týsdagur 15. januar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnan
Nr. 10 - 15. januar 2008
Sansir veitti íløgu
spæl til Kaupthing
Bank
Í september mánaði vendi Kaupthing Bank sær til
Sansir við ynski um, at fyritøkan skjótast gjørligt
kundu menna eitt íløguspæl á altjóða støði.
Sansir setti seg í samband við fyritøkuna
BullBearings í London, og í tøttum samstarvi varð
eitt n‡tt føroyskt íløguspæl ment til Kaupthing
Bank upp á heilt stutta tíð.
Íløguspælið er tillagað føroysk viðurskifti.
Umframt sergjørt snið hava Sansir saman við
BullBearings gjørt ymiskar sergjørdar funktiónir.
Spælið er á føroyskum og eitt serføroyskt
alternativ til líknandi spøl á øðrum máli.
Tá tilmeldingarfreistin var farin, høvdu fleiri
enn 4000 spælarar teknað seg. Endamálið hjá
Kaupthing Bank við Íløguspælinum er at læra
fólk um virðisbrøv og harvið eggja teimum at gera
íløgur.
Jákup Petur Bærentsen, leiðari av Eik íløguspælinum
Sverri Justinussen, leiðari í Eik Markets helt áhugaverdan
fyrilestur um íløgur, har hann heitti á føroyingar um at brúka
vit og skil, tá teir gera íløgur. Sosialurin fer í einum av komandi
bløðunum at prenta fyrilesturin.
Kunngerð
Í samband við at Løgtingvalið 19.01.2008
fer fram í Mentanarhúsinum, verður mint
á, at ikki er loyvt at hanga valplakatir upp á
Mentanarhúsið ella á økið rundanum húsið.
Fuglafjørður, tann 14.01.2008.
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Kommuna
Tróndur Enni og annar ungur tónleikari settu sín dám á hátíðarhaldið við sínum frálíka spæli og sangi
Vinnarin av íløguspælinum Ivan Joensen saman við konuni. Við lið teirra Jan Müller, stjóri á Sosialinum og Brynhild Setberg,
samskipari á marknaðardeildini hjá Eik.