týsdagur 15. januar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
vinnan
Nr. 10 - 15. januar 2008
Gjørt vakstraravtalu
Í einari roynd at styrkja og menna útjaðarasamfeløgini
skrivaðu íslendska stjórnin og kommunurnar í vestara
parti av Norðurlandinum undir ein vakstrarsáttmála í
gjár. Talan er um eina trý ára sáttmála, og eftir honum
skal ríkiskassin rinda umleið átta mió. krónur í okkara
pengum til ymiskt mennandi virksemi hesi árini.
Sáttmálin er ein partur av tiltøkunum, sum stjórnin setir
í verk fyri at avmarka avleiðingarnar av skerdu
toskakvotuni.
Skagaströnd er ein av bygdunum
í Norðurlandi Vestra (Savnsmynd)
Neyvan nøkur olja
funnin – jarðfrøðin
eisini øðrvísi enn
mett
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jólini og nýggjarið eru farin
aftur um bak, og tað verður
framvegis borað á land
grunninum. Um einar 10
dagar hevur boripallurin
Transocean Rather borað í
umleið tríggjar mánaðir á
føroyska
landgrunninum.
Borurin varð settur í undir
grundina á Williamleiðini
22. oktober. Søgur hava
gingið millum manna um,
at olja er funnin, nú flutn
ingurin av tilfari úr basanum
í Runavík til boripallin er
øktur nógv. Onkur hevur
lagt tað í økta virksemi á
basanum í Runavík, at okk
urt spennandi er við at
henda í Williambrunninum.
Sosialurin hevur spurt hjá
BP, hvussu støðan er, men
har er eittans svarið, at ong
ir upplýsingar verða latnir
út enn.
Blaðið skilur tó frá keld
um, sum ikki vilja leggja
navn til, at eingin olja er
funnin enn. Boriarbeiðið
gongst sum ætlað, tó at tað
hava verið seinkingar orsak
að av, at jarðfrøðin ikki júst
er soleiðis háttað sum jarð
frøðingarnir høvdu roknað
við. Tosað verður um inn
skot og ójavnt tilfar, sum
hevur gjørt boringina torfør
ari.
Veðrið hevur sum vera
man eisini tarnað boringini.
At boripallurin ikki var
tøkur sum ætlað til seinasta
summar var sjálvandi ein
strika í rokningini, men
hetta er tað, sum oljufeløgini
mugu rokna við, serstakliga
í eini tíð, har tað er so tor
ført at fáa boripallar. Tað
var tí ikki nummar eitt at
seta borin í á vetrartíð.
Sum skilst er borurin
komin niður á góðar 3000
metrar. Samlaði teinurin er
4750 metrar. Dýpið har
borað verður er umleið 750
metrar. Hetta merkir, at bor
að er gjøgnum góðar 2000
metrar av gróti og tilfari, og
enn resta so umleið 1500 til
1700 metrar í at bora.
Útlendsku ferða
fólkini skulu fáa
fisk at eta
Norski fiskimálaráðharrin fýlist á,
at matstøðini í Norðurnoregi fylla
matarseðilin við kjøtvørum. Tær skulu
bjóða gestunum fisk, sigur hon
Ferðavinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, gav norsku ferða
vinnuni ein umgang, tá hon í síðstu viku helt
fyrilestur á einari ferðavinnuráðstevnu í Oslo, og tað
var serliga ferðavinnan í Norðurnoregi, sum stóð fyri
skotum.
Tað er syrgiligt at lesa matarseðilin á teimum
flestu norðurnorsku matstovunum, segði ráðharrin.
Hon vísti á, at Noreg er kent um allan heim sum
ein stór fiskivinnutjóð, men á matarseðlunum finna
teir útlendsku gestirnir lítið annað enn pizza og
búffar.
Tey fremmandu ferðafólkini vita, at vit eru eitt
fiskivinnuland, og tí vænta tey at fáa nógvan og
áhugaverdan fiskamat. Men sannleikin er, at
ferðafólkini eru vónbrotin um tann matin, sum tey
fáa á borðið, segði ein sjáldsama opinskáraður
ráðharri.
