnvágini við ongari stórutá, men tað tykist ganga væl. Okkurt smávegis brek var hjá øðrum skipinum, og tí gjørdu teir av at bróta túrin av og leggja veiðina upp Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv landingarvirksemi hevur verið í Saltangará í gjár og í dag. Umframt at hava landað Beta­skipini, fer landingarmiðstøðin eis­ ini at landa leirvíkstrolar­ arnar, Polarhav og Stjørn­ una, seinnapartin í dag. Skipini hava umleið 300.000 pund, meginpart­ urin upsi. Sagt verður úr Saltangará, at okkurt smávegis brek var hjá øðrum skipinum, og tí gjørdu teir av at bróta túrin av og leggja veiðina upp, áðrenn farið verður nýggjan túr. Hetta var fyrsti túrur hjá Polarhav og Stjørnuni í ár. Leirvíks­ trolarar landa í Saltangará m vanda - Tað er vorðið so aktuelt at tosa um tilfeingið sum ogn Føroya fólks, men við verandi skipan hava allir keyparar ikki sama møguleika at bjóða upp á fiskin, samstundis sum fiskimenn ikki fáa rætta marknaðarprísir, sigur fiskaseljarin, sum Sosialurin hevur tosað við Mynd: Vilmund Jacobsen