Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 10 - 15. januar 2008 Hann megnaði at fáa eina millión krónur at vaksa til 3,6 mió. krónur eftir góðum 3 mánaðum. Hetta hóast marknaðirnir eru falnir óvanliga nógv seinastu nógvu vikurnar. Men vinningin á 50.000 krónur ætlar hann brúka til veruligar íløgur Íløguspælið Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Myndir Jens K Vang Og vinnarin av Íløguspæli­ num gjørdist.....Ivan Joen­ sen! Tað kunngjørdi Sverri Justinussen, leiðari á Eik Markets, á hugnakvøldinum í Miðlahúsinum mánakvøld­ ið, tá tað varð avdúkað, hvørjir gjørdust vinnarar – nummar eitt, tvey og trý – í Íløguspælinum. Men hvør skuldi trúð, at tað kryptiska dulnevni ”navijoe”, sum besti spæl­ arin kallaði seg í Íløguspæli­ num, var ein viðvending av fornavninum Ivan, og so tríggir teir fyrstu bókstavir­ nir í eftirnavninum Joensen. Genialt – eins og avrikið hjá ”navijoe” í Íløguspæli­ num! Eitt avkast á heili 260 prosent eftir trimum og ein­ um hálvum mánaða á einum partabrævamarknaði, sum seinastu vikurnar er fallin 16 prosent í Danmark, 26 prosent í Svøríki og 15 pro­ sent í Noregi. Tað er einki minni enn eitt bragd av ”navijoe”. Nummar tvey í Íløgu­ spælinum við 65 prosentum í avkasti gjørdist Ragnar Zachariassen, alias Raggy­ boy, og nummar trý við 61 prosentum Páll Olsen, alias Stavnur. Á morgni og á kvøldi Ivan Joensen er 62 ára gamal, ættaður úr Sandavági og búsitandi í Klaksvík. Hann arbeiðir dagliga hjá Senta í Klaksvík. Ein skuldi trúð, at Ivan Joensen ikki hevur gjørt annað í sínum lívi enn fingist við íløgur, so tað spyrja vit hann um: ­ Nei, eg havi ongantíð fingist við veruligar íløgur. Men eg havi spælt við íløgu­ spølum fyrr, eitt nú tað hjá danska blaðnum Børsen, sigur Ivan Joensen. Hann hevði sjálvur ikki droymt um, at tað fór at hilnast honum so væl. Hann hevur fyri tað mesta hildið seg til tann danska markn­ aðin. Men hvørji hava so hyggiráðini verið hjá dugna­ liga íløgurevinum? ­ Eg havi fylgt væl við, tá roknskapirnir eru komnir út, og havi hildið upp á tey røttu feløgini. Eg havi altíð kannað marknaðin um morgunin og tikið avgerðir út frá støðuni tá, og síðani kannað aftur um kvøldið, greiðir Ivan Joensen frá. Men finnast tað nakrir varðar, sum ein kann ganga eftir? ­ Norðurlendsku marknað­ irnir eru nógv tengdir at, hvussu marknaðirnir lata aftur í USA. Lukkar tað positivt í USA, so opnar tað næstan sikkurt eisini posi­ tivt í Danmark – og øvut, ger Ivan Joensen greitt. Og hann heldur fram: ­ Vanliga fer ein ikki skeivur við at keypa large­ cap C20 partabrøv, tey plaga at vera rættiliga góð. Men í seinastuni er alt vent á høvdið, og tað hevur ikki sæð væl út við teimum heldur. So ringt er at geva góð íløguráð í løtuni. Vinningurin setast í íløgur Men hvat ætlar Ivan Joen­ sen sær at brúka vinningin á 50.000 krónur til? ­ Eg ætli at gera veruligar íløgur fyri peningin. Men stór óvissa valdar á markn­ aðunum í løtuni, so eg fari at bíða, til støðan gert meiri stabil, sigur hann. Annar vinningur í Íløguspælinum var upp á 25.000 krónur, og triði vinn­ ingur upp á 10.000 krónur. Upprunaliga vóru tað tað Kaupthing Bank og Sosial­ urin, ið skipaðu fyri Íløgu­ spælinum. Men Eik Banki yvirtók spælið í sambandi við yvirtøkuna av øllum virkseminum hjá Kaupthing í Føroyum beint fyri nýggj­ ár. Vinningur fer til íløgur Endaliga úrslitið av Íløguspælinum. Navn Alias Upphædd kr. Avkast % 1 Ivan Joensen navijoe 3.596.843 260 2 Ragnar Zachariassen Raggyboy 1.645.240 65 3 Páll Olsen Stavnur 1.610.009 61 Gudny Langgaard, marknaðarleiðari á Sosialinum handar vinnaranum av íløguspælinum, Ivan Joensen diplom undirskrivað av Marner Jacobsen, forstjóra í Eik og Jan Müller, ábyrgdarstjóra á Sosialinum Teir tríggir vinnararnir av íløguspælinum hjá Eik og Sosialinum fv. Ivan Joensen, nr. 1 og 50.000 kr. Í vinningi, Ragnar Zachariassen, nr. 2 og 25.000 kr. Í vinningi og Páll Olsen nr. 3 og 15.000 kr. Í vinningi.