týsdagur 15. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2008
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meðan nýggjastu skipini í
føroyska fiskiskipaflotan
um, Falkur og Heykur, enn
dragast við onkrar »barna
sjúkur«,
áðrenn
verulig
gongd kann koma á hjá
teimum, rokast hinir fýra
ísfiskatrolararnir hjá Faroe
Seafood á upsa.
Í gjár landaðu Stelkur og
Bakur soleiðis sløk 400.000
pund, og í dag landa Rókur
og Lerkur út við 420.000
pund.
Tað er landingarmiðstøð
in í Saltangará, sum landar
skipini.
Sagt verður haðani, at
upsin, sum skipini hava
fingið seinastu dagarnar, er
rímiliga góður.
Garnaskip
Á
landingarmiðstøðini
vænta tey ikki fleiri upsa
skip aftrat hesa vikuna,
men okkurt garnaskip kem
ur væntandi inn at landa.
Ætlandi kemur Vesturland
í morgin, og teir hava helst
millum 14.000 og 20.000
pund av havtasku.
Bót fyri ikki at møta til avtalur
á Ríkissjúkrahúsinum
Á Ríkissjúkrahúsinum vóru í fjør upp ímóti 25.000 fólk, sum ikki møttu til avtaluna, tey
høvdu á Ríkissjúkrahúsinum uttan at geva avboð. Nú er eitt nýtt uppskot á lofti um, at hetta
framyvir skal kosta eina bót. Sagt verður, at tað er beinleiðis ófólkaligt ikki at taka telefonina
og ringja avboð, tá tað ikki ber til at møta til ásettu tíðina. Kristen Lee frá De Radikale sigur,
at okkurt má gerast fyri at broyta vanarnar hjá fólki, og tað lættasta er at senda eini boð
ígjøgnum pengapungin. Men fleiri sjúklingar hava nú tikið til orðanna, og hava sagt, at tað er
nærum vónleyst at ringja til Ríkissjúkrahúsið. Tað er vónleyst, og nógv geva upp eftir at hava
ringt eini 10 ferðir, verður sagt. Tað skrivar DR.
Beta-skip full undir lúkurnar við upsa
Bakur og Stelkur og Rókur
og Lerkur vóru reiðiliga fullir
undir lúkurnar, tá ið skipini
landaðu í Saltangará í dag
og í gjár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað hevur verið sagt,
at fiskimaðurin í
dag er so bevístur
um fiskaprísir, at
eingin vandi er á ferð
við kappingini, nú
fiskavirkir hava keypt
sær fleiri og fleiri skip
fyri at tryggja sær
rávøru og grundarlag.
Fiskaseljari sigur, at
hetta er ikki rætt, tí
sjálvt ísfiskatrolarar,
sum partrola, fáa ikki
altíð sama prís fyri
fiskin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki rætt, at tað
onga ávirkan hevur á fiska
prísirnar og kappingina um
ráfiskin, at fiskavirkir hava
keypt sær fleiri skip. Fleiri
dømir er um, at skip, sum
hoyra undir virkir, fáa ein
lægri prís fyri upsan enn
skip, sum eru leys av
virkjum.
Tað sigur fiskaseljari við
Sosialin.
Hann vísir á, at tað enntá
eru partrolarar, sum fáa
ymiskan prís fyri sína veiði
– alt eftir, hvør keyparin er.
Tað er tí ikki rætt, at tað
onga ávirkan hevur á fiska
prísirnar, at virkir hava
keypt sær skip fyri at
tryggja sítt rávørugrundar
lag.
Fiskaseljarin vísir á, at
tað eisini eru skip, sum ikki
beinleiðis eru knýtt at
virkjum, men kortini selja
veiðina burtur av til ávís
virkir, sum eisini hava
fingið lægri fiskaprísir, enn
marknaðarprísurin veruliga
er.
Vit hava soleiðis sæð, at
prísmunurin millum søluna
hjá skipum, sum burtur av
selja til ávís virkir – og eitt
nú makkara, sum selir á fría
marknaðinum, hevur verið
eini 50 oyru fyri kilo.
Hann sigur, at hetta er
sami fiskur, sum eisini er
hin sami til dygdar.
Munurin er bara, at
annað skipið selir burtur av
til ávíst virki, meðan hitt
selir, har mest fæst fyri
fiskin.
Fiskaseljarin vísir á, at nú
Kósin og Faroe Seafood
liggja á einum so stórum
parti av ráfiskinum, er
vandin eisini tann, at smáir
fiskakeyparar
lítlan
og
ongan kjans hava at blanda
seg upp í kappingina um
fiskin.
Eg haldi, at myndug
leikarnir áttu at broytt lóg
ina um vinnuligan fiskiskap
aftur, soleiðis at allur fiskur,
sum verður landaður í Før
oyum, verður seldur um
uppboðssølu.
Hann sigur, at soleiðis,
sum støðan er, kunnu skip
selja veiðina, har tey vilja,
og tað er hetta, sum nú sæst
aftur í fiskaprísunum hjá
ávísum skipum.
Við
fiskapakkanum
kom broytingin, at fiskur,
sum fer óvirkaður av land
inum, fyrst skal um upp
boðssølu. Men kravið um,
at ein ávísur prosentpartur
av veiðini hjá hvørjum ein
støkum skipi skal um upp
boðssølu,
liggur
longri
aftur í tíðini og er avtikið.
Fiskaseljarin heldur ikki,
at núverandi skipan er nóg
góð til tess at tryggja rættan
avreiðingarprís og heldur,
at neyðugt er við lógar
broyting.
Útboðið við upsa er ikki
alment, og keyparar hava
ikki somu møguleikar og
atgongd til fiskin. Hetta
gongur útyvir kappingina
um fiskin og soleiðis eisini
inntøkurnar hjá skipum og
manning.
Hann heldur, at nú virkini
hava lagt fleiri og fleiri skip
undir seg, eiga myndug
leikarnir at seta vatntætt
skott millum skip og virkir,
sum tvingar allan ráfisk,
sum landaður verður í
Føroyum, um uppboðssølu.
Tað er vorðið so aktuelt
at tosa um tilfeingið sum
ogn Føroya fólks, men við
verandi skipan hava allir
keyparar ikki sama møgu
leika at bjóða upp á fiskin,
samstundis sum fiskimenn
ikki fáa rætta marknaðar
prísir, sigur fiskaseljarin,
sum Sosialurin hevur tosað
við.
Kappingin um upsan í stóru