Við blaðið Nordlys sigur Helga Pedersen, at fiska
ídnaðurin og ferðavinnan hava svikið. Hon ásannar
tó, at tey sera strongu góðsku og eftirlitskrøvini
forða lokalum fiskavirkjum at selja lokalu
ferðavinnuni mat, og tí hevur hon biðið umsitingina
finna eina smidligari mannagongd. Sjálv er hon ikki í
iva um, at Noreg eigur at gera meiri burtur úr
fiskinum sum ferðafólkamati.
Fiskaídnaðurin og ferðavinnan eiga at læra av
italiumonnum, sum eru stoltir av fiski sum sermati til
tey fremmandu ferðafólkini, sigur Helga Pedersen.
Fleiri pengar nýttir til lønir
Tað vórðu útgoldnar 501 mió. meira í lønum í 2007, samanborið við 2006.
Nú nýtt ár er byrjað, kunnu samlaðu lønargjaldingarnar fyri 2007 gerast upp.
Hetta vísir, at næstan 7 mia. vórðu útgoldnar í lønum í fjør. Tað er ein
vøkstur uppá hálva mia. í mun til 2006, sum er 8% meira. Størsti vøksturin
er innan privatu tænastuvinnurnar. Har eru 13% fleiri lønarkrónur í 2007.
Her er tað serliga sjóflutningur og fígging og trygging, sum hava ein stóran
vøkstur, 21 og 20%, men eisini gistihús og matstovuvirksemi er vaksið
nógv og hevur goldið 14% meir út í lønum. Í byggivinnuni eru 492 mió.
goldnar í lønum í fjør, tað eru 54 mió meir enn árið fyri, ein vøkstur uppá
12%. Samlað er ein vøkstur uppá 11% innan bygging og ídnað.Fyri almennar
tænastur eru goldnar 6% meir í lønum í 2007 samanborið við 2006.
!C
!C !C
!C
Froðba
Vágar Airport
Tórshavn
Sumburgh Airport
Clair
Schiehallion
Foinaven
FARICE
SHEFA
Cantat-3
FARICE
Cantat-3
Transocean
Rather
±
www.munin.fo
BP Amoco Exploration
Legend
!C
Transocean Rather
Telecommunication Cables
Shipping Traffic
Licenses
Amerada Hess
BP
Chevron-Texaco
Eni
Faroe Patroleum
Geysir
Statoil
© BP Amoco Exploration 2007
World Digital Elevation Model (GTOPO30)
© USGS EROS Data Center
63° 00' N
62° 30' N
61° 30' N
62° 00' N
60° 30' N
61° 00' N
59° 30' N
60° 00' N
59° 00' N
7° 00' V
6° 00' V
5° 00' V
4° 00' V
3° 00' V
2° 00' V
1° 00' V
63° 00' N
62° 30' N
61° 30' N
62° 00' N
60° 30' N
61° 00' N
59° 30' N
60° 00' N
58° 30' N
59° 00' N
8° 00' V
7° 00' V
6° 00' V
5° 00' V
4° 00' V
3° 00' V
2° 00' V
1° 00' V
Sp/F Munin - 22. februar 2007
Route
Distance
Vágar Airport – Transocean Rather
101 nm.
Tórshavn – Transocean Rather
91 nm.
Froðba – Transocean Rather
67 nm.
Sumburgh Airport – Transocean Rather
132 nm.
Schiehallion – Transocean Rather
45 nm.
Foinaven – Transocean Rather
40 nm.
Clair – Transocean Rather
86 nm.
Noreg er fiskivinnu
tjóð, men bjóðar
fremmandu gestu
num pizza og
búff, sigur Helga
Pedersen, fiskimála
ráðharri
Hava borað góðar
3000 metrar
á Williamleiðini
Vit síggja hvar Williambrunnurin verður boraður á landgrunninum