týsdagur 15. januar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
vinnan
Nr. 10 - 15. januar 2008
Jákup Magnussen
og Torbjørn D.
Michelsen seldu í
gjár partabrøvini í
fyritøkuni Noma-tek
til Ragnar Magnussen
og Lars Müller.
Tíðin var komin til
at lata yngri kreftir
sleppa framat, sigur
Jákup Magnussen,
fráfarandi stjóri
VINNULÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var síðst í 70-unum, at
ferð rættiliga koma á, at
modernisera føroysku flaka-
virkini. Um tað mundi ar-
beiddu Jákup Magnussen
og Óla-Svenn Nolsøe á
Ídnaðarstovuni hjá Tormóði
Dahl, og høvdu tí gott innlit
í slík viðurskifti sum tey,
hjá føroysku flakavirkju-
num.
- Tá varð alt flutt inn úr
serliga Danmark, fyri tað
mesta galvaniserað. So Óla-
Svenn og eg fingu tað hug-
skot at stovna eitt virki,
sum kundi veita vørur til
flakavirkini úr rustfríum
stáli, sigur Jákup Magnus-
sen.
Og soleiðis byrjaði Noma
-tek, navnið ein stytting av
Nolsøe og Magnussen.
- Vit byrjaðu í smáum í
1979 í einum leigaðum
kjallara,
greiðir
Jákup
Magnussen frá.
Longu í 1980 kom so ein
nýggjur maður inn í fyri-
tøkuna, og tað var Torbjørn
D. Michelsen, og hann
hevur verið við líka síðani.
Óla-Svenn Nolsøe helt
fram í Noma-tek til áleið
1990, tá hann gavst og fór
til Wenzel at arbeiða. Hann
hevur kortini alla tíðina
havt tilknýti til fyritøkuna
við tað, at hann hevur verið
nevndarformaður síðani.
Sum nevnt varð byrjað í
tí smáa, og fyrstu tíðina
vóru teir tríggir mans, ið
arbeiddu á Noma-tek. Síð-
ani hevur fyritøkan vaksið
seg stóra, men tað hevur
heldur ikki verið uttan
svørðslag, at teir eru komnir
hartil, teir eru í dag.
Upp-niður-upp
Tað vísti seg skjótt, at hetta
hugskotið, teir báðir, Óla-
Svenn og Jákup, fingu í
1979, var eitt gott hugskot.
Fyritøkan vaks skjótt, og
við økta virkseminum gjørd-
ist leigaði kjallarin skjótt
ov lítil.
Áttatiárini vóru ein blóm-
andi tíð, og tað merkti
Noma-tek eisini, so tað var
heilt náttúrligt, at fyritøkan
ynskti at flyta inn í hølir,
sum vórðu bygd til enda-
málið. Og í 1986 var so
klárt at flyta inn í snotiligan
bygning á Boðaneshamri,
og tá vóru umstøðurnar av
teimum allarbestu.
Men kreppan fyrst í níti-
árunum rakti eisini Noma-
tek, og í 1991 mistu teir
bygningin. Og so var tað,
sum bretar taka til, back to
square one.
Teir endaðu aftur í einum
leigaðum kjallara, men eins
og tá teir byrjaðu av fyrstan
tíð, arbeiddi fyritøkan seg
upp frá botni aftur, til teir í
dag aftur eru ein blómandi
fyritøka við 27 fólkum í
starvi.
Seinast í nítiárunum flutti
fyritøkan so inn í hølini,
sum M.H. Betong í sínari
tíð bygdi, og har leigar
Noma-tek framvegis.
Hesin
bygningurin
er
góður og væl nýtiligur til
endamálið, men hann er
kortini ikki bygdur við hes-
um virksemi fyri eyga, og tí
er eisini okkurt, sum nýggju
eigararnir vildu gjørt øðr-
vísi, skuldu teir bygt í dag.
Spennandi avbjóðing
Nú eru so liðin smá 30 ár,
síðan Noma-tek sá dagsins
ljós, og hóast verandi eig-
arar eru í bestu árum, hava
teir kortini gjørt av, at tíðin
nú er komin til eitt eigara-
skifti.
- Vit hava mett, at tíðin
nú er komin til at lata yngri
kreftir sleppa framat, og tí
hava vit gjørt av at selja
partabrøvini í fyritøkuni til
Ragnar Magnussen og Lars
Müller, sigur Jákup Magnus-
sen.
At Ragnar Magnussen er
annar av nýggju eigarunum
er púra náttúrligt, tí hann er
nevniliga sonur Jákup. At
hin nýggi eigarin er Lars
Müller,
undrar
kanska
meiri. Men tað hevur – sum
alt annað – sína náttúrligu
frágreiðing.
