Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 10 - 15. januar 2008 - Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Men vit vilja bara royna eftir sild, sigur 35 ára gamli Tummas Petur Davidsen í Runavík. Hann er sjálvur triði í ferð at við at rigga útróðrarbátin Bakkaberg til silda- veiðu á Skálafjørði- num Sildabátur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Á Bakka: Tað er rættiliga kalt í veðrinum henda hós­ dagin í farnu viku. Men tað tykist ikki órógva Tummas Petur, sum rokast umborð á Bakkabergi. Í longri tíð hava hann og tveir aðrir mans strítt og strevast fyri at gera bátin út, soleiðis at hann kann fara á ta veiðuna, hann er ætlaður til: Fiskiskap eftir sild ella brislingi á Skálafjørðinum. Her er talan um eitt stór­ arbeiði, har nógvir arbeiðs­ tímar eru lagdur í bátin og somuleiðis um eitt rættiliga kostnaðarmikið frítíðarítriv. ­ Ja, taðvejden. Skuldu vit roknað arbeiðstíðina út í krónum og oyrum, so hevði tað verið ein sera stór upp­ hædd. ­ Nú sæst umsíðir eitt úrslit av øllum strevinum, og nú gleði eg meg til at fáa eitt vanligt familjulív aftur, sigur Tummas Petur við einum brosi. Sjálvur er hann skiparal­ ærdur og siglir við supply­ báti í Noregi, og nýtir ein stóran part av frítíð sínari í landi umborð á Bakka­ bergi. Ein av fyrstu døgunum vænta teir at kunna leggja til brots á fyrsta sinni. Um­ síðir skal nótin kastast! Gamalt, men gott Teir tríggir menninir við Bakkabergi – Tummas Pet­ ur, Róland Jakobsen av Glyvrum og Sámal Erik Djurhuus úr Søldarfirði ­ hava brúkt nógva tíð at rigga henda gamla bátin til fiskiskap eftir sild og bris­ lingi. Báturin var upprunaliga smíðaður í Fuglafirði í 1966, og er í roynd og veru einasti 20 tonsarin sum er bygdur har. Tekningarnar átti Leivur Zachariasen, pápi tann so navnframa stjóran, Óla Zachariasen. Tey seinastu árini hevur hann verið heimahoyrandi í Syðrugøtu, har hann hevði navnið Anna Maria, men hesa seinastu tíðina hevur hann ligið við bryggju beint við Bakkafrost á Glyvrum. Her hava teir tríggir gjørt eitt rættiliga umfatandi ar­ beiði. Teir hava millum ann­ að hava skift út stýrihúsið og gjørt aðrar neyðugar um­ vælingar umborð. Ein nýggj maskina er sett í, eins og øll tann nautiska útgerðin er fyrstafloks, soleiðis at teir eru so væl fyri sum gjørligt til fiskiskapin. ­ Ja tú kanst siga, at skrokkurin er gamal, men innihaldið er av nýggjasta slagi, sigur Tummas Petur við einum brosi. Góður prísur Bakkaberg er rættiliga væl útgjørdur til sildaveiðu. Teir hava bæði pumpu og pawn umborð, so einfalt er at fáa veiðuna innanborða, ­ og ikki minst víðari til keyp­ arin, tá lagt er at landi eftir loknan túr. Teir plaga at selja til Tav­ una í Leirvík ella til Havs­ brún í Fuglafirði, og prísur­ in er á góðari leið – umleið 1,20 kr. fyri kilo. Sildin ella brislingurin er at fáa allastaðni á Skála­ fjørðin. Tey flyta seg ofta á fjørðinum, men frá bygdini Skála og úteftir er vanligt at fáa góða veiðu. Við nótini er rættiliga ein­ falt og lætt at fylla uppí bát­ in. Um morgunin er sildin á botni, og kemur fyrst upp tá tað fer at skýma. Ein góðan dag kunnu teir leggja frá landi kl. 14 og vera aftur kl. 18 við fullum báti. ­ Ja, hevur seinnaparturin ikki verið av tí besta, so kann eitt skýmingarkast bjarga degnum, sigur Tumm­ as Petur. Tað besta árið hjá teimum gav 480 tons, men tá vóru vit kortini ringastir av teim­ um trimum bátunum, ið royna á Skálafjørðinum. Ikki ísenn á fjørðinum Onkur kann kanska halda, at teir tríggir Tummas Petur, Róland og Sámal Erik eru rættiliga einsporaðir, tí teir bert hugsa um sild og bris­ ling á Skálafjørðinum. Báturin kundi saktans roynt eftir øðrum fiskasløg­ um við línu ella eftir gággu Eitt skýmingarkast ka Tríggir mans hava strítt og strevast í langa tíð vit at rigga Bakkaberg til. – Hetta er eitt dýrt frítíðarítriv, heldur Tummas Petur Tingmenn styttri talitíð Á tingfundi í dag skuldu limirnir í íslendska Altinginum fyri fyrstu ferð royna eina nýggjan skipan, sum ásetir, hvussu leingi teir kunnu hava orðið undir lógarviðgerðum. Eftir gomlu reglunum var talitíðin bara avmarkað undir fyrstu viðgerð, men nú er hetta galdandi undir øllum viðgerðum. Tinglimir sleppa nú at tosa í 20 minuttir fyrstu ferð, teir taka orðið, og 10 minuttir aðru ferð. Eftir tað kunnu teir tosa 5 minuttir so ofta teimum lystir. Íslendsku tinglimirnir skulu nú venja seg við stytta talitíð (Mynd: Altingið) Horvnir fiskimenn komnir afturíaftur Í tríggjar mánaðir hildu avvarðandi, at nakrir russiskir fiskimenn vóru druknaðir. Men tá ið samanumkom, vóru fiskimenninir í ódnarveðri farnir í land á Kamtsjatka­hálvoynni. Tað er Jyllandsposturin, sum hevur borið hesi tíðindi. Teir 11 russisku fiskimenninir høvdu verið burtur og saknaðir í tríggjar mánaðir. Nú eru teir so komnir fyri ein dag aftur. Síðan oktober hava teir yvirlivað á eini niðurlagdari hernaðarstøð á Kamtsjatka­hálv­ oynni. Tað var russiski herurin, sum bjargaði fiskimonnunum eftir at fimm teirra vóru farnir av gomlu herstøðini fyri at leita eftir hjálp. Tað skrivar www.bkv.fo