Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 vinnan Nr. 10 - 15. januar 2008 fyri tann saks skuld. Men tað hevur lítið at týða fyri teir. - Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men vit hava faktiskt ikki hug til nakað annað enn hetta, sigur Tummas Petur brosandi. Besta tíðin at royna eftir sild á fjørðinum er frá desember mánaði og út í februar. Er talan um eitt gott ár, er sild at fáa heilt út í mars mánað. Hinvegin so vísir tað seg eisini, at árini eru ójøvn til fiskaslag. Summi ár fæst bara tað eina slagið og onnur ár hitt. - Tað er líkasum at bris- lingurin og sildin ikki dáma hvørt annað. Í øllum førum eru tey ikki á Skálafjørðinum samstundis, sigur hann. Í 2005 fingu teir nærum bert sild, men bæði í 2006 og í fjør var brislingur at fáa. Hinvegin eru eisini onnur støð, har sild og brislingur eru at fáa, millum annað á Tangafirði, Funningsfirði og av og á eisini út fyri Eiði. Klárt at leggja frá landi Fyri teir umborð á Bakka- bergi hevur tað skund at sleppa til fiskiskap, um nak- að skal fáast burtur úr hesi vertíðini. Umframt Bakkaberg royna tveir aðrir bátar eftir sild og brislingi hesa vertíð- ina – Veðranes úr Hósvík og Katrin úr Søldarfirði. Hesir báðir hava roynt síð- ani í desember mánaði í fjør og sum skilst hevur veiðan verið heilt hampilig higartil. Hósdagin í farnu viku vóru teir tríggir aftur umborð á Bakkabergi og arbeiddu. Teir kundu tá staðfesta, at nú vantaði lítið í, til teir kundu leggja frá landi fyrsta túrin. - Vit vænta at brúka eina góða viku aftrat. Tá skuldu vit kunna lagt frá landi á fyrsta sinni, sigur Tummas Petur spentur á málinum. nn bjarga degnum - Hetta hevur tikið sína tíð, men nú sleppa vit umsíðir at kasta eftir sild, sigur Tummas Petur Hava teir einki fingið allan seinnapartin, kann eitt skýmingarkast bjarga degnum. Bakkaberg kann lasta 25 tonsum av sild Aalborg ger íløgu í Nuuk Í fjør vann havnin í Aalborg eina útbjóðing um farmaflutning millum Danmark og Grønland, og nú hevur havnarleiðslan gjørt av at gera íløgur í eina havnarútbygging í Nuuk. Tað skrivar Nordjyske Stiftstidende. Claus Holstein, havnarstjóri, sigur við blaðið, at ætlanin er at víðka havnina í Nuuk munandi og at bøta um tær verandi umstøðurnar. Harumframt skal raksturin rationaliserast, uttan at tað skal kosta arbeiðspláss. Havnin í Nuuk skal byggjast út og nútímansgerast (Mynd: KNR) Stavanger er kosin ársins mentanarhøvuðsstaður Alt 2008 verður skipað fyri mentanarvirksemi av øllum slag í Stavanger og har um vegir. Seinast ein norðurlendskur býur var mentanarhøvuðsstaður var í 1998, tá ið Stokkhólmur fekk hetta heiðurliga ES-heitið. Keypmannahavn var evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 1994, og næsti norðurlendski býurin verður Turku í 2011. ES hevur tilnevnt mentanarhøvuðstaðir síðani 1984. Hugsanin aftan fyri skipanina er, at mentan kann vera ein motorur fyri siðmentaða býarmenning. 3-6 februar verður barna- og ungdómsbókmentaráðstevna í Stavanger, har føroyingar eisini fara at luttaka. M.a. skal Solveig Debess leggja fram um lesikanningina, hon hevur gjørt av føroyskum børnum. Kelda www.bfl. ” Ja, taðvejden. Skuldu vit roknað arbeiðstíðina út í krónum og oyrum, so hevði tað verið ein sera stór upphædd ” Tað er líkasum at brislingurin og sildin ikki dáma hvørt annað. Í øllum førum eru tey ikki á Skálafjørðinum samstundis” Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men vit hava faktiskt ikki hug til nakað annað enn hetta