- Vit báðir Ragnar hava
kenst og verið vinmenn alt
lívið, so tá hann einaferð í
oktober mánaði í fjør ringdi
til mín og spurdi, um eg
hevði áhuga í at yvirtaka
Noma-tek saman við hon-
um, so var eg beinanvegin
áhugaður, sigur Lars Müll-
er.
Teir hava síðani, saman
við
gomlu
eigarunum,
arbeitt við hesari yvirtøkuni,
og í gjár var so yvirtøku-
sáttmálin undirskrivaður.
Hvussu sær so hesin
vinnulívsmaðurin, sum ser-
liga er kendur frá teimum
»bleytu virðunum« sum
klæðir, upp á avbjóðingina
á tí meiri harða marknaði-
num?
- Hetta er avgjørt spenn-
andi og ógvuliga øðrvísi
enn tað, eg eri vanur við.
Eg komi sjálvandi ikki at
starvast her dagliga, men
hetta er avgjørt ein spenn-
andi avbjóðing, sigur Lars
Müller.
Bjørt framtíðarútlit
Hetta er eisini ein hugalig
fyritøka at yvirtaka. Tað
hevur gingið rættiliga væl í
seinastuni, og teir eru fult
bookaðir alt árið út. So
framtíðin sær bjørt út.
Noma-tek hevur líka frá
byrjan arbeitt við at fram-
leiða ymsar konstruktiónir
til flakavirkini og til skipini.
Teir hava eitt nú framleitt í
hópatali av flakalinjum til
bæði flakavirkir og skip.
Og serliga hesi bæði nevndu
eru teirra størsti kunda-
skari.
- Men vit eru eisini nakað
inni á øðrum framleiðslum.
Alivinnan er ein rímiliga
stórur kundaskari og vit
gera nógv vatnreinsiverk.
Eisini hava vit alla tíðina
havt nakað av útflutningi,
serliga til Noregs. Og tá er
tað serliga UV-filtur til
reinsan av vatni, ið talan
hevur verið um, sigur fráfar-
andi stjórin, Jákup Magnus-
sen.
Sonurin og nýggi stjórin í
Noma-tek, Ragnar Magnus-
sen, byrjaði sum lærlingur í
fyritøkuni í 1997, og frá
2000 hevur hann verið pro-
jektleiðari í fyritøkuni. Nú
hann tekur við stjórastarvi-
num, fer hann at fremja
umfatandi bygnaðarbroyt-
ingar og rationaliseringar
soleiðis, at kundarnir fáa
eina skótari avgreiðslu.
- Men hetta verður alt
gjørt, uttan at skert verður í
starvsfólkatalinum, undir-
strikar Ragnar Magnussen.
Sjálvt um teir báðir Jákup
Magnussen og Torbjørn D.
Michelsen hava latið fyri-
tøkuna frá sær, fara teir báð-
ir framvegis at starvast á
Noma-tek.
Í sambandi við eigara-
skiftið er eisini nýggj nevnd
vald, og í henni sita Niels
Winther Poulsen, Torkil
Holm Petersen, Lars Müller
og Jákup Magnussen.
Ættarliðsskifti í Noma-tek
Spennandi sportbilur úr plasti
Hesin konseptbilurin frá Mitsubishi er at síggja á árligu bilasýningini Naias í Detroit, sum er
opin í hesum døgum. Bilurin ber heitið Mitsubishi Consept RA og er á tremur við nýggjum
spennandi uppfinningum. Sambært Mitsubishi hevur hann hesa útgerðina: Innovative Valve
Lift & Timing Electronic Control System, common rail, piezoelektriske injektorer, variabel
turbogeometri, NOx katalysator, Super All Wheel Control-aksling, Twin Clutch Sports Shift
Transmission og ikke minst aktiv styre- og fjæringskontroll med ACD, AYC, Sport ABS og
ASC. Bilurin er sera umhvørvisvinarligur, tí hann í høvuðsheitum er framleiddur úr plasti,
sum kann endurnýtast. Hetta er galdandi fyri allar plátulutir og felgurnar. Ramman er úr
aluminium. Annars hevur bilurin ein dieselmotor við 201 hestum, snúningsmomentið er 420
newtonmetrar og hann trekkir á øllum fýra hjólunum
Kelda: www.123.fo
Nýggju og gomlu eigararnir avmyndaðir í arbeiðshøllini á Noma-tek. Frá vinstru Lars Müller, Ragnar Magnussen, Jákup Magnussen og Torbjørn D. Michelsen
Mynd: Álvur Haraldsen