Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2008 35 viðmerkingar (1.partur) Hví ongin nýggjur Føroya Studentaskúli enn? - nakrir fáir politikarar og ikki lærararnir í Hoydølum hava ábyrgdina! Sjónvarpsmaðurin Ingolf Olsen spurdi undirritaða í Degi og viku hóskvøldið 9. nov. 2006, um eg skilti, at bæði rektarin, Mads A. Winther, og inspektørarnir á Føroya Studentaskúla høvdu sagt seg úr starvi? Svar mítt var eitt greitt ja, m. a. tí at rektari okkara hevði greitt frá, at ein av orsøkunum var, at einstakir politikarar í samgonguni ikki høvdu viljað lurtað eftir sær og tí áliti, sum hann og bygginevndin hjá Mentamálaráðnum høvdu lagt fram. Teir høvdu steðg­ að øllum ætlanum um at byggja nýggjan studenta­ skúla í skilagóðum og framálítandi samstarvi við handilsskúlan og tekniska skúla. Rektarin hevði øll 13 árini, hann hevði sitið, arbeitt miðvíst við ætlan­ um at byggja nýggjan skúla. Tað var eitt av hans­ ara hjartamálum. Byggi­ ætlanin í Marknagili var komin undir land, og klárt var at seta pening av á fíggjarlógini. Rektarans stóri dreymur, nýggjur Føroya Studentaskúli, var brostin. Vit vóru eisini nógvir lærarar, sum høvdu glett okkum at fáa nýggjan skúla við nýggjum møgu­ leikum. Hetta var ein sorgardagur. Tey, sum í so mong ár høvdu lagt alla orku í at fáa nýggjan skúla, høvdu nú mist mótið, tey kendu seg svikin. Tá bæði rektari og leiðsla fara frá, er okkurt álvarsligt á vási. Tøgn valdaði í samgong­ uni, og vit fingu ikki at vita, hvør lá í buktini. Vit eru mong, sum eru sann­ førd um, at ávísir politik­ arar hava forðað fyri eini tí størstu nýskapan innan føroyskan skúlaskap í nýggjari tíð. Hesir politikarar høvdu megnað at tikið Føroya Studentaskúla burtur úr depilsætlanini í Markna­ gili. Vit vóru mong, sum øtaðust og spurdu hví, og vit spyrja enn, hví fram­ vegis verður roynt at forða fyri, at vit fáa ein nútíðar hóskandi studentaskúla, sum hevur praktiskan møguleika at samstarva við hinar miðnámsskúlarnar í einum depli. Hví eru nakrir politikarar ímóti einum studentaskúla, sum sam­ stundis kann varðveita sín egna profil, samleika og dygd? Tíðin er farin frá spjaðing, framstig verða gjørd við samstarvi. Nú hava allir flokkar uttan Javnaðarflokkurin alment boðað frá, at teir sum flokkar eru fyri at byggja nýggjan studenta- skúla í skúladepli í Marknagili. Tað vóru vit fleiri lærarar sera fegnir um at hoyra. Í meir enn 30 ár havi eg upplivað, at pjøssað verður um gamla skúla okkara. Hetta hevur kostað milliónir. Pjøssingin hevur eisini alla tíðina órógvað undirvísingina uttan at bøta munandi um karmar­ nar. Samstundis eru vit bangin fyri dag út og dag inn at búleikast í eini brandfellu. Í mong ár hevur skúlin verið eitt ótolandi byggipláss og er tað framvegis. Verður bygt og pjøssað meir í Hoydøl­ um, samstundis sum undirvíst verður, fer tað at kosta óhugnaligar upp­ hæddir uttan at geva okkum veruligar nýggjar karmar, og so fer tað eisini framhaldandi at gera Hoydalar til eitt byggipláss við óljóði og óruddi tey næstu mongu, mongu árini. Hvat hava umvælingar, umbyggingar og útbygg­ ingar kostað á Føroya Studentaskúl seinastu umleið10 árini? Tvs. síðan vit fingu lovað nýggjan studentaskúla. Í Hoydølum er alt ov trongt, bert 9 fermetrar pr. næming , allir aðrir nýggir skúlar hava millum 14 og 20 fermetrar pr. næming. Gunnar Hoydal tók soleiðis til í ársriti Studentaskúlans 2005 um uppskotið at byggja skúla­ depil í Marknagili:”Tríggir skúlar – ein depil. Henda yvirskriftin gjørdist rættiliga skjótt ein høvuðsorðing, og til bar at siga, at tá ið semja varð um felags hugsjón- irnar einaferð í august – september, lætnaði hjá øllum í nevndini. Øll orka varð nú sett til fyri at vísa i verki, hvussu hetta kundi fáa skap í bygging, sum var greitt liðaður í eindir, men samstundis var ein heild. Ein heild, ið so ella so eggjaði til felagsskap tvørtur um skúlamark, annaðhvørt beinanvegin ella so við og við, sum skúlarnir fingu lagað seg til tær nýggju umstøðurnar.” Hin byggilistar serkøni Gunnar