týsdagur 15. januar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 10 - 15. januar 2008
Ein av mest spenn
andi verkætlanunum,
har Føroya Kolvetni
luttekur, er William
boringin. Føroya
Kolvetni gjørdist
partur av hesi
váðafúsu boringini í
november 2007 eftir
eina umbýting av
loyvum við Shell
Oljuvinna
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Spurningurin hevur altíð
verið, hvussu íðin oljufeløg
eru eftir at fremja váðamikl
ar leitiboringar. Boringar í
einum ókendum øki við lítl
ari jarðfrøðiligari vitan er
altíð vágamikil, og hetta er
galdandi fyri boringarnar
inni á føroyska landgrunn
inum, har tað í mestan mun
er seismikkur, oljufeløgini
hava at stuðla seg til. Men
vitanin økist so hvørt fleiri
brunnar verða boraðir: fyrst
Brugdan í 2006, og nú
William. Tá oljufeløg fáa
leitingarloyvir, er tað van
ligt at oljumyndugleikarnir
krevja, at feløgini binda seg
til at bora brunnar.
Williamboringin,
sum
BP er fyristøðufelag fyri, er
neyvan nakað undantak í so
máta. Felagið hevði frá
fyrstu loyvisrundu bundið
seg til at bora ein brunn aft
urat tí fyrra, sum varð bor
aður í landssynningshorni
num í 2001. Saman við
Shell, Anadarko, og nú eis
ini Føroya Kolvetni og ein
um suðurkoreanskum olju
felagi, borar BP William
brunnin í hesi løtu.
Í november 2007 gjørdist
Føroya Kolvetni partur av
hesi boring, eftir at hava
yvirtikið eina ognarlut á 5
prosent frá Shell.
Ein av grundunum til at
vit eru við í William er ein
býtishandil, vit gjørdu við
Shell, har vit keyptu okkum
inn í loyvir hjá teimum í
Noregi og í William, sigur
Nils Sørensen, stjóri í Før
oya Kolvetni.
Føroya Kolvetni ynskti at
fáa lut í nøkrum minni váða
fúsum loyvum hjá Shell í
norskum øki, men afturfyri
keypti Føroya Kolvetni 5 av
teimum 20 prosentunum,
sum Shell átti í William.
William er sum vera man
ein boring, har váðin er
stórur.
Sum at býta
glansibíløt
Lutirnir sum Føroya Kol
vetni yvirtók frá Shell vóru
10 prosent í loyvinum
Trym, har gass longu er
staðfest, og 10 prosent í leit
ingarloyvinum Granat –
bæði í Noregi.
Síðani hevur eitt suður
koreanskt felag, STX Ener
gy, eisini keypt ein ognarlut
frá Shell í William (tvs.
farmað in). Fyri stuttum
keypti japanska oljufelagið
Cieco seg inn í eitt loyvi hjá
Føroya Kolvetni og Eni, har
farið verður undir at bora
Anne Marie brunnin vænt
andi í 2009. Eitt annað
japanskt
oljufelag,
Ide
mitsu, liggur eisini framvið
at keypa seg inn í føroysk
leitiloyvir.
Cieco keypti seg inn í
Anne Marie prospektið í
lutfallinum 2:1, tað merkir,
at teir rindaðu 2 krónur fyri
hvørja krónu, loyvið hevur
kostað Føroya Kolvetni og
Eni. Hetta kemst av, at ver
andi
loyvishavarar
hava
tikið allan váðan á seg higar
til, samstundis sum teir
hava arbeitt við økinum.
Nils Sørensen vísir á, at í
Noregi verða slíkir býtis
handlar (farm in/farm out)
ofta gjørdir í lutfallinum
3:1.
Hetta at selja burtur av
sínum, og keypa frá øðrum,
er heilt vanligt í oljuvinnuni.
Áhugin fyri hesum byggir
vanliga á tær strategisku
ætlanirnar, sum oljufeløgum
hvør í sínum lagi hava, vísir
Nils Sørensen á, og leggur
afturat:
Vit minnast frá skúla
tíðini, tá genturnar dámdu
væl at býta um glansibíløt.
Hetta tí at tær sóu okkurt
spennandi við glansibíløtu
num hjá hinum gentunum.
Tá oljufeløgini býta um
loyvir við hvørt annað, so
minnir tað ikki sørt um
hetta sama.
Tí er Føroya Kolvetni
við í William
Gongur væl í Grønlandi
Hóast prísurin á fleiri fiskavørum og serliga rækjum er fallin, hevur
tað ikki fingið so óhepnar avleiðingar fyri grønlendska búskapin,
sum ein kundi væntað. Tað sigur formaðurin í Ráðgevandi nevndini
viðvíkjandi Grønlandi, Christian Sørensen, við KNR. Professarin
sigur, at ein orsøk til, at búskapurin stendur seg so væl, eru teir
nógvu framtíðarmøguleikarnir innan námsvinnu og ferðavinnu,
men Grønland má leggja dent á útbúgving, sigur hann.
Grønlendski búskapurin stendur seg væl
hóast fellandi rækjuprís (Mynd: KNR)
Fogh til USA
Danski forsætisráðharrin er boðin til USA at vitja George
W. Bush, forseta. Eftir ætlanini skal Anders Fogh
Rasmussen til Texas at vitja amerikanska forsetan síðst í
næsta mánað. Eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at tað
eru bara nakrir fáir ríkis og stjórnarleiðarar, sum verða
bodnir at vitja amerikanska forsetan í Texas, og at
innbjóðingin er eitt tekin, um at amerikanski forsetin og
danski forsætisráðharrin hava ikki bara politikk at tosa
um. Áðrenn hann fer til Crawford í Texas, skal Anders
Fogh Rasmussen hitta amerikanskar politikarar í
Washington, skrivar JyllandsPosturin.
Transocean Rather borar í løtuni
William brunnin á føroyskum øki