Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2008 19 tíðindi og útbúgving størstu faktorarnir gja upp fyri sosialum ójavna eina greiða útmelding um, hvat politisku flokkarnir vilja, tá ið tað snýr seg um býtið millum land og kommunu á skúlaøkinum. Ganga tit inn fyri 6-7 tvingaðum kommunalum økj­um, og at hesi økini umsita fólkaskúlan fult og heilt? Vit ganga inn fyri størri kommunalum eindum. Sam­ bært galdandi lóg skulu hesar vera skipaðar innan árslok 2009. Tá hetta er gjøgnumført, verður býtið ímillum land og kommunur sjálvsagt endurskoðað. Út frá verandi støðu eru vit ímóti, at kommunurnar yvir­ taka ábyrgdina av undir­ vísingini í fólkaskúlanum. Hetta úr frá teirri hugsjón, at støðið í føroyska fólka­ skúlanum eigur at vera so javnt sum gjørligt kring alt landið – eisini í teimum økj­ um, har kommunurnar eru verri fyri fíggjarliga og hava avmarkaða fyrisit­ ingarliga megi. Skulu t.d. 7 stórkommunur yvirtaka ábyrgdina av fólkaskúlanum og møguliga øðrum økjum, krevur hetta eina kommu­ nala útjavning ella møguliga ein blokkstuðul frá landi­ num til kommunurnar til at fyrisita hesi øki. Hvør er so besti bygn- aðurin eftir tykkara tykki? Um kommunurnar ikki skulu hava ábyrgdina av fólkaskúlanum, eigur at verða umhugsað, at landið yvirtekur alla ábyrgd av fólkaskúlaøkinum, soleiðis at øll ábyrgd liggur á sama stað. Stórir og smáir skúlar Í Føroyum eru 57 fólka- skúlar, nógvir teirra eru smáir. Hvør er tykkara støða til skúlastøddir? Javnaðarflokkurin skilir, at neyðugt er við smáum skúlum á útoyggjunum, soleiðis at tað er møguligt hjá familjum við børnum at búgva á útoyggj. Tá tað er sagt, heldur Javnaðarflokk­ urin at størri skúlar og skúla­ øki geva møguleika fyri betri undirvísing og betri gagnnýtslu av ítøkiligu fak­ førleikunum hjá lærarunum, serliga tá hugsað verður um nýggju læraraútbúgvingina. At lærarar undirvísa í tí, sum teir eru sterkastir í, kemur sjálvsagt næmingun­ um til góða. Harumframt mennist næmingurin betur sosialt við at vera í einum størri skúlaumhvørvi. Eftir hvørj­um leisti eiga skúlar at verða samanlagdir, um so er, at teir skulu tað? Í meginskúlar í komandi størri kommunalu økjunum. Verandi smáu skúlar kunnu tá nýtast til ávísar serfunk­ tiónir á skúlaøkinum um neyðugt. Vilj­a tit stuðla komm- unum í sambandi við bygg- ing av nýggj­um skúlum, ið eru úrslit av samanlegging- um? Eins og svarað fyrr, taka vit undir við eini blokk­ stuðulsskipan á skúlaøki­ num. Tá ið talan er um saman- legging – eru tit sinnað at varðveita verandi tímaj­átt- an, hóast skúlar verða lagd- ir niður, hetta so at fleiri lærarar vera til t.d. yngru árgangirnar? Ja, vit eru sinnað at varð­ veita verandi tímajáttan. Men eru av teirri áskoðan, at hetta kann nýtast at menna byrjanarundirvísing­ ina og at stuðla veikum næmingum. Tímajáttanin kann nýtast fleksibult, t.d. til tvílæraraskipan í byrjanar­ undirvísingini. Ella hugsa tit samanlegg- ing bara við sparing fyri eyga? Nei, á ongan hátt. Javn­ aðarflokkurin sær skúla og útbúgving sum størstu fak­ torarnar at byrgja upp fyri sosialum ójavna í samfelag­ num. Vit eru sannførd um, at útbúgving av einum og hvørjum slag er størsta til­ feingi fyri framtíðar menn­ ingina av Føroyum. Næmingar við serligum tørvi Fólkaskúlalógin ásetir, at fólkaskúlin er fyri øll – sama hvønn tørv næming- urin hevur. Veruleikin er, at í fólkaskúlanum eru nógvir næmingar við serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi undirvísing. Hvussu skipa vit fyri, at tey veiku í okkara skúla, atferðartruplir næm- ingar og onnur við serligum tørvi fáa eitt nøktandi skúlatilboð? Við sernámsfrøðiligari ráðgeving úti í økjunum og við fleksiblari tímajáttan, ið ger tað møguligt hjá fleiri lærarum at undirvísa í sama flokki. Eiga næmingar at verða býttir upp eftir førleika, evn- um, atferð ella øðrum? Javnaðarflokkurin er generelt ímóti at býta fólk upp í bólkar eftir evnum, førleikum og øðrum. Vit ásanna, at fólkaskúlin er ein av grundsúlunum undir samanhangskraftini í sam­ felagnum. Verða næming­ arnir í fólkaskúlanum býttir sundur, er størri møguleiki fyri, at vit fáa eitt sundurbýtt samfelag, har hvør einstakur bert hugsar um seg sjálvan. Um j­a, hvat fyri tilboð eiga teir at fáa? ella eigur skúlin at halda fast við ver- andi skipan, har næmingar ikki verða flokkaðir eftir fakligum evnum, atferð o.