Hoydal leggur afturat, at allir í nevndini vóru”bilsnir um, at tað hevði borið til at semjast og at koma so langt innan fyri ásetta tíðarkarmin og ernir um sjálvt upp- skotið. Eitt løgtingsval kom ímillum og seinkaði politisku viðgerðini”. Hetta var í 2003. Øll hesi árini hevur onkur hindrað og hindrar framvegis politisku viðgerðini. Hví skuldu teir taka Føroya Studentaskúla úr upp­ skotinum hjá Gunnari Hoydal, rektaranum og bygginevdini, tá nevndin var samd? Høvdu teir ikki gjørt tað, høvdu vit fingið frið at undirvíst í Hoydøl­ um og so flutt í nýggjan tíðarhóskandi skúla við øllum hentleikum. Avgerðin um, hvar Føroya Studentaskúli skal liggja, kann ikki takast av lærarum í Hoydølum. Avgerðina mugu politikararnir taka. Lærararnir í Hoydølum kunnu ikki taka avgerðina, tí teir hava onki politiskt vald. Vit vóru nógvir lærarar­ ar, sum gleddust, tá Menta­ málaráðið í mai 2003 setti bygginevnd at fyrireika uppskot um at byggja nýggjan studentaskúla. Nú hómaðist nýskapan fyri framman, sum slóðaði fyri veruligum skúlapolitiskum frambroti. Í bygginevndini vóru tvey umboð fyri hvørja av teimum trimum skúlaleiðslunum á mið­ námsskúlunum í Tórshavn. Mentamálaráðið hevdi eitt umboð og valdi formannin, Gunnar Hoydal, eftir tilmæli frá skúlaleiðslu­ num. Endamálið var at byggja skúladepil, sum allir tríggir skúlar kundu vera nøgdir við og glaðir um. Fráfarni rektarin, Mads Winther, sendi saman við bygginevndini myndugleik­ unum uppskot, sum greitt vísir á teir stóru fyrimun­ irnar við at byggja í Marknagili. Bæði Tekniski Skúli og Føroya Handils­ skúli góðtóku ætlanirnar um samstarv. Vit vóru eisini nógvir lærarar á Før­ oya Studentaskúla, sum høvdu stórt álit á, at okkara rektari saman við umsit­ ingini gjørdi eitt megnar arbeiði at fáa okkum nýggjan skúla. Vit mettu sum lærarar, at óneyðugt var hjá okkum at leggja okkum beinleiðis út í arbeiðið, sum politiski myndugleikin hevur evstu ábyrgd av, serliga tá rektari okkara stóð á odda og mælti til at byggja í Marknagili. Vit hildu, at sakin var í góðum hondum. Brádliga síggja vit, at einstakir politikarar í samgonguni ikki vilja lurta eftir rektara okkara og leiðslu hansara, heldur ikki eftir serfrøðingunum, sum hava skrivað álitið. 25. okt. 2005 var rektari okkara Mads A. Winther á fundi við Mentanarnevnd Løgtingsins um løgtings­ mál nr. 5/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili. Á sama fundi kallar formað­ urin í Mentanarnevnd Løgtingsins, Andrias Petersen, lærarar inn til hoyringar, men bara teir, sum vóru ímóti ætlanum rektarans, og ongan av okkum lærarum, sum stuðlaðu bygginevndini og rektaranum, og sum fegnir vildu hava nýskapan. Nevndin hevur enn ikki tikið tilmæli rektarans til eftirtektar. Í Sosialinum 8. jan. 2008 kallar Kristian Magnussen hetta uppskot rektarans fyri fuppnummar. Hann leggur eisini Menta­ málaráðið undir at hava eina dulda dagsskrá. Mær vitandi eru øll kort løgd á borið og vit hava viðgjørt málið fleiri ferðir. Men Heðin Mortensen og Tórshavnar Býráð skulu hava stóra tøkk. Føroya Studentaskúli fylti sjeyti 1. sept. 2007. Tá bjóðaði John Johannessen, limur í Mentanarnevnd Løgtingsins, okkum hesa føðingardagsgávu: ”… tilsøgn um, at tað beinan­ vegin verður farið í gongd við at projektera og byggja stóra og nýmótans skúlalon oman á brendu toftirnar av Nýggja Húsi og allan vegin framvið skráninginum yvir til núverandi skúla… ”(Sosialurin 31. aug. 2007) Ein vandalistisk føðingar­ dagsgáva, hóast hann kendi uppskotið til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili. Hetta er at ganga ímóti byggiser­ frøðinginum Gunnari Hoydal og eini samdari bygginevnd. Tað svarar til at oyðileggja ein hóp av trøum og vøkrum laðaðum føroyskum grótgarði allan vegin frá niðurbrenda ”Nýggja Húsi” og framvið skráanum yvir ímóti og kring allan núverandi skúla. Tá tann vandalisman er av, er ætlanin at ríva núverandi skúla niður og byggja nýggja lon omaná. Onki av hesum ber til at gera, meðan 600 næmingar samstundis skulu hava dagliga