týsdagur 15. januar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 10 - 15. januar 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit eru serstakliga
fegin um undirtøk-
una, sum nýggja
felagið hevur fingið
við stovnanini. Og
tað sannførir okkum
bert enn meira um,
at samanleggingin
av GÍ og LÍF er rætta
leiðin at ganga, sigur
Páll Gregersen, sum
er nýggjur formaður í
nýggja felagnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nýggja nevndin í GÍ/LÍF
fer alt fyri eitt til verka. Eft
ir stovnandi aðalfundin í
gjár var stuttur fundur, har
nevndin skipaði seg. Men
longu í annað kvøld verður
fyrsti
veruligi
nevndar
fundurin, har karmarnir fyri
framtíðar felagsstevið skulu
setast í kortið.
Samskipa og savna
Páll Gregersen er nýggjur
formaður, og hóast talan er
um stórt tak, so leggur hann
dent á, at nevndin sum so
ikki skal byrja á berum í sín
um arbeiði.
Vit hava jú tvey feløg,
sum koyra í fullari ferð.
Arbeiðið hjá okkum í hes
um verður at samskipa
arbeiðið, soleiðis at saman
leggingin av feløgunum
kann ganga sum best.
Og tað ivast vit ikki í
ber til. Undirtøkan á aðal
fundunum í gjár var framúr.
Bæði tað at 90% av øllum
fundarfólkinum
atkvøddi
fyri samanleggingini. Men
ikki minst tí at uppmøtingin
eisini var somikið góð. Har
fór nærum maður av húsi at
vísa sín stuðul til nýggja
felagið, og ein somikið
dyggur stuðul ger tað sjálv
andi sera hugaligt hjá okk
um at fara undir nevndarar
beiðið, sigur Páll Greger
sen.
Náttúrlig gongd
Páll er ein av teimum, sum
alla tíðina hava verið partur
av tilgongdini móti eini
samanlegging. Og hann er
eisini sannførdur um, at het
ta er rætta leiðin at ganga.
Tað eru so nógv viður
skifti, sum tala fyri hesum.
Hugsar tú um karmarnar
hjá felagnum at virka, so
hava bæði Gøtur og Leirvík
eitt sterkt vinnulív. Vit hava
í tilgongdini kannað eftir,
hvussu stuðulin frá vinnu
lívinum er. Og her er eingin
ivi um, at vit hava stóran
uppbakning.
Hartil verða kommunur
nar ein kommuna, tá býráðs
val verður næstu ferð, og tí
er tað kanska eisini náttúr
ligt, at fótbóltsfeløgini gan
ga somu leið.
Men ikki minst tykist
hetta eisini vera ein neyðug
gongd, um vit framvegis
skulu vera við í fremstu
røð. Samtíðin hjá okkum
gevur greið tekin um, at
feløgini, sum hava eitt bak
land upp á kanska 1.000
fólk ella so, hava eina trupla
tilveru, um tey vilja vinna
heilt fram. Tað er ein veru
leiki, sum vit mugu fyrihal
da okkum til, og við hesum
hevur nýggja felagið eitt
munandi sterkari bakland,
enn feløgini høvdu hvør í
sínum lagi undan hesum.
Breitt nevndararbeiði
Á fundinum, sum nevndin
hevur í morgin, verður fyrs
ta takið at gera av, hvussu
arbeiðsbýtið í felagnum
skal verða.
Her hevur felagið longu
gjørt av, at dagligur leiðari
verður settur, og er hesin
Erik Lervig. Hartil sigur
Páll ætlanina vera, at fleiri
undirnevndir skulu skipast,
soleiðis at felagsarbeiðið
hvílir á so nógvum herðum
sum gjørligt.
Starvsnevndin sjálv skal
so í fyrsta lagi vera tann,
sum útdelegerar arbeiðið.
Og sjálvandi verður sam
renningin millum feløgini
eitt øki, sum vit koma at
gera nógv við fyrstu tíðina.
Bæði við at fáa alla organi
satiónina og allan fíggjar
partin av rigga saman. Men
eisini skulu vit syrgja fyri,
at hetta verður gjørt á ein
hátt, soleiðis at fólk úr bæði
Leirvík og Gøtum alla tíð
ina kenna seg sum part av
felagnum.
Tí er avgerð eisini tikin
um, at búnin hjá Formula
liðnum skal gerast av nýggj
um, heldur enn at nýta bún
an hjá antin GÍ ella LÍF. Og
fyribils er navnið tí eisini
GÍ/LÍF. Liturin á búnanum
verður helst eitt av fyrstu
málunum, sum vit taka upp,
og so er tað als ikki óhugs
andi, at bæði navna og
búmerkjakapping
verða
næst á skránni hjá nýggja
felagnum.
Alt økið bakkar upp
Páll Gregersen, sum er nýggjur formaður í felagnum, er serstakliga fegin um undirtøkuna, sum felagið fekk á stovnandi aðalfundinum
Mynd: Jonhard Hammer