ø? Tað eigur sjálvsagt at bera til at bólka næmingar upp í serligar lesibólkar og annað eftir førleika ein minni part av tíðini. Men floksskipanin eigur altíð at vera grundsúlan í undir­ vísingini. Um j­a, hvussu tryggj­a vit so, at allir næmingar fáa eitt nøktandi tilboð? Við fleksiblari tímajáttan og harvið við møguleika fyri fleiri undirvísarum í sama flokki. Tó er tilveran soleiðis, at tað altíð kemur fyri, at næmingar eru so mikið veikir, at teir ikki vera við í vanligu undir­ vísingini og luttaka í einum vanligum skúlaflokki. Tá mugu onnur serlig atlit tak­ ast. Her hugsa vit um ser­ skúlar og serflokkar. Men hetta skal sjálvsagt bert vera galdandi í serliga ser­ ligum førum. Býtið millum land og kommunu Føroya Lærarafelag saknar eina greiða útmelding um, hvat politisku flokkarnir vilj­a, tá ið tað snýr seg um býtið millum land og komm- unu á skúlaøkinum. Ganga tit inn fyri 6-7 tvingaðum kommunalum økj­um, og at hesi økini umsita fólka- skúlan fult og heilt? Sambandsflokkurin gong­ ur inn fyri í mesta lagi 6­7 kommunueindum. Tað er sjálvsagt ein fyri­ munur, um kommunalu økini leggja saman sjálv­ boðin, men vit kunnu ikki bíða longur enn eitt vist. Tað ber illa til at leggja skúlan út til kommunurnar, fyrr enn kommunusaman­ leggingin er komin á mál. Seinastu árini eru alt fleiri mál løgd út til komm­ unurnar at reka og røkja, og nú er stundin komin til fólkaskúlan! Tað at skúlin er umsitin av bæði komm­ unu og landi, hevur havt mangar tvørleikar við sær millum ár og dag. Tó eiga krøv at verða sett, so at trygd er fyri, at skúlin altíð verður raðfestur høgt av kommununum! Hvørj­a tíðaráseting seta tit á, at hetta skal verða framt? Skjótast gjørligt, og í sein­ asta lagi 2010. Stórir og smáir skúlar Í Føroyum eru 57 fólka- skúlar, nógvir teirra eru smáir. Hvør er tykkara støða til skúlastøddir? Skúlarnir í størru bygdu­ num eiga at varðveitast í tann mun tað er fakliga for­ svarligt. Eisini eiga skúlar á útoyggj at hava lív lagað, so leingi børn eru har. Hin­ vegin, við broytta sam­ ferðslumynstrinum, so eiga vit at hugsa størri eindir fyri at fáa eina betri og fjøl­ broyttari undirvísing til næmingarnar. Størri eindir geva nógv fleiri møguleikar! Bæði fakliga og námsfrøði­ liga! Viðvíkjandi vallæru­ greinum t.d., er tað ein stórur fyrimunur, um næm­ ingatalið er hægri heldur enn lægri. Tað er bæði lætt og skjótt at ferðast í dag, og tí eiga vit í størst møguligan mun at leggja skúlar saman, so at mest fæst burturúr. Eftir hvørj­um leisti eiga skúlar at verða saman- lagdir? Sambandsflokkurin er fyri at leggja skúlar saman, men tað skal vera fyri at fáa ein betri skúla! Tað er neyð­ ugt, at bæði lærarar, skúla­ myndugleikar á staðnum og kommunalu myndugleik­ arnir í felag gera sær greitt, hvussu hetta verður skipað í teirra kommunu! Vilj­a tit stuðla kommun- um í sambandi við bygging av nýggj­um skúlum, ið eru úrslit av samanleggingum? Eyðvitað er, at neyðugt verður við nýggjum og størri skúlum, og tí má landið saman við komm­ unalu myndugleikunum finna eina loysn, sum er haldbar fyri báðar partar. Tá ið talan er um saman- legging – eru tit sinnað at varðveita verandi tíma- j­áttan, hóast skúlar verða lagdir niður, hetta so at fleiri lærarar vera til t.d. yngru árgangirnar? Tað ræður um, at skúlarnir fáa ta tímajáttan, ið tørvur er á! Ella hugsa tit saman- legging bara við sparing fyri eyga? Her verður fyrst og fremst hugsað um at fáa ein so góð­ an skúla sum møguligt. Ein samanlegging í størri eindir eigur at geva okkum ein betri skúla! Næmingar við serligum tørvi Fólkaskúlalógin ásetir, at fólkaskúlin er fyri øll – sama hvønn tørv næming- urin hevur. Veruleikin er, at í fólkaskúlanum eru nógvir næmingar við serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi undirvísing. hvussu skipa vit fyri, at tey veiku í okkara skúla, atferðartruplir næm- ingar og onnur við serligum tørvi fáa eitt nøktandi skúla- tilboð? Fyrst og fremst við nøkt­ andi játtan! Tímajáttanin eigur at verða soleiðis skip­ að, at tann veiki næmingurin fær tann stuðul, hann hevur tørv á. Tað sama skal vera við teimum atferðartruplu. Í tí sambandi er neyðugt við serkunnleika á staðnum, soleiðis at tað ber til at fáa hjálp beinanvegin, tá ið brúk er fyri tí! skúlaeindir geva nógv fleiri fak- g námsfrøðiligar møguleikar 4