skúlagongd. Hetta er vandamikil utopi. Hetta er ikki at endurreisa og varðveita Nýggja Hús, sum Gunnar Hoydal mælti til. Fyri at stuðla hesi vandalismu heldur onkur, at stásiliga Gamla Hús, sum fyllir 100 ár í 2008, eisini skal rívast niður. Eg sigi: tvørturímóti, tað má og skal friðast! Landsverk er eisini farið undir at leggja ein stóran part av grønu fløtuni framman fyri skúlan undir asfalt fyri at gera breiðan koyriveg, so farast kann undir vandalismuna. Tað var ein sorgardagur! Stóra svarta benið í grønu fløtuni sær út sum eitt sár við kolbrandi, tað er syrgiligt at koyra framvið. Men Heðin Mortensen og Tórshavnar Býráð skulu hava stóra tøkk fyri, at teir steðgaðu arbeiðnum og tykjast fata, hvørjir vandarnir eru at byggja í Hoydølum. John Johannesen sigur, at orsøkin til, at vit ikki fáa nýggjan skúla sum hinir, er stríð og klandur um geo­ grafiska plasering. Mær vitandi er tað bara javn­ aðarflokkurin, sum er ímóti at geva okkum somu sømdir sum hinum skúlu­ num í Marknagili. Er tað hann, sum klandrast við hinar flokkarnar? Samstundis gleðist John um, at Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúli sleppa at byggja í depli í Marknagili, tí sum hann sigur ”depilin er stórt framstig fyri skúla­ skap í Føroyum”. Men hvar bleiv nú studenta­ skúlin av og hansara møguleiki fyri bygging og samstarvi? Hoyr nú, hvat hin ringa men upplýsta samvitskan sigur: ”Men tað ber til at samstarva og lesa lærugreinir hvør hjá øðrum, sjálvt um fysisku karmarnir ikki liggja júst á sama staði.” (Sosialurin 31. sept. 2007) Tað er júst tað, sum í praksis als ikki ber til av so mongum skema­ og undirvísingartekniskum orsøkum, og enn minni av ferðsluóskili í Hoydølum. Og um nú tað vísti seg, at tað kortini hevði verið betri fyri Føroya Studentaskúla at sloppið at samstarva við hinar skúlarnar, ja hvat sigur John Johannesen so? ”Eru ynski seinni um at flyta skúlan í Depilin, ber uttan trupulleikar til at brúka nýggja skúlan í Hoydølum til ítróttar­ og mentanarháskúla, ella enntá at hýsa stórum parti av Fróðskaparsetrinum í Hoydølum.” Heðin Morten­ sen og býráðið hava longu givið Setrinum øki í Marknagili, so at vit eisini kunnu samstarva við setrið. Tá fáa ikki bara næmingarnir, men eisini lærararnir møguleika at samstarva og granska, eisini á universitetsstigi, í felags fysiskum karmum. Vit vilja sum lærarar ikki hava sitandi á okkum, at tað eru vit, sum hava skuldina av, at ongin Føroya Studentaskúli enn er bygdur, tá tað eru politikararnir, sum hava valdið at taka avgerðirnar. Í seinna parti fari eg at grundgeva fyri nøkrum av teimum undirvísingarligu, pedagogisku og umsitingar­ ligu fyrimununum við at leggja studentaskúlan í einum skúladepli. Nýggjur studentaskúli í Marknagili er besta loysnin! studentaskúlalærari Róland í SkoRini Tá ið fullveldi Føroyar er sett á stovn? Eg vil hervið venda mær til tín, Høgni Hoydal løgtingsmaður fyri Tjóðveldi. Kanst tú, greiða mær og Føroya fólki, hvussu koyriætlanin fyri fullveldinum Føroyar sær út, somuleiðis hvussu tann fíggjarliga ætlanin sær út? Mær tykir, at vit borgarar mugu byrja at fyrihalda okkum til, hvussu okkara fullveldissamfelag kemur at síggja út, vit mugu, Høgni, fáa nøkur ítøkilig tøl og fakta á borðið. Tíðin er farin frá slagorðum, sum trælafólk, bindingar, forðingar og at vit eru undir dana harraveldi, nú má tað vera tíð at hyggja frameftir móti fullveldinum Føroyar. Fólk ynskja meir enn tjóðskaparlig illsinnagleps frá teimum, sum vilja stýra skútuni Føroyar inn á fullveldiskós. Høgni! Vilt tú vera so beinasamur, at seta okkum á skrift, hvussu Samfelagið fullveldi Føroyar verður fíggjað? Hvussu kemur hvønndagurin í krónum og oyrum, í mun til tað vit kenna í dag, at síggja út? Høgni! Áðrenn vit loysa úr havn, kenna vit fiskimenn minstu lønina, áðrenn tú loysir vilja vit verða kend við nøkur ítøkilig ting. Um onki ítøkiligt frættist um hettar innan 19. januar, er tosið um fullveldi Føroyar bert á dreymastøði og tað respektera vit eisini. ThomaS Juul aSkham